Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. november 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 221 - 17. november 2008 Fríggjadagurin var ein ótryggur dagur fyri fólkini hjá Maru Seafood. Kósin arbeid­ di seinasta fiskin, með­ an tey á Norðís høvdu seinasta dagin í dag VinnulíV Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Mikudagin fóru seks skip hjá Maru Seafood undir hamaran. Hetta hevði við sær, at samtakið gavst at keypa fisk. Sostatt arbeiddu tey 150 fólkini á Kósini í Klaksvík seinasta fiskin fríggjadagin, meðan tey 40 á Norðís á Eiði arbeiddu seinasta fiskin í morgun. Ótrygg við støðuna Fólkini, ið arbeiða á virkjun­ um eru ikki nakað serliga trygg við støðuna á virkjun­ um, og Norðoya Sparikassi setti fríggjadagin lás á goymsluna hjá Kósini. Øll støðan ørkymlar arbeiðs­ fólkini. ­ Tað er ofta vit ikki skulu til arbeiðis í ein dag, men sjálvandi er tað ikki gott, at alt er so óvist, segði Vón­ bjørt Gudjónson fríggja­ dagin. Marin Poulsen, ið hevur arbeitt á Norðís í 33 ár, dám­ ar onki støðuna. ­ Mær hevur altíð dámað væl her. Tað hevur verið eitt gott arbeiðspláss, og mær dámar als ikki støðuna sum hon er. Eg eri uppi í eldra partinum av fólkunum her, og eg veit ikki hvat eg skal gera um virkið stongir. Helst verður tað pensjón ella okkurt sovorðið, segði Marin Poulsen. Hon legði afturat, at virkið fyrr hevur stongt, og at tað var ein sera óunnilig tíð. Vóna at finna loysn Jóhan Páll Joensen vónar enn, at teir megna at finna eina samlaða loysn, saman við bankanum og ymisku íleggjarunum. Hann sá út til at vera rímiliga bjart­ skygdur fríggjadagin. ­ Vit fara at halda fram at royna, men sjálvandi vita vit ikki hvussu verður, og tað sær ikki so gott út, men vit vóna sjálvandi tað besta, fortaldi Jóhan Páll Joensen, ið harmaðist um at senda fólkini heim. Hvørki Tummas Justinussen ella Jón­ svein Knudsen, reiðar­ ar, hugsa um at keypa skipini, ið hoyrdu til Maru Seafood, men fóru undir hamaran mikudagin VinnulíV Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Sosialurin hevur tosað við Tummas Justinussen úr Leirvík og Jónsvein Knud­ sen úr Runavík. Báðir eru reiðarar, men hvørgin av teimum hugsar um at keypa partrolararnar, ið fóru av knóranum mikudagin. ­ Vit fara ikki at keypa skipini. Tey kunnu ikki bera seg á nakran hátt. Oljuprís­ urin er ov høgur og fiski­ skapurin alt ov lítil. Okkara skip hava heldur ikki koyrt nakað serliga væl í seinast­ uni, so vit hava ongan áhu­ ga, sigur Jónsvein Knud­ sen. Tummas Justinussen er púra samdur við reiðaranum í Runavík. ­ Tað verður nokk ongin av hinum reiðarunum, sum keypir tey. Allir eru útpíndir, og ongin hevur áhuga í at keypa tey. Mann klárar kanska at hóra undan við tí, sum mann hevur, men tað verður helst ongin, ið víðkar virksemi. So vit hava ongan áhuga at keypa tey, greiðir Tummas Justinussen frá. Keypi nú Tað hava fleiri ferðir verið røddir frammi, har millum onnur løgtingslimirnir, John Johannesen og Tór­ bjørn Jacobsen, hava borðið fram, at tað er ov torført at sleppa inn í fiskivinnuna. Reiðararnir meta, at nú kun­ nu hesir keypa. ­ Tað verður nokk onkur búskaparfrøðingur, ið keyp­ ir skipini. Nú verða nokk av skipum og nokk av døgum, so nú skuldu øll sloppið framat, sigur Tummas Justinussen. Eisini Jónsvein Knudsen er av hesi hugsan. ­ Tað er altíð soleiðis, at tá skip koma til sølu, er ong­ in, sum vil keypa. Tá tað gongur væl vilja øll keypa skip, men tá tað gongur illa er ongin sum bjóðar seg fram. Nú kunnu øll tey, sum hava tosa um, at tað er ov ringt at koma inn í fiski­ vinnuna, koma framat, metir Jónsvein Knudsen. Gongur illa í vinnuni Sambært reiðarunum er tað sera tungt at dríva skip, ið fiska undir Føroyum, í løtu­ ni. ­ Tað hevur verið sera tungt. Serliga seinasta árs­ fjórðingin, men vit fara ikki at selja skipini hjá okkum. Vit hava fingið boð uppá tey fyrr, men vit trúgva uppá, at tað skal ganga, sig­ ur Tummas Justinussen, sum er reiðari hjá partrolar­ unum, Polarhavi og Stjørn­ uni, ið fiska undir Føroy­ um. Hinvegin hugsar Jónsvein Knudsen, ið er reiðari hjá skipunum, Sigrun og Jens Leon, um at selja skipini, um hóskandi boð kemur. ­ Tað hevur ikki gingið væl í seinastuni, so tað kun­ di meira enn so hent seg, at eg selji skipini. Eg vil ikki vera nakar dómadagsprofet­ ur, men tað er møguleiki fyri at fleiri skip fara koman­ di tíðina, metir Jónsvein Knudsen. Sum heldur tað vera løgi, at fólk skulu hava so ilt av, at tað hevur gingið væl seinastu árini, tí tey, sum hava klára seg, hava sett nógv uppá spæl. Seinasti dagurin hjá Maru Tríggir tilburðir við rús- drekkakoyring Um vikuskiftið hevur løgreglan tikið tríggjar førarar á búri fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka. Náttina til leygardagin varð ein bilførari tikin í Havn. Hann var meira ávirkaður av rúsdrekka, enn lógin loyvir, og hann verður tí skuldsettur fyri spirituskoyring. Ein annar førari varð tikin mitt í Havn náttina til sunnudagin. Lesið meira um tann tilburðin í næsta stubba. Ein triðji bilførari varð tikin sunnukvøldið um 10 tíðina. Hann var eisini ávirkaður av rúsdrekka, og verður hann tí eisini skuldsettur fyri spirituskoyring. Koyrdi fullur og rýmdi undan løgregluni Náttina til sunnudagin varð enn ein tilburður við spirituskoyring. Løg­ reglan møtti einum bili, ið teir høvdu hug at kanna. Tá teir koma á staðið, har bilurin er steðgaður, men síggja at maðurin er rýmdur av staðnum. Teir fáa tó uppsporað mannin, ið teir halda hevur koyrt bilin. Til tess at tryggja sær at maðurin hevur koyrt bilin, kemur hunda­ patruljan á staðið, og hundarnir snodda sær so veg frá bilinum. Teir snodda seg fram til billyklarnar, ið liggja á vegnum, og víðari til tað staðið, har løgreglan heldur manninum, ið teir hava illgruna til. Hetta var mitt í Havnini, og hann verður nú skuldsettur fyri spirituskoyring. Tað var onki lag á fólki á Kósini fríggjadagin Mynd: Jóannes Poulsen Hvørki Tummas Justinussen ella Jónsvein Knudsen, reiðarar, hugsa um at keypa skip í løtuni Myndir: Vilmund Jacobsen Ætla ikki at keypa partrolarar