Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. november 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 221 - 17. november 2008 rystir sundur og saman Felagið Knørrur fær 15.000 krónur frá Danske Bank Í samband við at Róðrarfelagið Knørrur í Danmark stendur í støðugum vøkstri, eru teir farnir undir at keypa ein nýggjan róðrarbát. Til hetta tiltakið hava teir søkt um stuðul úr ymiskum grunnum, eitt nú einum hjá Danske Bank. Grunnurin hjá Danske Bank gevur hvørt ár stuðul til fimm tiltøk, ið teir halda vera góð, og varð umsóknin hjá Róðrarfelagnum Knørrur vald út sum nummar trý. Í tí sam­ bandi fekk Róðrarfelagið Knørrur ein kekk áljóðandi 15.000 krónur til endamálið, er at keypa nýggjan bát til felagið, sum frammanundan hevur fleiri manningar. Formaðurin fyri Knørrur, Birgit Christensen, sigur at hetta tiltakið er millum annað fyri at skapa eitt betri róðrarumhvørvi, har manningarnar kunnu rógva móti hvørjari aðrari undir venjing. Báturin, talan er um at keypa, er gamli Víkingur, ið Sámal Hansen smíðaði til Havnar Róðrarfelag í 2001. Felagið Knørrur varð stovnað í 2002, og fevnir um eini 40 rógvarar, sum allir savnast um seksmannafarið Knørrrur, sum Hanus Jensen bygdi í 1992. ur, at hann í nógv størri mun vil taka vinnuna upp á ráð, tá fiskivinnumál eru fyri á tingi. Útróðrarmaðurin vísir á, at byggir tú eina vatnbyrg­ ing, sum er ov veik og seinni skrædnar, fært tú ikki vatnið uppí aftur byrg­ ingina. ­ Tá noyðist tú at byrja av nýggjum. Tú noyðist at byggja eina sterkari og betri byrging, og soleiðis er eisini við førda fiskivinnu­ politikkinum seinastu árini. Neyðugt er at leggja á annan bógv – og byrja av nýggjum í tøttum samstarvi við vinnuna, leggur hann aftrat. Hartar egnan flokk Mortan sigur, at hann heilt síðan 1975 hevur stuðlað Javnaðarflokkin, men í dag er hann sera misnøgdur við fiskivinnupolitikkin hjá flokkinum, sum hann heldur hvørki er fuglur ella fiskur. ­ Eg síggi nú, at flokkurin, eg havi stuðlað í øll hesi ár, er ein stórur vingluskøltur á fiskivinnuøkinum. Flokkur­ in legði saman við fráfarnu samgongu upp til at skerja talið av fiskidøgum við eini helvt, samstundis sum tinglimir floksins uttan at blunka – og allir sum ein – mæltu til eina skerjing upp á 20%. Hann vísir á, at stutt áðrenn fiskidagarnir komu til viðgerðar á tingi í heyst, søgdu umboð floksins fyri honum, at flokkurin fór ikki at ganga við til at inndraga allar fiskidagar, eins og umboð søgdu fyri sær, at bólkur 5, sum er útróðrar­ flotin, mest sum skuldi sleppa at fiska frítt. Bara nakrar mánaðir seinni er fullkomiliga vent í holini, og somu umboð søgdu nú, at tey vilja hava fiskidagabanka, eins og flokkurin vildi ganga við til søguliga stórar skerjingar í fiskidagatalinum. Mortan heldur, at tekur Javnaðarflokkurin ikki í nakkan á sær sjálvum, fær hann ongan tinglim valdan á næsta vali. Á færri hondum ­ Eg eri ikki ósamdur í, at tað helst eru ov nógvir húk­ ar á botni, sum fiska tann smáa fiskin, men her er neyðugt við neyvari og skilagóðari tillaging, so menn vita, hvar teir flóta. Útróðrarmaðurin dugir ikki at ímynda sær, at fígg­ ingarstovnar kunnu vera við til at fíggja skip og bátar, tá hesir ikki hava eina váttan fyri, at vinnutólið sleppur at fiska. ­ Skulu fiskidagar keypast og seljast, koma vit at fáa ein fiskiflota, sum verður savnaður á fáum hondum. Av eini ella aðrari orsøk kann eitt felag, sum rekur fiskiskipavinnu, ganga illa eitt skifti, meðan eitt annað felag, sum hevur vind í segl­ unum, gongur væl. Úrslitið verður, at tann, sum júst í hesi løtu hevur góðan rakst­ ur, keypir dagarnar hjá tí, sum hevur ilt við at hóra undan av givnum orsøkum í eina tíð. Hann sigur, at undir slík­ um umstøðum við keypi og sølu av døgum fáa vit færri og færri »aktørar« í fiski­ og útróðrarvinnuni, og tá verður føroyska samfelagið fátækari. Vinnan uppá ráð ­ Mínir limir eru sannførdir um, at verður ein fiskidaga­ banki settur á stovn, verður hetta mønustingurin hjá okkara heimaflota. Vit kunnu ikki vænta, at fólk, sum ongantíð hava fingist við fiskivinnu, vita, hvat tey gera, og tí er vandi fyri, at alt fer í fisk, sum vit plaga at taka til. Formaðurin í Suður­ streymoyar Útróðrarfelag sær kortini eina vón í nýggja fiskimálaráðharran­ um. ­ Vit seta okkara vón til, at hann tekur vinnuna við upp á ráð í øllum málum og avgerðum, sum hava við okkara fiskiskipa­ og út­ róðrarflota at gera. Tá fáa vit aftur eina vinnu, har menn fáa vónina aftur og fara at síggja ljósari upp á framtíðina, sigur Mortan Johannesen, útróðrarmað­ ur. - Vit seta okkara vón til, at Jacob Vestergaard fer at taka vinnuna við upp á ráð í øllum málum og avgerðum, sum hava við okkara fiskiskipa-og útróðrarflota at gera, sigur formaðurin í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag Mynd: Vilmund Jacobsen - Eg haldi, at politikarar, sum hava ta áskoðan, at vit saktans kunnu gjalda fyri fiskidagar, skuldu verið rystir bæði sundur og saman, sigur útróðrarmaðurin og formaðurin í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag, Mortan Johannesen Mynd: Vilmund Jacobsen