mánadagur 17. november 2008síða 3
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 221 - 17. november 2008
3
Farna vikuskifti vóru
tveir íslendingar
í Føroyum, við tí
endamáli at bera tøkk
fyri lánið, ið Føroyar
veittu Íslandi. Hannes
Kristmundsson,
greiðir frá at lánið
gav íslendingum vón,
um at teir ikki eru
einsamallir í verðini
Tøkk
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Føroyingar veittu grannun
um í útnorðingi eitt lán í
teirra svárastu tíðum, og
tað merkist, tí Íslendingar
hava gjørt sítt ítasta fyri at
sýna
takksemi.
Hannes
Kristmundsson, rithøvund
ur greiðir frá, at lánið var
meira enn bara fíggarligur
stuðul,
lánið
var
ein
moralskur stuðul, ið gevur
íslendingum vón.
Vit hava verið um og
spurt um hjálp, men eingin
rætti okkum eina hond.
Men við eitt komu Føroyar,
uttan at vera umbidnar, og
veittu okkum hjálp.
Hann og Pétur Hafsteinn
Lárusson, sum rekur eitt
vakstrarhús fingu hugskotið
at sýna takksemi. Uppundir
jólini eru altíð nógvar jóla
stjørnur í vakstrarhúsinum,
so teir ynsktu at koma til
Føroya at gleða eldra ættar
liðið við hesum.
Lágargarður prýddur
Íslendingarnir báðir vitjaðu
farna vikuskifti eldrasam
býlið Lágargarð í Havn.
Sigrun Ørvarodd, ið starvast
sum køkshjálp har greiðir
soleiðis frá,
Seinasta leygardag, með
an vit gjørdu salin tilreiðar,
bankaði brádliga á dyrnar.
Íslendingarnir báðir komu
ófráboðaðir við nógvum
jólastjørnum. Teir komu har
tað var ljós, og ikki gjøgnum
høvuðsdyrnar. Tær 16 jóla
stjørnurnar, reyðar, grønar
og ljósareyðar, eru býttar út
á eindirnar, tí tað var ein
felags gáva.
Hon greiðir frá, at á ein
um seðli á blómunum var
eitt íslendskt flagg saman
við Merkinum, sum tekin
upp á vinarlag. Okkurt av
búfólkunum
hevði
lagt
hetta tilmerkis, og gleddist
um gávuna. Hon leggur aft
urat, at summi av búfólk
unum vita so væl til sín, at
tey kenna til lánið og hví
hendan gávan er komin.
Í alt høvdu íslendingarnir
300 jólastjørnur við sær, ið
eru býttar út kring landið.
Vit kendu bara ein tørv
at takka føroyingum fyri
hetta, sigur Hannes Krist
mundsson.
Fyri búfólkið og starvs
fólkið á Lágargarði var
gávan kærkomin og ein
sonn gleði fyri stovnin.
Takka við íslendskum jólastjørnum
Fyri Jústinus og Alisu, sum búgva har, merkja blómurnar, at
nú nærkast jólini av álvara. Íslendska gávan er kærkomin
Mynd: Bergur Johannesen