mánadagur 17. november 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 221 - 17. november 2008
hetta støðuga uppáhaldið,
at felagsskapurin er eitt haft
um beinini á tí einstaka, at
sjálvdráttur er betri enn
felags stev, at privatiseringar
altíð eru av tí góða, og at
liberalisman skapar varandi
virðir og vøkstur, riggaði
ikki.
- Bløðran brast. Tað er nú
prógvað og sligið fast við
sjeytumma seymi. Tí eru nú
boð eftir hugsjónum, ið
kunnu leggja lunnar undir
eitt veruligt sjálvberandi
vælferðarsamfelag í vøkstri,
sigur flokkurin.
- Altjóða marknaðarbú-
skapurin skal ganga lið um
lið við tí samhaldsfasta sam-
felagnum - ikki yvirtaka
samfelagið. Henda kósin er
okkara - hetta er tann sosial-
demokratiski arvurin.
Landsfundurin
fegnast
eisini um, at Javnaðarflokk-
urin framhaldandi er í sam-
gongu, og at tað í sam-
gonguskjalinum
millum
Javnaðarflokkin, Sambands-
flokkin og Fólkaflokkin eru
hópin av góðum og grund-
leggjandi javnaðarmálum,
sum tikið verður til.
- Endamálið í samgongu-
skjalinum er at føra ein
sterkan,
samhaldsfastan
politikk í øllum landinum,
við denti á altjóðagerð eins
og lívfrøðiligari burðar-
dyggari fiskivinnu. Hetta er
ein broyting í mun til und-
anfarna ABC-skjal.
Alment virksemi
tryggjast
Landsfundurin
er
eisini
samdur um, at hóast málið
er at fáa avlop á fíggjarlógini
sum skjótast, er neyðugt, at
tað almenna tryggjar virk-
semið kring landið og
tryggjar, at grundleggjandi
kjarnutænasturnar eru óskal-
aðar, sjálvt um hetta merkir
hall einstøk ár.
- ALS útgjaldið skal
hækka og tryggja virðilig
kor fyri tey, ið nú verða rakt
av tilfeingis- og fíggjar-
kreppu.
Samstundis skal umskúl-
ing
og
førleikamenning
vera tøk fyri øll, ið gerast
arbeiðsleys.
Flokkurin er eisini samd-
ur um, at størri partur av
inngjaldinum til Samhalds-
fasta verður útgoldin teim-
um, sum eru pensjónistar í
dag, samstundis sum grunn-
urin
framhaldandi
skal
styrkjast fíggjarliga.
- Tað er rætt at fara undir
ein samhaldsfastan kommu-
nalreform, soleiðis at øll
øki í landinum hava javn-
bjóðis møguleikar. Flokk-
urin heldur tað vera neyðugt
at
viðgera
spurningin,
hvussu vit kunnu hjálpa
mest skuldarbundnu komm-
ununum
sambært
neyvt
ásettum reglum.
Landsfundurin
fegnast
eisini um samhaldsfasta til-
takið, at veita Íslandi eitt
gjaldførislán.
Flokkurin heldur eisini,
at vit mugu gera neyðugar
broytingar í verandi fiski-
vinnuskipan, so hon verður
lívfrøðiliga, umhvørvisliga
og fíggjarliga burðardygg.
Tað er framleiðslukipanin,
sum tryggjar bestu góðsku
og fyrireikingar skulu ger-
ast til at skipa keyp og sølu
av fiskirættindum á fiski-
dagamarknaði.
Harafturat heldur Javn-
aðarflokkurin, at tað er
neyðugt at endurskoða allar
sosialar skipanir, soleiðis at
tær altíð gagna teimum, ið
veruliga hava tørv á sam-
haldsføstum veitingum.
- Játtanir til heimarøkt og
aðrar heilsutænastur eiga í
størri mun at koma brúk-
arunum til góða og øll
útbúgvingarskipanin eigur
at verða styrkt munandi og
lagað til teirra, sum hava
serligan tørv. Granskingin
eigur at verða styrkt – eisini
vinnugranskingin, mentan-
arlívið eigur at verða ment
og virðismett sum eitt aktiv
í framburði landsins, sigur
javnaðarflokkurin.
ldsdsfastur politikkur um alt landið
Onkur hevur nevnt, at
vandi er fyri, at vit fara fáa
A og B kommunur.
- Men tað er greitt, at tá
ið ein kommuna brúkar all-
ar sínar inntøkur til at gjalda
rentur og avdráttir, fáa borg-
ararnir ikki tær tænastur,
sum borgarar fáa í øðrum
kommunum, segði Jóannes
Eidesgaard.
Umframt at vera formaður
javnaðarfloksins, er Jóannes
Eidesgaard eisini lands-
stýrismaður í fíggjarmálum
og hann segði, at hann hev-
ur mangan hugsað, at ein-
asta gongda leiðin burtur úr
vónleysu støðuni hjá ávís-
um kommunum er, at tær
verða saneraðar.
Hann legði tó dent á, at
hann hevði ikki viðgjørt
hetta saman við hinum
flokkunum í samgonguni.
- Leggur tú tvær fátækar
kommunur saman, fært tú
eina stóra fátæka komm-
unu.
- Og tær kommunur, sum
eiga nakrar krónur á kistu-
botninum, hava hug at
renna undan samanlegging
við tær fátæku.
Sanering ein
gongd leið
Tí heldur Jóannes Eides-
gaard, at ein sanering niður
á leið eina álíkning treytað
av einari samanlegging,
kundi verið ein gongd leið.
Men tað eigur eisini at
vera fortreyt er, at vit tá
hava eina eitt neyvt eftirlit
við fíggjarviðurskiftunum
hjá kommunum fyri at
forða fyri at tær ikki aftur
økja skuldina og seta seg í
somu støðu.
- Tað er ein royndur lutur,
at
fíggjarstýringin
hjá
summum kommunum hev-
ur ikki verð nóg neyv og
nógvar kommunur hava
slett
ikki
tamarhald
á
fíggjarstýringini.
Í hesum sambandi fortaldi
hann, at fíggjarmálaráðið
roynir nú í samstarvi við
kommunurnar at fáa meira
gjøgnumskygni í fíggjarligu
viðurskiftini hjá kommun-
um.
- Vit skulu minnast til, at
kommunubúskapurin er um
helvtina av samlaða búskap-
inum, segði Jóannes Eides-
gaard, so skal toppurin
sanerast av skuldini hjá
teimum mest skuldarbundu
kommununum, má tað vera
ein fortreyt, at landið fær
eftirlit við fíggjarstýringini
hjá kommununum.
Sjey kommunur
Í hesum sambandi upplýsti
hann, at landsstýrið nú hev-
ur sett eina kommisjón,
sum skal koma við einari til-
ráðing til politisku skip-
anina um, hvussu vit koma
niður á sjey kommunur í
Føroyum í hesum valskeið-
num.
Eitt, sum kommisjónin
skal taka støðu til, er, hvørji
øki kommunurnar skulu fáa
at umsita, og hvussu ein
blokkstuðul í hesum sam-
bandi skal leggjast til rættis.
- Eisini skal ein útjavning-
arskipan gerast, har komm-
unur, sum ikki fáa inntøkur
frá almenna virkseminum,
eisini fáa sín part, segði
Jóannes Eidesgaard.
Hann staðfesti, at hesin
kommunureformurin verð-
ur eitt av flaggskipunum
hjá hesi samgonguni
unur sanerast afturfyri at leggja saman
Allar sosialar skipanir
skulu endurskoðast,
soleiðis at tær altíð gagna
teimum, ið veruliga hava
tørv á samhaldsføstum
veitingum, hevur
Javnaðarflokkurin
samtykt á landsfundi í
Klaksvík um vikuskiftið
- Kommunur, sum eiga nakrar
krónur í kistubotninum renna
undan samanlegging við tær
fátæku kommunurnar og tí er
einasta loysn kanska at sanera
skuld hjá teimum ringast
staddu kommununum, var
ein boðskapur til javnaðarfólk
á landsfundi í Klaksvík umj
vikuskiftið
TB mannað nevndir
Á eykaaðalfundi hjá Tvøroyrar Bóltfelag sunnudagin vórðu allar nevndirnar mannaðar. Nógv hevur
verið tosað um, um tað fór at eydnaðst at manna nevndirnar í Tvøroyrar Bóltfelag, eftir at allir
nevndarlimirnir løgdu frá sær á aðalfundinum. Á eykaaðalfundinum í dag vórðu nevndirnar valdar, og
manna hesi nevndirnar: Í starvsnevndini eru Jóhan
Petur Olgarsson, Jean Dimon og Mina Joensen. Í
fótbóltsdeildini eru Oddur Dimon, Sigvald Steinkross,
Tummas Niclasen og Nina Holm. Í ungdómsdeildini
eru Marit Pólsdóttir, Daisy Hammerfoss og Ingrid
Silvurdal. Nevndirnar fara at skipa seg í næstu viku,
upplýsir Jóan Petur Olgarsson, sum tók við afturvali,
fyri Suðuroyarportalinum.
Kelda: www.sudurras.fo
FA sáttmála við Súluna
Nýstovnaða fakfelagið Súlan, sum er fyri kabinustarvsfólkini hjá
Atlantic Airways, heitti fyrr í ár á Føroya Arbeiðsgevarafelag um
at taka upp sáttmálasamráðingar um øki, sum ikki fyrr hevur
verið í sáttmála undir Føroya Arbeiðsgevarafelag. Hesar
samráðingar eru nú loknar, og 11. november 2008 undirskrivaðu
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súlan sáttmálan. Sáttmálin er
galdandi frá 1. november 2008 til 1. november 2010, og
lønarhækkingarnar í hesum sáttmálanum, í mun til lønirnar í
gamla innanhýsis sáttmálanum, eru á sama støði, sum teir
sáttmálar Føroya Arbeiðsgevarafelag annars hevur gjørt í hesi
samráðingarrunduni.
Kelda: www.industry.fo