Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. november 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 221 - 17. november 2008 Sløkkiliðið í Nólsoy hevur nú fingið ein brandbil frá Brandstøðini í Havn. – Hetta fer at lætta munandi um arbeiðið og merkir, at vit kunnu verða nógv fyrri á staðnum, sigur Nicolaj Falck, annar av brandleiðarunum BRANDTRYGD Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fyrsti eldurin í Nólsoy sum menn vita um var í desemb­ er 1973, tá eldur festi í eini sethús norðaliga í bygdini, og tá avtornaði vóru tvey hús brend í grund. Seinni hava verið tveir eldar í Nólsoy í 80­unum, í øðrum førinum brendu húsini í grund, meðan tað í hinum førinum bar til at avmarka skaðan. Hetta førdi til, at nólsoy­ ingar settu á stovn eitt bjargingarfelag, sum sam­ stundis skuldi virka sum eitt sløkkilið, og hetta felagið hevur virkað meiri og minni aktivt líka síðani. Eftir samanleggingina millum Nólsoyar og Havnar kommunu hevur sløkkiliðið verið meiri formaliserað, og er nú eitt sløkkilið við regluligum venjingum, og er nú komið undir leiðsluna hjá Brandstøðini í Havn. Hetta hevur eisini ført til, at fleiri av limunum í sløkki­ liðinum í Nólsoy hava tikið roykkavara skeið. Og nú er so komin ein brandbilur í oynna. ­ Hetta fer at lætta ógvu­ liga nógv um hjá okkum. Vit hava higartil skula farið við brandpumpu oman á keiina at pumpa sjógv til at sløkkja við. Nú kunnu vit verða munandi skjótari á staðnum, og kopla til ein brandpost, sigur Nicolaj Falck, sum saman við Mikkjal Holm er leiðari fyri sløkkiliðnum í Nólsoy. Byggja brandstøð Bilurin, sum nú er komin til Nólsoyar, er ein bilur frá Brandstøðini í Havn. ­ Vit høvdu ein brandbil her úti á Ovastevnu sum eina roynd. Tað var ein eldri bilur, og hann startaði illa, so tá stevnan var av, fór hann inn aftur til Havnar, har tað var meiningin, at hann skuldi umvælast so­ leiðis, at hann var í nýtilig­ um standi, sigur Nicolaj Falck. Men inni á Brandstøðini gjørdu teir av, at lata sløkki­ liðnum í Nólsoy ein annan og nýggjari bil. ­ Hetta er ein nógv betri bilur við automatiskum gearum, og hann er í allar mátar lættari at arbeiða við, sigur Nicolaj Falck. Farið verður nú undir venjingar við nýggja bilin­ um. Hann skal mannast við í minsta lagi seks monnum av teimum átta, sum standa á listanum. Men til samans eru einir 15 mans knýttir at sløkkilðnum í Nólsoy. Fyribils er ætlanin at bilurin skal standa í smiðj­ uni hjá Magnus Thomsen, men kommunan hevur ætlanir um at byggja eina 500 fermetrar stóra brand­ støð í tveimum hæddum á keiøkinum undir Klivum. ­ Vit arbeiða alla tíðina við at styrkja um sløkkiliðið, og í tí sambandi ætla vit at fáa nøkur konufólk við, tí tey eru oftast tær, sum eru á staðnum um dagarnar, sigur Nicolaj Falck. Kartni Jacobsen var í dag úti í Nólsoy og setti leiðar­ arnar av sløkkiliðnum inn í funktiónirnar á nýggja brandbilinum. Nólsoy fingið brandbil Bretskur trolari tikin í føroyskum sjógvi Ein bretskur trolari varð sunnudagin seinnapart tikin fyri ólóliga fiskiveiðu eystanfyri í føroyskum sjógvi. Talan er um trolaran Keila, K 121, úr Kornwall, ið er stálskip, bygt í Noregi í 1989, 27,36 metrar langur og 279 bruttotons til støddar. Fólk av vaktarskipinum Vædderen fóru, stutt fyri middag, umborð til tess at gera eina vanliga eftirlitskanning, og tað vísti seg at trolið, ið teir brúktu umborð, var ólógligt, og ikki yvirhelt minstamálið til meskarnar, ið er áljóðandi 135 mm. Skiparin av Keila varð biðin um at fylgja við til Havn, har trolarin varð handaður løgregluni stutt fyri klokkan 18. Skiparin tók við revsingini, ið er ein bót uppá 60.000 krónur, umframt hald varð lagt á trolposan. Brandmeistarin var í Nólsoy í morgun at kunna um nýggja brandbilin. Frá vinstru Nicolaj Falck, leiðari, Kartni Jacobsen, brandmeistari, Mikkjal Holm, leiðari og Jan Hansen, formaður í Nólsoyar Bjargingarfelag Mynd: Aksel á Botni 27. desember eru 35 ár liðin síðani stóri eldur­ in var í Nólsoy, har tvey hús brunnu í grund ELDSBRUNI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eldsbrunar eru ikki vanligir, og tá hetta hendi 27. desember 1973, var tað fyrstu ferð, at nólsoyingar kendu hendan skaðan. Eldur kom í húsini hjá Hjørleif Jacobsen um hálvgum sjey tíðina um kvøldið. Eldurin breiddi seg skjótt, og nólsoyingar høvdu eingi onnur amboð at sløkkja við enn onkra havaslangu. Tað nyttaði sjálvandi lítið, og tí var mesta orkan brúkt upp á at forða eldinum at festa í grannahúsini. Vindurin var nógvur og lá av útsynningi vestri beint inn yvir bygdina, og granna­ húsini – hjá Bjarna Hansen – lógu so nær, at tey stóðu ikki at bjarga. Bæði hesi húsini brunnu í grund. Nólsoy er ógvuliga tætt bygd, og tí var ta einu løtuna vandi fyri, at eldurin kundi breiða seg enn meiri. Tað festi eisini í trý onnur hús umframt eitt úthús, men tað eydnaðist at sløkkja hesar ífestingar, so tær ikki gjørdu meiri skaða. Sløkkilið kom úr Havn, og við brandpumpum fingu teir tamarhald á støðuni, so skaðin ikki gjørdist enn størri. Bæði húsini vórðu tryggj­ að og bygd upp aftur. Tó bygdi Hjørleif Jacobsen sær onnur hús, meðan bróð­ urin, Finnbogi, bygdi brendu húsini upp aftur. Hevði bygdin havt brand­ bil tá, hevði helst borið til at bjarga húsunum hjá Bjarna Hansen. Tann trygg­ leikan hava nólsoyingar so fingið í dag. 35 ár síðani stóra eldin í Nólsoy Soleiðis sá út eftir at eldurin hevði herjað í Nólsoy á kvøldið 27. desember 1973 Myndin er úr Myndaárbókini 1974