Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. november 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 221 - 17. november 2008 Tveir tilburðir av herverki og ein rúsdrekkakoyring í Suðuroy Tveir tilburðir av herverki eru um vikuskiftið meldaðir til løgregluna í Suðuroy. Onkur persónur hevði fríggjanáttina skorið øll fýra dekk upp á tveimum bilum, sum stóðu í túninum hjá eigaranum á Tvøroyri. Løgreglan har hevði illgruna til ein mann, men tann illgrunin er sleptur aftur. Eina aðrastaðni á Tvøroyri høvdu nakrir smádreingir slept fýrverki, einum strúkara, inn í eina gongd á einum húsum um klokkan 21 fríggjakvøldið. Teir eru funnir, og hava fingið eina átalu frá løgregluni fyri herverkið, tá talan skjótt kundi verðið um at eldur kom í. Seinnapartin fríggjadagin, um klokkan 17.30, varð ein tikin fyri rúsdrekkakoyring í Hvalba. Bilur fór útav á Gálganum við Øravík Um vikuskiftið fór ein bilur útav á Gálganum við Øravík. Orsøkin til at bilurin fór útav var, at tað var hálka á staðnum. Bilurin fór illa, men talan var ikki um nakran persónsskaða. Førarin var einsamallur í bilinum, og slapp snikkaleysur frá hendingini. Løgreglan í Suðuroy upplýsir, at maðurin var heppin í óhepninum. Sera høgt er niðurav har og var bilurin farin eitt lítið sindur longri, var hann farin á sjógv, og talan kundi tá skjótt verðið um eina vanlukku. Jógvan Arge er argur inn á Javnað­arflokkin og Heð­in Mortensen. Tí heitir hann á floks­ felagar sínar um at taka ný­stovnað­a sam­ gongusamstarvið­ upp til ný­ggja umhugsan Politikkur Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Blekkið á samgonguskjalin­ um millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin er ikki meira enn tornað, nú Jógvan Arge, sitandi varaborgmeistari, bið­ ur um time­out frá samgongu­ samstarvinum, sum eftir ætlan skuldi byrjað 1. januar. Hetta ger hann í lesarabrævi, prentað í blaðnum í dag. Sambært Jógvan Arge, sitandi varaborgarstjóra, er orsøkin tann, at formaður Javnaðarfloksins á lands­ fundinum um vikuskifti tal­ aði niðrandi um Tjóðveldi. Eisini fýlist Jógvan Arge á, at Heðin Mortensen tekur sær heiðurin av øllum avrik­ um, sum samgongan hevur fingið ígjøgnum hetta sein­ asta valskeiðið. ­ Javnvágin í einum møgu­ ligum framhaldandi sam­ arbeiði er so markant, at eg og mong við mær hava ilt við at síggja nakra rímiligheit í at halda fram, uttan at Tjóð­ veldi fær tryggjað sær eina munandi betri balanseraða støðu mótvegis Javnaðar­ flokkinum og borgarstjóran­ um, sigur Jógvan Arge. Í hes­ um sambandi vísir hann eitt nú á, at seinast flokkarnir báðir gjørdu av at skipa sam­ gongu, fekk minni flokkurin leiðsluna. Hetta var, tá ið Heðin Mortensen bleiv borgarstjóri. Í niðurstøðuni í brævinum sigur Jógvan Arge, at tað hóvar honum lítið at fara í samgongu aftur við Javnað­ arflokkin í Tórshavnar býráð undir teimum treytum, sum í løtuni liggja í kortunum. Eisini mælir hann floksfel­ øgum sínum um at taka sam­ starvið við Javnaðarflokkin býráðnum upp til nýggja umhugsan. Arge trekkir í land Stóri atkvøð­uslúkurin hjá Tjóð­veldi á bý­ráð­s­ valinum í Havn, Bogi Andreasen, skilur púrt onki, nú Jógvan Arge bið­ur um time­ out Politikkur Rigmor Dam rigmor@sosilurin.fo Tað er ein ikki sørt skakkur Bogi Andreasen, Sosialurin fær í hornið í morgun. Eftir hansara fatan, er onki broytt í mun til samgonguavtaluna, sum Tjóðveldi og Javnaðar­ flokkurin undirskrivaðu val­ náttina. Eftir tí avtaluni skal Heðin Mortensen halda fram sum borgarstjóri, með­ an Bogi Andreasen, sum fekk 489 atkvøður, sjálvur verður varaborgarstjóri. Bogi Andreasen sigur, at fráboðanin hjá Jógvan Arge má standa fyri hansara egnu rokning. ­ Tað eg veit av, hava vit verið sera væl nøgd við avtaluna, og tað hevur verið sera positivt higartil. Eg veit ikki, hvat Jógvan Arge meinar við og haldi tað vera sera óheppið, at hann úttalar seg fyri allan flokkin. Men hetta mugu vit taka upp inn­ anhýsis, sigur Bogi Andrea­ sen, sum eisini hevur tosað við Jákup Símun Simonsen, nývalda tjóðveldisumboðið, í morgun. Heldur ikki hann visti av nøkrum, fyrr enn Jógvan Arge kom út við áheitanini um time­out. Bogi stendur sum kánus Samgongan eigur æruna Heð­in Mortensen gevur ikki Javnað­arflokk­ inum heið­urin fyri góð­a valúrslitið­ til komm­ unuvalið­. ­ Samgongan vann valið­, sigur hann Heðin Mortensen er onga løtu í iva um, at stóra fram­ gongdin hjá honum á kommunvalinum, hevur einki við Javnaðarflokkin í løgtinginum at gera. Við Sosialin sigur hann, at greiður skilnaður skal vera millum kommunal­ og landspolitikk. ­ Javnaðarflokkurin skal ikki taka æruna av góða úrslit­ inum á kommunalvalinum, tí tað er samgongan millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, sum vann valið, sigur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, sum ikki skilur, hví Jógvan Arge nú blandar alt saman. ­ Vit hava havt eitt fyrimyndarligt samstarv, sum eg vóni kann halda fram, sigur hann. Jógvan Arge hevur tvey hjartasuff, nú samgongan í Havn er skipað. Javnaðar­ flokkurin hevur niðrað Tjóðveldi og Heðin Morten­ sen tekur sær ov nógvan heiður Jóannes Eidesgaard, formað­ur Javnað­ar­ floksins, sigur seg ikki hava tosað­ nið­r­ andi um Tjóveldi á landsfundinum hjá flokkinum Politikkur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tað undrar formann Javn­ aðarfloksins Jóannes Eid­ esgaard almikið at Jógvan Arge, sitandi varaborgar­ stjóri í Havn, biður um time­out frá samgonguni við Javnaðarflokkin. Ikki minst, tí hann leggur for­ mann floksins undir at hava tosað niðrandi um Tjóðveldi. ­ Sjálvandi greiddi eg landsfundinum frá, hví CHE­ samgongan slitnaði. Í hesum sambandi undir­ strikaði eg, at álitið á Høgna Hoydal var rokið. Samstundis legði eg stóran dent á, at samstarvið við tingmanningina og lands­ stýrisfólkini var fyrimynd­ arligt, sigur Jóannes Eides­ gaard, sum ikki skilur, hví Jógvan Arge nú kemur upp við hesum. Jóannes Eidesgaard undrast eisini á, at Jógvan Arge brúkar hetta høvi til at samanbera landspolitikk við kommunalpolitikk. ­ Tað skilji eg ikki, tí hvørki Høgni Hoydal ella eg hava nakað sum helst við býráðssamstarvið í Tórs­ havnar Kommunu at gera. So her dregur Jógvan Arge eina skeiva niðurstøðu. Heðin Mortensen, borgar­ stjóri, finst at formanni Javnaðarfloksins, tí hann á landsfundi floksins fegnað­ ist um góða úrslitið á komm­ unuvalinum. Til hetta sigur Jóannes Eidesgaard, at: ­ Nú var tað Javnaðar­ flokkurin, sum hevði lands­ fund. So sjálvandi nevni eg fína valúrslitið, sum flokkurin fekk á komm­ unuvalinum. Álvaratos, tað er bara veruleikin, sig­ ur Jóannes Eidesgaard, sum er á veg til Íslands. Jóannes Eidesgaard hev­ ur onga viðmerking til, at Jógvan Arge eisini heldur Heðin Mortensen taka sær ov nógvan heiður fyri polit­ ikkin hjá samgonguni í bý­ ráðnum. ­ Eg haldi, at hetta er at skapa eitt problem, sum ikki er til, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javn­ aðarfloksins. Havi ikki tosað niðrandi um tjóðveldi Heðin Mortensen og Bogi Andreasen valkvøldið, tá friður enn valdaði