Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-14, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. november 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 - 14. november 2008 35 Tað sama var í senatsvali­ num. Í North Caroline nýtti Elisabeth Dole, ein av fremstu republikansku politikarum, á ivasomum grundarlagi tað vápn móti sínum kappingarneyta Kay Hagan, at hon var gudloys­ ingur. Tá vísti tað seg, at hon var sunnudagsskúla­ lærari! Elisabeth Dole fall eisini so dyggiliga. Hetta vísir, at (mis)nýtslan av kristindómi í politikki ikki longur loysir seg – í USA. Diddan ovurfegin Diddan er sjálvsagt ovur­ fegin um úrslitið av valin­ um. Hon er ikki minni fegin um, at Obama vann so greitt í Californina, har hon býr. Hesin statur er so stórur, at hann er sera týdningarmikil fyri at verða valdur hjá ein­ um forseta. Hann gevur nevniliga 55 valmenn av teimum 270, sum krevjast fyri at verða valdur. Tá ið valið var greitt, varð sent Didduni teldu­ post, har ynskt var henni og Obama tillukku við sigri­ num. Hennara viðmerking er henda: “Takk fyri heilsanina. Dagurin 4. november verður skrivaður í søguna, og eg kenni tað sum framíhjárætt­ indi at hava verið vitni til tað, sum hent er og kanska hava havt ein lítlan leiklut. Tá ið ein hugsar um, at bert góð 40 ár eru liðin síðan ”The Voting Rights Act” bleiv viðtikin, so kann ikki sigast annað enn, at hetta er ein stórhending. Hetta var lógin sum tryggjaði, at øll skuldu hava rætt til at velja uttan mun til húðalit. Tað hevur verið ein drúgv­ ur kampur, og byrjaði hann fyri umleið 21 mánaðum síðan. Eitt ótal av fólki, ung sum gomul, hava arbeitt ótroyttiliga hesa tíðina, tey flestu sjálvboðin. Øll vita, at nógvur peningur skal til, tá ið ein bjóðar seg fram sum forsetavalevni. Her er so internetið komið inn í spælið, og undirtøkan hevur verið heilt ótrúlig. Sponsor­ arnir vóru fáir i fyrstani, men fólk góvu tað, tey høvdu ráð til, ofta bert 5­ 10$. Undirtøkan vaks, og í miðal hava fólk givid 89$. Men tá ið milliónir av fólki geva, verður tað nógv til­ samans. Barack Obama er ein óvanligur persónur við ómetaliga góðum gávum. Hann inspirerar og gevur fólki vón og vilja. At síggja, hvussu fólk reageraðu týs­ kvøldið, tá ið avgerðin kom, var stórt. Har vóru gleðistár og dansur í gøt­ unum. Røðan hann helt i Grant Park i Chicago, har 250.000 fólk vóru samlað var einastandandi. Hann broyttist nú frá at vera val­ evni til at vera forseti, og ein var bergtikin. Ein er ikki byrjaður at hugsa um, hvat hetta merkir, at ein littur ungur maður, sum vaks upp undir vanlig­ um, ja, kanska smáum korum í Hawaii, nú stendur sum nývaldur forseti. Hetta er djúpt, bæði filosofiskt, politiskt og sosialt. Landið er broytt, og hetta er ein nýggjur dagur. Dreymurin, so leingi útsettur, er nú veru­ leiki,” endar Diddan sína viðmerking. Vit eru mong sum fegnast saman við henni. valdan Henda ofta beinrakna danska teknirøðin dugur væl at lýsa politisk viðurskifti. Her um leiklutin hjá teimum ”høgrakristnu” í USA við eitt miðskeiðsval. Hesin taktikkur miseydnaðust hesa ferð Sum ung genta í Washington hevði Diddan pass til Capitol, har hon millum onnur sá Edvard og Robert Kennedy