Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-14, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. november 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 [ Nr. 220 - 14. november 2008 ] Comeback til Paul Gascoigne Kanska verður Poul Gascoigne at síggja í FA Cup kappingini komandi kappingarár? Í Onglandi finst ein felagsskapur, sum nevnir seg ”The Legends Series”. The Legends Series gera nógv burtur úr at savna kendar fótbóltsspælar til dystir, har peningurin fer til vælgerandi endamál. Nú ætlar The Legends Series at stilla við einum liði, sum bara skal verða mannað við gomlum FA Cup vinnarum. Nøvn, sum hava verið nevnd, umframt Poul Gascoigne, eru Ray Parlour, Lee Sharpe, Bryan Robson, Dave Beasent, Graeme Le Saux og Roberto di Matteo. Hesir hava allir vunnið FA Cup kappingina, og eru teir allir omanfyri 35 ár. Fyrrverandi Leeds-hetjan, Paul Reaney vísur aftur, at ætlanin við einum slíkum dreymaliðið er tann reini heilaspuni. - Vit meina hetta seriøst. Vit stilla ikki upp, fyri at verða gjørdir til tað turra spott, sigur hann. Stóri dysturin um vikuskiftið verður í Klaksvík, har tey bæði fremstu liðini í føroyskum kvinnuhondbólti hittast Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Meðan bæði Neistin og Tjaldur hava uppgávur, sum á pappírinum eru yvirkomu- ligar, tá tey spæla móti ávíkavist Kyndli og StÍF, so tykist spenningurin vera nakað væl størri í Klaks- vík. Gamaní vann Stjørnan trygt, tá tær vitjaðu í Vági í fyrsta dystinum millum lið- ini. Men í nógvar aðrar mát- ar hevur VB víst seg sum ein sera seriøsan avbjóðara til FM-trúnuna hjá Stjørn- uni. Bæði tí liðið í ár tykist hava eina betri samanseting og eina størri breidd, enn tær hava havt seinnu árini. Og eisini tí tær við sigrum á Neistanum og Tjaldri hava víst, at tær avgjørt ikki vilja lata sær lynda leiklutin sum triðja ella kanska fjórða violin hetta kapping- arárið. Stjørnan hevur hinvegin heldur ikki sýnt nøkur tekin um, at tær ætla sær av hond- bóltstrúnuni, sum tær nú verja triðja árið á rað. Fram um øll onnur í landinum, so hava klaksvíkarkvinnurnar sett standardin í føroyskum kvinnuhondbólti hesi árini, og so er spurningurin, um tær enn einaferð seta ein avbjóðara til viks, ella um VB megnar at økja um spenningin fyri kappingina, tó at hendan enn er ung. Úrslitini seinasta vikuskiftið krympaðu veruliga oddin saman. Nú hevur VÍF møgu­ leikan at krøkja ein av kappingarneytunum av Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sigurin hjá H71 móti VÍF seinasta sunnudag var á leið júst tað, sum skuldi til, fyri at skapa mest møguligan spenning í bestu mansdeild- ini í hondbólti. Tað bar við sær, at hoyvík- ingarnir nú aftur eru partur av veruliga oddinum, og tað gjørdi eisini, at VÍF ikki skal kenna seg trygt um nak- að sum helst. Og tí er trýstið eisini á vestmenningunum, tá teir sunnudagin taka ímóti StÍF. StÍF hevur higar til fylgt væl við í oddinum, og hóast tríggir fjórðingar eru eftir á mál, so vilja teir avgjørt tosa við um eitt finalupláss saman við VÍF, Neistanum og H71. Tey bæði seinastu nevndu mugu finna seg í at átaka sær favoritt-leiklutin um vikuskiftið. Gaman í vann KÍF sín fyrsta sigur um vikuskiftið, men avrikini hjá H71 higar til hava bent á, at teir væl og virðiliga eiga at vera klassan betri enn kollfirðingarnir. Og tað sama kann sigast um leik- lutin hjá Neistanum móti Kyndli, sum enn eigur síni fyrstu stig tilgóðar. Hvat megnar VB Stjørnan og VB eru higar til fremstu kvinnuliðini í landinum. Um vikuskiftið skal finnast útav, hvat teirra er tað sterkara júst nú Hondbóltur Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 5 5 - 0 - 0 139 93 46 10 2 VB 5 4 - 0 - 1 136 114 22 8 3 Neistin 5 2 - 1 - 2 126 113 13 5 4 Tjaldur 5 2 - 1 - 2 113 109 4 5 5 StÍF 5 1 - 0 - 4 107 142 -35 2 6 Kyndil 5 0 - 0 - 5 87 137 -50 0 Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 5 4 - 0 - 1 129 119 10 8 2 StÍF 5 3 - 1 - 1 119 109 10 7 3 H71 5 3 - 0 - 2 136 120 16 6 4 Neistin 5 3 - 0 - 2 153 145 8 6 5 KÍF 5 1 - 0 - 4 116 135 -19 2 6 Kyndil 5 0 - 1 - 4 113 138 -25 1 VÍF vil aftur á beint Fyrr í ár vann VÍF útidystin móti StÍF. Hesa ferð hava teir møguleikan at seta strandingar eftir í oddastríðnum Dystir um vikuskiftið Hondbóltur Sunset-kappingin Dagur Klokkan Dystur 16.11 14.30 Kyndil-Neistin 16.11 15.00 Stjørnan-VB 16.11 15.00 Tjaldur-StÍF Atlantic Airways-kappingin 16.11 16.00 VÍF-StÍF 16.11 16.00 KÍF-H71 16.11 16.00 Kyndil-Neistin Flogbóltur Eik-ligan, kvinnur