fríggjadagur 14. november 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Maria livir eitt lív
í rennuni
Nr. 220 • 14. november 2008
Tað er av fagrasta veðri henda
mikudagin í oktober. Heystarsólin
hevur verið frammi allan dagin og
framvið sjóvarstrondini hómast
ikki eitt brot. Tað lotar ikki úr
hanakjafti.
Dagin fyri regnaði av grimd
og tað var nógvur vindur, men í
dag hevur verið turt frá morgun
stundini. Hetta sæst eisini
á teimum, sum fegin fara til
arbeiðis, í skúla ella til annað
virksemi. Skjótt er at gloyma ein
ringan veðurdag, nú sólin aftur er
dagað undan.
Í einum húsum í eini av størru
bygdunum í Føroyum stríðist ein
mamma við at fáa tey smærru
børnini í skúla og onkran av
teimum eldru til arbeiðis. Ein
tíma seinni skal hon sjálv møta á
sínum arbeiðsplássi.
Henda dagin er hvørki sól ella
kvirra í hennara lívi: Hon hevur
roynt at hildið maskuni so væl
sum hon nú einaferð kundi við
morgunmatarborðið. Men nú
friður valdar í heiminum, kemur
ófriðurin upp í barm hennara.
Hon setur seg tungliga niður við
køksborðið við eini sigarett og
einum kaffimunni fyri at hugsa
um telefonsamrøðuna í gjárkvøld
ið við ta elstu dóttrina sum býr í
Danmark.
Tað átti at verið ein góð kensla,
tá børnini ringja heim til mammu
sína úr útlondum. Men í hesum
førinum er støðan munandi
øðrvísi:
Í gjárkvøldið fekk mamman
enn eitt prógv um, hvussu illa tað
stendur til hjá dóttrini í Danmark.
Einki lív fyri nakran
Mamman suffar fram fyri seg, og
letur so tankarnar fara ta longu
leiðina til hennara fyrstafødda
gentubarn, Maria. Einaferð var
hon sólstrálan hjá ernu foreldrum
sínum. Í dag er lítil sól at hóma.
Tað stormar rundan um Mariu.
Alt er grátt í grátt. Gerandisdagur
hennara er ein stór fløkja. Hon
veit neyvan á kvøldi at siga, hvar
hon á morgni vaknar. Hjá henni er
eingin turkur at hóma.
Mamman fer í skápið í køki
num. Tekur fram eina mynd, sum
varð tikin av dóttrini í 2004. Hon
hyggur eftir henni eina góða løtu,
turkar eitt tár úr eyganum: Mynd
in vísti longu tá, hvussu nógv hon
var merkt av misnýtsluni. Og fýra
ár eru long tíð hjá einari sum er
úti í stórari misnýtslu av alskyns
rúsevnum.
Tað er ikki long tíð gingin –
bert góður mánaði – síðani Maria
var í viðgerð fyri misbrúk sítt her
heima. Tá kom hon rættiliga fyri
seg, og byrjaði enntá so smátt at
hugsa um annað enn tann næsta
rúsin.
Men longsulin eftir rúsdrekka,
rúsevnum og tablettum gjørdist
ov stórur. Tað var lívið um at gera
at sleppa niður aftur til alt tað,
sum lívið á gøtuni í Danmark
hevði at bjóða.
Mamman leggur myndina frá
sær aftur, og hugsar serliga um
tann eina setningin, sum Maria
hevði sagt við seg í telefonini í
gjárkvøldið:
»Mamma, nú drekki eg bara
8 til 10 øl um dagin ... + tablettir
og alt hitt!«. Í mun til eina fløsku
av Vodka um dagin + tablettir og
alt hitt, er hetta kanska ikki av
tí mesta. Men var hetta nakað at
fegnast um? Óttin hjá mammuni
er framvegis har sum ein nívandi
kensla:
Hvussu leingi aftrat kann tað
ganga soleiðis?, hugsar mamman
við sjálvum sær. – Hvussu leingi
kann Maria liva soleiðis? Nær
heldur tað uppat? Nær Maria?
Nær ... ?
Eingin kann geva henni svar
uppá hesar stóru spurningar
hennara. Svarini finnur hon
onkustaðni á gøtuni í einum
av størstu býunum í Danmark.
Mamman kann bara staðfesta,
at dóttir hennara er komin so
langt út, at hon kann vænta sær
deyðsboð av henni hvønn einasta
dag.
Hetta er einki lív – hvørki
fyri hana, fyri meg ella okkara
familju!
Hon situr eina løtu aftrat.
Drekkur kaffikoppin lidnan,
og fer so at gera seg kláran at
fara til arbeiðis. Vónloysið lýsir
úr eygum hennara. Hon veit,
at hesin dagurin eisini verður
strævin.
Arbeiðið heldur lívið í mær.
Skuldi eg ikki til arbeiðis nú um
eina løtu, so hevði eg lagt meg
aftur í songina. Og har hevði eg
ligið í allan samlan dag!
➘
Maria (dulnevni) livir á gøtuni í stórum donskum
býi. Her eigur hon ongan góðan, men í Føroyum
sita mamma, systkin og børn og bíða eftir
henni. Tey vita, at Mariu eisini leingist eftir síni
familju. Kanska fer hon heim á jólum ....?
(Modellmynd: POLFOTO)