fríggjadagur 14. november 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 220 - 14. november 2008
lýsingar
Miðnámsskúlin í Suðuroy
Húsavørður
til Skúladepilin í Suðuroy
Treytað av játtan á løgtingsfíggjarlógini fyri 2009,
verður søkt eftir húsvørði at byrja á nýggja Skúla-
deplinum í Suðuroy tann 1. desember 2008 ella
eftir nærri avtalu.
Arbeiðsuppgávur umfata alt vanligt húsa-
varðaarbeiðið, eitt nú:
• hava umsjón við og røkja innbúgv
• hava umsjón við og røkja bygningin og
uttandura økið hjá skúlanum
• hava umsjón við tøkniligum inleggingum, hita-,
vatn-, ventilatión-, el- og øðrum skipanum
• hava ábyrgd av, at skúlin verður upp- og
afturlatin sambært avtalu við leiðslu skúlans
• at skúla- og serstovur eru í lagi, tá undirvísingin
byrjar
• hava ábyrgd av reingerðini í skúlanum; herí-
millum at vera við til at seta og hava umsjón við
reingerðarfólki og handverkarum, ið arbeiða á
skúlans øki
• at rigga til høli í sambandi við próvtøkur og
onnur tiltøk, og vera til handa kring virksemi
skúlans; eisini eftir vanliga arbeiðstíð
Vit vænta, at tú:
• ert handverkari ella hevur samsvarandi
útbúgving
• hevur telduførleika á brúkarastigi
• hevur evni at skipa fyri
• trívist at vera saman við ymiskum aldursbólkum
• ert áhugaður í at arbeiða við nýhugsan viðv.
umhvørvisvinarligari umsiting av bygninginum í
sambandi við reingerð, renovatión v.m.
• hevur góð samstarvsevni
Vit bjóða:
• eitt fjølbroytt og spennandi starv
• eitt øðrvísi skúlaumhvørvi við nógvum
avbjóðingum
• eitt arbeiðspláss í støðugari broyting og
menning
Setanar- og lønarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Umsókn:
Umsóknir við prógvum, váttanum og/ella viðmæl-
um fyri arbeiðsroyndir skulu stílast til Skúladepilin
í Suðuroy, Att. Ole Laursen, deildarleiðara, men
sendast til Miðnámsskúlan í Suðuroy, Postboks
130, 900 Vágur. Umsóknin skal vera skúlanum í
hendi í seinasta lagi týsdagin 25. november 2008.
Starv til Sosialudeild
hjá Porkeris- og
Vágs Kommunu
Kundi tú hugsa tær at havt ávirkan á arbeiðið
í barnaverndar-og sosialum viðurskiftum í
Porkaris- og Vágs kommunu?
Porkeris- og Vágs kommuna hava samtyk at
seta barnaverndar- tænastu á stovn, ið kemur
at liggja undir Sosialu-deild hjá Porkeris- og
Vágs kommunu, ið er í Porkeri. Tí verður søkt
eftir málsviðgerða til hesa tænastu.
Førleikakrøv
Ert tú sosialráðgevi, ella hevur tú aðra hóskandi
sosiala ella aðra í minsta lagi miðallanga út-
búgving, innan heilsu-, og almanna- ella
skúlaverkið og hevur tú hug til sosialt arbeiði
og hevur góðar samstarvseginleika, dugir at
arbeiða sjálvstøðugt og ynskir at ger mun, so
er tað tær vit leita eftir.
Setunarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber og í seinasta
lagið 5. januar 2009. Arbeiðið er fulla tíð og
verðu lønt sambært sáttmála millum Kommun-
al Arbeiðsgevarafelag Føroya og avvarðandi
fakfelag.
Fleiri upplýsingar
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at
venda tær til Annu Djurhuus, leiðara á Sosialu
Deild tlf. 37 36 04 ella 22 67 04.
Umsóknin við prógvum, CV og møguligum
viðmælum skal sendast til Sosialu Deild att.:
Anna Djurhuus í seinasta lagi 28 .november
2008 kl 12.00.
Sosiala Deild
Porkeris- og Vágs Kommuna
Við Á 8 · 950 Porkeri
Tlf 37 36 04 · Tlf 22 67 04
T-post: sosialadeild@email.fo
Sethús og stórt
grundøki Yviri við
Strond 57
Um hóskandi boð fæst, verður ognin matr. nr. 659 a,
Tórshavn, seld.
Talan er um eina serstaka ogn, ið liggur ógvuliga
væl fyri við fríum útsýni yvir fjørðin og Nólsoynna.
Partur av grundøkinum er plantað við m.a. stórum
trøum. Økið omanfyri húsini er bøur. Umframt
sethúsini er á økinum hjallur og gamalt fjós við
laðaðari grund.
Grundøkið er 3.057 m2.
Húsini, sum eru bygd í 1956, eru í tveimum
hæddum, hvør 136 m2, alt innrættað. Í erva: Gangir,
baðiverilsi, køkur, tvær stovur, hjúnarúm og trý
kømur. Í kømrum og gangi eru innbygd skáp.
Kjallari: Gangir, stór stova, trý kømur, wc/brúsa,
fýrrúm, vaskikjallari, kjallararúm og goymsla. Fleiri
innbygd skáp eru í niðaru hæddini.
Prísuppskot kr. 3.300.000,00.
Nærri upplýsingar um ognina fáast við at venda
sær til undirritaðu. Sí eisini heimasíðu okkara.
Advokatskrivstovan
Tel. 353335
att: Fríða Patursson, adv. frp@jura.fo ella
skrivaran Maibritt Johannessen, maj@jura.fo
ADVOKATSKRIVSTOVAN
Halgir Winther Poulsen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Óla Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Jógvan E. Winther Poulsen, adv.
Aksel V. Johannesen, adv.
Eyðbjørn Larsen, adv. ft.
Frúutrøð 4 • Postboks 6 • FO-110 Tórshavn
Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo
Epileptikarafelag Føroya
Aðalfundurin 2008 verður hildin í
MBF-húsinum, Íslandsvegur 10c, Tórshavn.
Týsdagin, 2. desember 2008 Kl. 19.00
Skrá sambært lógum felagsins.
Jóhanna Andreasen, menningarsjúkrarøktarfrøð-
ingur á Psykiatriska deplinum, kemur at tosa um
mentalar forðingar.
Kaffi og rísalamand verður eftir fundin.
Nevndin
Chevrolet Lacetti 1.4 til sølu
Svartur Chevrolet Lacetti frá 09/07. Hevur koyrt
12.000 km. Til sølu vegna flyting. Er roykfríur.
Hevur el-rútar, aircondition, stereoanlegg stýrt frá
rattinum.
Píkadekk á felgum fylgja við.
Nýprísur: 174.000,-
Prísuppskot: 120.000,-
Tlf. 42 25 26 / 22 08 03
Einkjur og einkjumenn við ómyndigum børnum,
hava aftur í ár høvi at søkja Einkjugrunn Føroya
um fíggjarligan stuðul.
Umsóknarblað fæst við at venda sær til Eik Banka
P/F, Stjórnarskrivstovan, tlf. 348 000, fax 348 800
ella á teldupostadressu: stj.skr@eik.fo
Freistin at søkja er 1. desember 2008.
Einkjugrunnur Føroya
-har
tað hendir