Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. november 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 221 - 17. november 2008 Arbeiðið at varðveita tey antikvarisku og siðsøguligu virðini í Koltri kann nú halda fram við óskerdari megi. – Henda gávan frá Mærsk-grunni- num kemur ótrúliga væl við, sigur Gunnar Hoydal, formaður í tí serstaka Kolturs- grunninum Bygdamenning Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Koltur: Tað var frøi at hóma hjá limunum í grunni­ num, tá teir fríggjadagin fingu tey gleðiligi tíðindini um gávuna hjá A.P. Møller­ grunninum. Í august mánaði varð søkt um 5 mió krónur, til tess at halda fram við arbeiðinum at varðveita teir søguligu bygningarnar í Koltri. Og eftir at hava viðgjørt væl grundaðu umsóknina, kundi grunnurin fríggja­ dagin boða frá, at verkæt­ lanin var so mikið áhuga­ verda at hann vildi lata alla upphæddina, ið søkt varð um! ­ Eg frætti um avgerðina fríggjadagin, og satt at siga, hava vit herúti ikki rættiliga fótað okkum enn, sigur ein ovurfegin Bjørn Patursson, festari í Koltri, tá vit hittu hann á máli fyrrapartin. Umframt at verða festari her hevur hann eisini fingið álagt frá landsstýrinum at ansa eftir teimum anti­ kvarisku virðunum her – millum annað teimum 20 bygningunum í býlingi­ num. Hesar milliónirnar frá “A.P. Møller og Hustru Chastine Mc­Kinney Møll­ ers Fond til almene For­ maal” – sum í dagligari talu kallast A.P. Møller­grunnur­ in ­ skulu í størstan mun nýtast til at varðveita og seta í stand tann sunnasta býlingin í Koltri, ­ hann ið ber navnið Heima í Húsi. At hesin býlingurin er verdur at varðveita kemur fyrst og fremst av tí, at hesin garðurin av frá gamlari tíð hevur verið einasti garðurin í oynni. Hesum veruleika skulu bæði føroyingar og útlend­ ingar fáa gleði av – eisini í framtíðini. Eitt einastandandi stað Í 2003 var Kolturgrunnurin settur á stovn við tí endamáli at varðveita antikvarisku­ og siðsøguligu virðini, sum eru í Koltri. Eitt av arbeiðunum hjá grunninum var at útvega pening til ístandsetan av bygningunum, og at skipa soleiðis fyri, at hesir verða røktir og nýttir til frama fyri alt Føroya fólk. Hetta arbeiðið skal gerast á ein slíkan hátt, at festarin í Koltri, Bjørn Patursson kann fáa størst møguligt gagn av bygningunum og teim rættingum, ið fylgja við jørðini. Í grundgevingum sínum fyri at søkja um stuðul úr A. P. Møller­grunninum vísti nevndin í Kolturs­ grunninum júst á hetta sama – hvussu neyðugt tað er at bæði oyggin, bygdin og býlingurin verða varð­ veitt og røkt í framtíðini. ­ Hetta er eitt einastand­ andi stað í allari verðini. Her sær ein spor heilt aftur frá landnámstíðini, og her er alt varðveitt í øllum sínum pørtum, sigur Gunnar Hoydal, formaður í grunni­ num, saman við hinum nevndarlimunum Malan Johansen, Høgna Mohr, Hørður Wardum og Magna Arge. Fangar áhugan Um somu tíð sum boðini um stórfingnu gávuna bórust, kundi Gunnar Hoy­ dal enn einaferð staðfesta at tað eru mong onnur sum ynskja at fornminnini í Koltri verða varðveitt í framtíðini. Í farnu viku kom nevni­ liga út ikki bara ein, men heilar tvær bøkur har víst verður á hetta sama – mill­ um annað ein sum fólk frá arkitektaskúlanum hjá Kunstakademi’inum í Keyp­ mannahavn hava arbeitt við. Her verður beinleiðis sagt, at henda oyggin hevur stórt virði í fornminnaligum høpi, hóast hon bert er 2,5 ferkilometrar stór. ­ Tað er gleðiligt at henda sjáldsama oyggin ikki bert fangar áhugan hjá okkum føroyingum, men at fólk í øðrum londum eisini eru farin at gera tað sama. ­ Eg vænti tí eisini, at um fá ár fer ferðavinnan til Kolturs at verða eitt stórt aktiv hjá fólkinum í oynni, slær Gunnar Hoydal fast. Koltursgarður Í Koltri hevur av fyrstan tíð bert verið tann eini garðurin, Heimi í Húsi, við 16 mørkum í jørð. Hesin garður var tíðliga í tíðini býttur í tveir áttamarkagarðar, og annar bóndin setti tá búgv Norðuri í Gerði. Hetta var støðan í 1584, sum vit síggja í elstu var- ðveittu jarðbókini. Báðir garðarnir vóru tá kongs. Helst er øll jørðin vorðin kirkjuogn tíðliga í miðøld og er eftir siðaskiftið komin undir kong. Í 17. øld vóru garðarnir festir fleiri monnum, og grundarlagið undir teimum 4 húsu- num, sum fram til okkara tíð hava verið í Koltri, var tá lagt. Hesa seinastu øldina hevur verið samanlagt, fyrst til tvey og seinni árini aftur til eitt festi. Bøurin er inngirdur við hagagarði, geilagarði og fjørugarði. Stórur partur av bønum liggur enn í teigal- endi. Hetta er helst størsta teigalendi, sum varðveitt er í Føroyum - ein sjáldsom og vøkur sjón, sum uttan orð lýsir tað ófatiliga arbeiði, sum í forðum er lagt í føroyskt jarðarbrúk. Geilin liggur gjøgnum bøin úr heimrust og út í hagan og er enn púra skillig at síggja. Har sæst eisini okkurt gásarhús og barkhella. Á heimrustum hava húsini altíð staði. Har setti fyrsti bóndin í Koltri búgv Heimi í Húsi, og har hava bøndurnir búð maður eftir mann til okkara tíð. Nú er Koltur fest einum bónda, sum hevur sett búgv Norðuri í Gerði. Flestøll hús og fornminnir eru friðað sambært lóg, og umráðandi er at varðveita hetta óspilta stað sum minni um farna tíð. Avrátt er millum bóndan og fornminnamyn- dugleikarnar at varðveita stóran part av teigalendinum, og umvælingar og endurbyggingar eru í gerð. Serliga er tað býlingurin Heimi í Húsi sum hevur størsta áhugan. (Kelda: koltur.com) FAKTA ” Hetta er eitt einastandandi stað í allari verðini. Her síggjast spor heilt aftur frá landnámstíðini, og her er alt varðveitt í øllum sínum pørtum (Gunnar Hoydal, formaður í Koltursgrunninum) Eitt stórt arbeiði er gjørt til tess at varðveita tann gamla býlingin í Koltri. Hetta hevur vakt ans úti í heimi, millum annað í hesum sambandi tá íslendski fiskimálaráðharrin vitjaði í Koltri í vár. – Hetta er startskotið til eina nýggja tíð hjá okkum, sigur Bjørn Patursson, festari í Koltri næst uttast vinstrumegin Mynd: Álvur Haraldsen Milliónir til Kolturs