Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. november 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 221 - 17. november 2008 Føroyar skulu finna sína egnu nissju Løgmaður Kaj Leo Johannesen og Simon Anholt hittust seinnapartin fríggjadag. Teir skiftu orð um, hvørjar avbjóðingar og møguleikar alheimsgerðin hevur við sær. Simon Anholt verður mettur sum fremsti serfrøðingurin í heiminum innan tjóðarbranding og er í Føroyum í samband við Kappingar­ samleika­verkætlanina hjá landsstýrinum. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, fegnast um, at gongd er komin á Kappingarsamleika­verkætlanina. »Alheimsgerðin hevur við sær, at heimurin er vorðin sum eitt sølutorg og øll hava møguleika at bjóða seg fram og øll lond kunnu gera seg galdandi. Men í hesari kapping er samleikin og umdømi altavgerandi fyri lond, so væl sum fyritøkur og vørur. Hóast Føroyar er eitt lítið land, hava vit góðar møguleikar at finna okkara nissju í heimsmarknaðinum. Tað snýr seg um at finna fram og vísa á, hvat vit hava og hvat tað er, sum ger okkum serstøk. Sum norðurland hava vit eisini bestu fyritreytir og útgangstøði, tí Skandinavia hevur framúr gott umdømi í øllum heiminum«, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, í tíðindaskrivi. Javnaðarflokkin var komin í eina sam­ leikakreppu, og tað var orsøkin til, at vit royndu CHE sam­ gonguna. Men polit­ iska handalagið var út av lagi vánaligt, og skrivstovugølan var dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir. Hetta staðfesti Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðar­ floksins í formans­ frágreiðing síni á landsfundinum um vikuskiftið Landsfundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Álitið á Høgna Hoydal var javnt og samt niðurbrotið og tað var orsøkin til, at CHE samgongan slitnaði. Tað staðfesti Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum á lands­ fundinum hjá flokkinum um vikuskiftið. Hann staðfesti, at í sein­ astu ABC samgonguni, hevði Javnaðaflokkurin fingið ein keðiligan gráan ham og var komin í eina samleikakreppu, har flokk­ urin varð skuldsettur at vera í lummanum á teimum borgarligu flokkunum. Samstundis var ongin eld­ hugi fyri at halda fram við ABC samgonguni eftir val­ ið í Januar og tað var or­ søkin til, at ein roynd varð gjørd at skipa CHE sam­ gonguna. ­ Tað ein stór avgerð, sum kundi enda við, at vit sótu eftir við ongum og í and­ støðu. Men stóri spurning­ urin var, um vit skuldu rista borgarliga og gráa hamin av okkum og fáa eina meira vinstravenda samgongu, sum veruliga kundi flyta nøkur mørk. Jóannes Eidesgaard helt eisini, at CHE samgongu­ skjalið man vera eitt tað besta, sum nøkur samgonga hevur skrivað. ­ Har uddi av góðum javn­ aðarpolitikki, umframt at nú var meiriluti fyri at taka upp teir grundleggjandi vinnuspurningarnir eitt nú um fiskidagabanka og burð­ ardygga stovnsrøkt. Harum­ framt var ein røð av tiltøkum á útbúgvingar­, granskingar­ og mentunnarøkinum, um­ framt umskipan av skattum og avgjøldum, sjúkrakassin og kringvarpsgjald umvegis skattin og øktan progressivi­ tet í kommunuskattinum. Men fyrst og fremst var fiskivinnupolitikkurin ein av høvuðssúlunum undir samgongusamstarvinum. Førdu ongantíð politikk Men formaðurin í Javnaðar­ flokkinum ásannaði, at hóast nógv gylt mál, vísti tað seg skjótt, at politiska handalagið var út av lagi vánaligt í samgonguni. Hann segði, at veruleikin er, at politikkur kom ongan­ tíð veruliga á dagsskránna. Hann ásannaði samstund­ is, at eisini Javnaðarflokk­ inum hevði innanhýsis trupulleikar, serliga í máli­ num um fast samband um Skopunarfjørð. Tað førdi til eitt samstarv við Sjálvstýris­ flokkin. ­ Næsti tungi sjógvur, sum CHE samgongan fekk, var, tá ið Tjóðveldi, eftir at uppskotið um niðurskurð av fiskidøgum ikki fekk fulla undirtøku innanfloks, knappliga boðaði frá, at teir ikki mettu seg vera egnaðan sum stjórnarberandi flokk. ­ Tað var ein staðfesting, sum eg og mong við mær seinni hava sannað, legði hann afturat. Jóannes Eidesgaard hevur áður nevnt, at umstrídda skrivstovumálið var dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir. ­ Men framanundan hes­ ari lásahendingini var ein røð av hendingum, har ein týðiliga merkti ein ringan vilja til at fáa trupulleikar loystar. Hann segði, at tá ið CHE samgongan varð skipað, hevði hann fult álit á for­ manninum í Tjóðveldinum. ­ Men varð hetta álit javnt og samt brotið niður. Eg skal undirstrika, at hevði eitt framúr gott samstarv við hini landsstýrisumboðini hjá Tjóðveldinum umframt tingmanningina, segði Jóannes Eidesgaard. Hann hevði aldrin vænt­ að, at skrivstovumálið skuldi gerast nakað mál. ­ Men skrivstovumálið var endaliga staðfestingin av, at seinasta álitið var fok­ ið millum formannin í Tjóð­ veldi og meg og samgongan slitnaði. Javnaðarflokkurin heldur, at brátt lýsir í eystri og lands­ fundurin hjá flokki­ num hevur fyri lítlari løtu síðani staðfest samfelagsstøðuna og hevur samtykt kósina frameftir Landsfundur Áki Bertholdesen aki@sosialurin.fo ­ Fíggjarkreppan, sum herj­ ar um allan heim, er enn eitt prógv um, at tær ultimativu hugsjónirnar ikki eru førar fyri at bera samfelagsvirð­ unum uppi. Vit sóu tað í 1989, og vit síggja tað nú. Tær hava so ruddiliga spælt fallit, men hava tó megnað at senda rokningina víðari til onnur at gjalda. Hetta staðfestir Javnaðar­ flokkurin í eini landsfundar­ samtykt, sum varð samtykt á landsfundinum í Klaksvík um vikuskiftið. Flokkurin staðfestir, at Tað kann verða ein gongd leið at sanera ein part av skuldini hjá teimum ringast staddu kommunum, treytað av at tær leggja saman Landsfundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Skuldin hjá teimum mest skuldarbundnu kommunu­ num, er ein stórur, politiskur trupulleiki at taka støðu til. Tað staðfesti Jóannes Eid­ esgaard, formaður javnaðar­ floksins í formansfrágreið­ ing síni á landsfundi flok­ sins í Klaksvík um viku­ skiftið. Hann vísti á, at støðan hjá kommunum er, at nakrar aka á knøunum, samstundis sum aðrar hava eina sterka støðu. Politiska handalagið var út av lagi vánaligt Samhal Kommu - Ì CHE samgonguni var ein røð av hendingum, har ein týðiliga merkti ein ringan vilja til at fáa trupulleikar loystar, staðfesti Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins í formansfrágreiðing síni á landsfundinum um vikuskiftið