Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. november 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 221 - 17. november 2008 Triðja tvífløgan við føroyskum dansi útkomin Herfyri sendi Plátufelagið TUTL triðju tví fløguna í røðini við føroyskum dansi á marknaðin. Dansifelagið í Havn og Tutl tóku stig til at gera føroysku fólkatraditiónina atkomuliga fyri almenningin, bæði í Føroyum og kring heimin. Í fyrsta umfarið verður ein røð við 6 tvífløgum og ein DVD givin út. Við hesari útgávu er verkætlanin komin í helvt. Dansifelagið er í holt við 4. fløguna og tær seinastu koma eftir ætlanini út í fyrru helvt komandi ár. Á nýggjastu útgávuni skipar Niels á Velbastað Jalgrímskvæðið, Høgni Mohr Ormin Langa, Leivur Danielsen Burmand, Jens Jacobsen Gongurolvs-kvæði, Hákun Jacobsen Tróndar kvæði og Sigmund í Hoyvík Hin Føroyski Dansurin. Upptøk- urnar hevur Dansifelagið í Havn gjørt í egnum hølum, Gramar hevur sniðgivið húsan og listamaðurin Bárður Jákups- son hevur gjørt kápumyndina. Fløgurnar fáast til keyps runt landið, í TUTL á Káta Horninum og á www.tutl.com - kelda: www.vagaportal.fo Glansbilledsamlerne er frálík frásøgulist, sigur ummælari á Berlingske, ið gevur skaldsøguni hjá Jóanes Nielsen fimm av seks stjørnum Týðing Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo - Við Glansbilledsamlerne hevur Jóanes Nielsen gjør eitt hugtakandi broderí av mannalagnum og eigur hann at fáa enn fleiri danskar lesarar, skrivar ummælarin Anne Lise Marstrand Jørg- ensen í Berlinske Tidende, í sambandi við at skaldsøgan júst er komin út á donskum. Frálík frásøgulist Endaligi dómurin hjá um- mælaranum ljóðar soleiðis: »Glansbilledsamlerne er ein framúr væl skrivað skaldsøga. Hetta er frálík frásøgulist, eitt komplekst og hugtakandi broderí av menniskjalagnum. Hetta er ein bók, ið øll eiga at lesa, sum dáma at hvørva inn í bókmentirnar fyri at koma ríkaði upp aftur«. Hartil vísir Anne Lise Marstrand Jørgensen á, at deyðin er meir enn ein dram- atiskur karmur um skald- søguna. Missurin er ein lívs- treyt fyri dreingirnar í søg- uni. Kring teir gera fólk sjálvmorð, drekka seg hálva- vegna í hel, drukna, gerast sinnisjúk og verða send burt- ur fyri ongantíð at koma heim aftur. Í einum samfel- ag, sum er so lítið, at øll kenna øll, goymir man síni loyndarmál uttan at kunna fjala tey. Hetta er eitt rátt samfelag, har lívsviljin verð- ur skerdur av ómøguligum korum. Men tað er eisini eitt samfelag av stoltum og treiskum viljum, av menn- iskjum, sum royna at ganga uttan um normarnir fyri hóast alt at kunna taka sær av hvørjum øðrum. Tað er forlagið Torgard, sum hevur givið út donsku týðingina av Glansbílæta­ samlarnir Povl Skårup hevur týtt bókina til danskt. Jóanes Nielsen framúr gott ummæli í Berlingske Ein bólkur av ungum leikararum úr Sjón­ leikaraskúlanum fáa nú høvi at vísa síni kynstur á stórum sjón­ leikafestivali í New Dehli Sjónleikur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Sjónleikaraskúlin hjá Havn- ar Sjónleikarafelagi fer í næstum á sjónleikarafestival í Delhi í India at framføra sangleikin “Fez” eftir hol- lendska rithøvundan Marcel Van Rijn. Festivalurin verð- ur í døgunum 27. november til 1. desember 2008. Millum altjóða bólkar Festivalurin “9th Internation- al childrens Festival og Per- forming Arts” verður hildin á hvørjum ári. Einir 20 altjóða bólkar eru valdir út at framføra, umframt út við 50 indiskir bólkar. Luttak- arar koma frá Iran, Pakistan, Uganda, Týsklandi, Litava og nógvum øðrum londum. Hetta er eitt tað besta høvið hjá sjónleikaraáhugaðum børnum kring allan heim at hittast og framføra. Sjónleikaraskúlin er eitt samstarv millum sjónleikar- húsið og kvøldskúlan, har eini 60 børn og ung fáa frá- læru. Børnini eru bólkaði eft- ir, hvussu leingi tey hava ging- ið til sjónleik, og tey kunnu halda fram so leingi tey eru í fólkaskúlaldri. Seinastu tvey árini hevur skúlin staðið fyri „Leikhúsjól“ í Sjónleikar- húsinum, og teir næmingar, sum nú fara til India, hava gingið fleiri ár í sjónleikara- skúlanum, og hava tí drúgvar royndir í at spæla alment. Leikurin Leikurin “Fez”, sum bólkur- in fer at framføra, snýr seg um sjómenn, sum fara út í verðina og vitja í tí fremm- anda Turkalandi. Ein av matr- ósunum verður illa happað- ur, men tá ið hann fær hendur á einum gandahatti (fez) sleppur hann sjálvur at royna, hvussu tað er at vera leiðari og fyrimynd. Hann finnur tó skjótt út av, at vinalag er meira enn vald og pengar. Sum reyður tráður í leikin- um, er gandahatturin (fez´in) mynd av tí , sum øll tráa eftir, men sum ikki gevur eydnu hóast alt. Sangleikurin verður framførdur við ungdómsork- estrinum “Bendar Spónir” á pallinum. Evnini í leikinum gera leikin væl egnaðan til hendan altjóða festivalin, har altjóða samleikin og fatan av ymsum mentanum eru á skránni. Kenda kultbókin um moldvørpuna, sum vildi vita, hvør hevði kukkað í høvdið á sær, er nú komin á føroyskum Bók Søgan er um moldvørpina, sum ein dagin vaknar og hevur ein kukk á høvdin- um. Hon vil sjálvandi vita, hvør hevur gjørt hesa dára- gerð, og fer at spyrja seg fyri hjá ymsum djórum. Lesarin fylgir við í próv- førsluni, sleppur at síggja munin á lortum og endiliga at finna syndaran. Bókin kom fyrstu ferð út í Týsklandi í 1989, eftir at rithøvundurin leingi hevði roynt at fingið eitt forlag at geva hana út. Hon fekk misjavna mót- tøku; forløg vístu hana frá sær, tí tey vóru samd um, at slíka bók fór ongin bókhandil at selja. Kanska onkur úr 68´ara ættarliðin- um fór at keypa hana, men tað var eisini alt! Als ikki nøkur barnabók, vildu summi vera við. Tá ið rithøvundurin hevði roynt í tvey ár at fáa bókina út, var tað endiliga eitt forlag, sum hevði dirvi at geva hana út. Restin er ein sólskinsøga: Bókin er seld í meira enn trimum milliónum eintøkum á nú 28 ymsum málum. Umframt at vera ein myndabók fyri børn er bók- in eisini vorðin ein sokallað kultbók, sum bæði ung og vaksin hava fragd av. Bókadeild Føroya Lær- arafelags hevur givið út myndabókina „Um lítlu moldvørpina, sum vildi vita, hvør hevði kukkað í høvdið á sær“ Tað er Werner Holzwarth sum hevur skriva skemti- ligu bókina og Wolf Erl- bruch myndprýtt. Niels Jákup Thomsen týddi úr týskum. Bókin er 22 blað- síður og innbundin. ave Kultbók um kukkar Hóast hon fekk heldur torføra byrjan, er bókin um moldvørp- una nú komin út í meira enn trimum milliónum eintøkum Ungir sjónleikarar til India Frá sangleikinum „Fez“ sum ungir føroyskir sjónleikarar fara at framføra í New Delhi í næstum Danska týðingin av Glansbílætasamlarnur verður skjótt at fáa í Føroyum