Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. november 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 221 - 17. november 2008 Formaðurin í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag stúrir fyri, at ein fiskidagabanki, soleiðis sum politikarar ímynda sær hann, kemur at gera enda á øllum heimaflotanum. - Tað fer slett ikki at bera til, at menn – áðrenn teir yvirhøvur loysa skip ella bát – fyrst skulu út at keypa sær fiskidagar. So væl spælir klaverið heldur ikki, sigur Mortan Johannesen, útróðrarmaður Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Føroyingar mugu hugsa meira um tað, sum vit skulu liva av. Tað er syndarligt at hoyra, hvussu mótfallin fólk eru, eitt nú í Suðuroy og Klaksvík, nú tað gongur galið við fiskivinnuni. Fólk eru kedd og neistin, sum skal dríva verkið, er burtur. Tað sigur Mortan Johanne- sen, útróðrarmaður og for- maður í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag. Hann vísir á, at eitt er gongdin, sum altíð hevur verið og altíð kemur at vera í fiskiskapi – við betri og minni góðum tíðum. Annað er tann hugburður, sum skaptur verður um okkara høvuðsvinnu. - Ein hugburður, sum lærdu fólkini í Føroyum hava vent til, at fiskivinnan meira er til fortreð enn gagns. Negativur hugburður Mortan var í nógv ár ein av okkara dugnaligastu fiski- skiparum, og seinastu árini hevur hann burturav fingist við útróður. - Enn eru tað menn, sum royna at liva av at reka út- róður, men politiski hug- burðurin og hugburðurin millum tey, sum ganga á bonaðu gólvunum kring landið, er so negativur mót- vegis fiski- og útróðrar- monnum, at menn eru fullkomiliga við at missa mótið. Mortan fýlist serlig at teimum politikarum, sum vilja seta á stovn ein fiski- dagabanka, haðani dagar skulu keypast til vinnuligan rakstur av fiskiskipa- og útróðrarflotanum. - Eg ivist onga løtu í, at ein fiskidagabanki, soleiðis sum politikarar ímynda sær hann, kemur at gera enda á øllum heimaflotanum. Tað fer slett ikki at bera til, at menn – áðrenn teir yvirhøv- ur loysa skipið ella bátin – fyrst skulu út at keypa sær fiskidagar. So væl spælir klaverið í veiðiliðnum hel- dur ikki, og eg haldi, at politikarar, sum hava hesa áskoðan, skuldu verið rystir bæði sundur og saman, sig- ur útróðrarmaðurin. Hann vísir á, at tað serliga eru tey sokallaðu lærdu í samfelagnum, sum hann tekur til, ið tykjast vilja leggja fiskiskipa- og útróðr- arvinnuni fótonglar, og eftir teirra pípu dansa so eisini eitt størri og størri tal av politikarum, ið lítið og einki vita um fiskivinnu. - Eg havi einki ímóti teimum monnum, sum hava útróður sum hjávinnu, har summir taka sær frí til at rógva út um várarnar og soleiðis kanska fiska fyri tað, sum báturin kostar. Um myndugleikarnir løgdu gjald á dagarnar hjá slíkum monnum, høvdu teir iva- leyst skilt tað – men ikki á teir menn, sum hava útróður sum sítt livibreyð og tilveru- grundarlag. Opnir armar Mortan Johannesen vísir á, at serfrøðin í veiðiliðnum liggur hjá okkara fiski- og útróðrarmonnum. Maðurin á troldekki, maðurin við línurulluna eins og út- róðrarmaðurin, ið veit um veður, vind og streym, eru serfrøðingar á sínum øki. - Nógvir av hesum hava drúgvar og áralangar roynd- ir á havinum. Henda ser- frøði er minst líka so týdn- ingarmikil og sokallaða ser- frøðin, sum tey lærdu uppi á landi og ymiskir stovns- leiðarar hava innan almennu skipanina í Føroyum. Hann vísir á, at meðan føroyski fiski- og útróðrar- maðurin mest at kalla verð- ur niðurgjørdur her heima, standa bæði norðmenn og danir við opnum ørmum at fáa hendur í okkara dugna- ligu monnum til síni skip. - Bæði í Noregi og Dan- mark hava okkara sjófólk nógv betri fíggjarligar um- støður enn her heima hjá okkum sjálvum, leggur hann aftrat. Vánalig umsiting Formaðurin í Suðurstreym- oyar Útróðrarfelag sigur seg slett ikki vera samdan í nógvum av tí, sum farið er fram í umsitingini innan okkara fiskivinnu. - Eg haldi, at umsitingin hevur verið alt ov vánalig og tilvildarlig, og hetta hev- ur verið við til at avlaga okkara fiskidagaskipan. Mortan sigur seg heldur ikki vera samdan við poitikkinum í sambandi við fiskidagar og sølu av fiski- døgum. - Men hvat kunnu vit vænta okkum, tá tey, sum politiskt og umsitingarliga sita á hesum málum, ikki hava høsnaskil upp á fiski- vinnu? spyr útróðrarmað- urin. Hann heldur kortini, at batar eru at hóma, nú Jacob Vestergaard er vorðin nýggj- ur fiskimálaráðharri. - Eg vil taka hattin av fyri Jacobi Vestergaard sum sig- Dáturáðið valt av nýggjum Landsstýriskvinnan í innlendismálum, Annika Olsen, hevur valt somu limir í Dáturáðið eitt valskeið afturat. Samstundis eru nýggir varalimir valdir. Í Dáturáðnum eru nú Turið Debes Hentze, advokatur, sum er formaður, og Aibritt á Plógv, løgfrøðingur, er varalimur hennara. Bjarni Wilhelm, fíggjarleiðari, er nevndarlimir, og Annika Sølvará, stjóri, er varalimur hansara og Óli M. Hansen, løgfrøðingur, er nevndarlimur, og Regin W. Dalsgaard, stjóri, er varalimur hansara. Valskeiðið hjá Dáturáðnm er 4 ár og gongur út 1. november 2012. Avtala gerast um íslendska lánið Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, skal týsdagin hitta íslendska fíggjarmálaráðharran Árna Mathiesen í Reykjavík. Teir báðir skulu avtala praktisku viðurskiftini í sambandi við gjaldførislánið, sum Føroyar skulu veita Íslandi. Úrslitið av fundinum verður lagt fyri løgtingið, sum skal endaliga góðkenna, at Føroyar skulu lána Íslandi 300 mió kr í gjaldførisláni, og hvussu tað skal gerast. Við landsstýrismanninum vera Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, og Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóri í fíggjarmálaráðnum. Politikarar skuldu verið Mortan Johannesen er fortørnaður inn á politisku myndugleikarnar og tey sokallaðu »klóku« í samfelagnum sum halda, at Føroyar saktans kunnu umvera fiskivinnuna Mynd: Vilmund Jacobsen