Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. november 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 221 - 17. november 2008 15 viðmerkingar Eg skilji, at summi hava fingið ta fatan, at eg ikki tók undir við bjargingini av Norrønu, tá eg vegna SamVit varð kallað til hoyringar í løgtinginum fríggjadagin 7. november. Hetta er ikki rætt. Eg fari tí við hesum at royna at endurgeva her við egnum orðum, hvat eg legði dent á undir hoyringini um Smyril Line málið SamVit er m.a. ferðaráð fyri Føroyar, og eg skuldi sum umboð fyri SamVit svara spurninginum: “Hvørj­ar avleiðingar metir tú, tað fær fyri føroyska ferðavinnu, um Norrøna verður løgd nú?” Eg svar­ aði, at tað týdningarmesta fyri ferðavinnu í Føroyum er at tryggj­a, at vit fáa stabilitet á rutunum til og úr Føroyum. Eg undirstrik­ aði, hvussu týdningarmikið tað er fyri ferðavinnuna sum heild, at ein loysn verður tryggj­að, sum gevur besta stabilitetin í mun til ferðafólkaflutningin mill­ um Føroyar og útheimin – ikki bara nú, men eisini uppá longri sikt. Tað er eitt prinsipielt mál, um tað er rætt, at tað almenna skal bj­arga privat­ um fyritøkum, sum koma í trupulleikar. Eg var ikki biðin um at taka støðu til tað prinsipiella. Tískil valdi eg at undirstrika, at tað er serstakliga óheppið fyri ferðavinnuna, um Norrøna gevst at sigla nú, tí realist­ iskt sæð eru neyvan nakrar alternativar loysnir í bræði, so vítt eg dugi at meta um tað. Eg havi onga løtu sagt, at løgtingið ikki átti at bj­arga Norrønu. Eg havi heldur onga løtu sagt, at tað hevði lítlan týdning, um Smyril Line var til ella ikki til. Tvørturímóti vísti eg á undir hoyringini, at tað hevði verið ein kata­ strofa fyri føroyska ferða­ vinnu, um sj­óvegis ferða­ fólkafarleiðin IKKI varð tryggj­að, tí so fór ferða­ vinnan uttan iva at missa alt næsta summar á gólvið. Eg nevndi eisini undir hoyringini, at tað neyvan fer at bera til hj­á nøkrum øðrum at fáa etablerað eina aðra ferðafólkasigling í bræði, tí um Smyril Line fór av knóranum, so fara onnur reiðarí og/ella íløgar­ ar neyvan at trúgva uppá, at tað kann loysa seg at fara inn og yvirtaka rutur­ nar hj­á Smyril Line. Eg vísti eisini á, at eg ivaðist stórliga í, um øll tey ferðafólkini, sum kundu hugsað sær at sigla til Før­ oya, fóru at velj­a at flúgva ístaðin, tí tað er ein heilt annar málbólkur, sum velur at sigla framum at flúgva. Haraftrat nevndi eg, at serliga ferðafólka­ hóparnir frá Miðalhavs­ londum sum Spania og Italia vóru í stórum vøkstri – og tí var tað eisini spell, um ferðafólkafarleiðin til Danmarkar dettur niður­ fyri, tí tað er tann farleiðin hesi fólkini brúka mest. Eg segði, at um Norrøna verður tikin úr sigling nú, hevði tað ikki minst verið sera óheppið í mun til teir túroperatørar, sum selj­a Føroyar, tí katalogini – t.d. Tourist Guide’in – eru langt síðani prentað, og fólk eru farin at bíleggj­a teirra ferðaseðlar longu. Um Norrøna heldur uppat at sigla, fer tað ikki bara at ganga út yvir næsta summ­ ar, men tað kann taka ár at endurupprættað álitið hj­á túroperatørum og øðrum, sum selj­a ferðir til Føroyar. Tí kundi eg ikki siga ann­ að enn, at tað hevði verið ein stórur smeitur fyri ferðavinnuna, um sj­óvegur­ in fyri ferðafólk til megin­ landið verður kutaður av nú. Ikki minst j­úst nú, tá Føroyar hava verið meira í fokus í útlendskum fj­øl­ miðlum enn nakrantíð fyrr, og vit tí hava sera góðar møguleikar fyri at fáa fleiri ferðafólk henda vegin. Eg helt meg vera púra greiða í mínum svari til spurningin, eg fekk. Men kortini skilj­i eg á lagnum, at fólk hava verið ørkymlað. Eg veit ikki, um tað er tí, at eg ikki vísti nakra greiða støðu í mun til tað prinsipiella. Eg tók nemliga ikki støðu til, um tað er rætt av tí almenna at bj­arga privatum virksemi, sum Smyril Line j­ú er. Onkur helt fyri, at “SamVit var rættiliga negativt”. Eg skilj­i ikki, hví fatanin er so, men kanska er tað tí, eg segði, at eg ikki visti, um Norrøna – uppá longri sikt – er tað rætta skipið at varðveita. Eg veit tað ikki, men eg loyvdi mær at spyrj­a, um tað er hugsandi, at aðrar loysnir kunnu verða burðardyggari uppá longri sikt. Men eg havi ikki nakra løtu verið í iva um, at beint nú er einki annað alternativ enn at varðveita Norrønu. Eg dugi ikki at meta um bj­argingarætlanin fyri Norrønu fer at virka, tí eg kenni ov lítið til tað fíggj­ar­ tekniska aftanfyri útrokn­ ingarnar, men eg segði, at um ætlanin ikki fer at rigga sum ætlað, kann tað eisini gerast ein “katastrofa” fyri ferðavinnuna, tí so hava vit bara skumpað trupulleikar­ nar frammanfyri okkum. Tað kann vera sera óheppið fyri ferðavinnuna, um rutan framhaldandi er hótt og í vanda fyri kortini at detta niðurfyri. Eg kann bara vóna, at tað almenna kann vera við til at tryggj­a stabilitetin, og at ætlanin fer at eydnast, tí um vit ætla okkum at byggj­a eina lønandi ferða­ vinnu upp í Føroyum, er tað serstakliga neyðugt fyri okkara trúvirði og okkara møguleika at selj­a Føroyar sum ferðaland, at vit kunnu geva garanti fyri, at rutur­ nar millum Føroyar og útheimin – bæði loftvegis og sj­óvegis – eru stabilar og burðardyggar eisini uppá longri sikt. Tað er rætt, at eg í einum intervj­úi í Sosialinum fríggj­adagin tann 7. nov­ ember harmaðist um, at ferðaleiðirnar til Skotlands og Noregs eru niðurlagdar. Hetta standi eg við, tí eg haldi, at tað er sera spell fyri føroyska ferðavinnu, um ferðafólk, sum ynskj­a at ferðast sj­óvegis frá Evropu, bara hava møgu­ leikan at ferðast umvegis Danmark. Eisini er tað spell, at ruturnar nú verða niðurlagdar í mun til alt arbeiðið, sum er gj­ørt higartil og ætlanarlagt framyvir við at byggj­a upp marknaðirnar í Noreg og Skotlandi. Og ikki minst er tað spell fyri føroyingar sj­álvar, sum missa henda ferðamøguleika. Men hetta er ikki tað sama sum at finnast bein­ leiðis at leiðsluni í Smyril Line fyri at hava verið noydd at tikið avgerðina um at niðurleggj­a ruturnar til Skotlands og Noreg – ella at siga, at Norrøna ikki skal bj­argast. Eg skilj­i sera væl, at Smyril Line fyrst og fremst má hugsa um at fáa lønsemi í sítt virksemi – og at valda loysnin kann vera besta loysnin fyri Smyril Line. Eg meini eisini – og havi meint alla tíðina, at sum nú er, er tann frægasta loysnin at bj­arga Norrønu, tí alternativið er verri. Men ein spurningur, sum sj­álvandi er viðkomandi at seta, er, um nýggj­a rutu­ mynstrið hj­á Norrønu er tann besta loysnin fyri ferðavinnu sum heild í Føroyum. Tað vita vit ikki, men tað fer tíðin at vísa. Spurningurin er eisini, um føroyingar kunnu liva við, at fleiri lívsæðrar til út­ heimin verða kutaðar av í einum høggi – og um ikki, hvør loysnin so skal vera uppá tað. Skal tað almenna loysa tann trupulleikan? Tað havi eg ikki nakað svar uppá. Hetta er ein spurn­ ingur, almennu Føroyar og ferðavinnan má viðgera framyvir. Tíðin fer eisini at vísa, um Norrøna fer at bera seg við nýggj­u ferða­ ætlanini hereftir. Eg kann bara, sum øll onnur, vóna tað besta. Nú er málið um Norrønu avgreitt í tinginum og Smyril Line hevur fingið 30 mió., so heldur enn at havast at, hvat hvør hevur sagt og ikki, latið okkum heldur brúka orkuna uppá at finna út av, hvussu vit fáa fleiri ferðafólk við Norrønu til Føroya, so vit á bestan hátt tryggj­a, at virksemið hj­á Smyril Line veruliga fer at bera seg. Tað meti eg, at vit gera best við at gera íløgur í og hj­álpa hvørj­um øðrum við at gera marknaðarførings­ átøk saman úti í heimi, sum veruliga gera mun. SamVit var ikki ímóti at bjarga Norrønu stjóri í SamViti Elini HEinEsEn Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara Andrias C. Samuelsen Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Vit takka fyri blómur og gávur til Føroya Felag móti Krabbameini, eins og vit takka øllum tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til jarðarferðina og fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Aja, Elisabeth, Inga, Heri, Andrias, Jónas og Elias Dagurin 17. november. Anianus, deyður ár 453. Hann var abbati í kleystrinum Orgerils, nærhendis Orleans, har hann gj­ørdist biskupur. Eg havi hug at gera nakrar viðmerkingar til nýggj­u ætlanina í sj­úkrahúsverki­ num um at seta ein nýggj­­ an sj­úkrahússtj­óra. Tað er ikki so lítil øsing, sum er skapt í sj­úkrahús­ verkinum, nú henda ætlan skal fremj­ast. Eitt sj­úkra­ húsverk er ein ógvuliga komplicerað institutión við starvsfólkum frá ymiskum samfelagsbólkum, herundir eisini rættuligum serføðing­ um á ymiskum økj­um. Nýggj­a ætlanin byggir ikki á eitt álit frá serfrøð­ ingum, men er gj­ørt av 2 leiðarum í sj­úkrahúsverk­ inum, sum báðir meira ella minni hava spælt fallit á ymiskum økj­um. Størsti parturin av hesum áliti er rein avskriving aðrastaðni frá. Kapitul 7 í álitinum um bygnað og virksemið er tó gj­ørt av hesum báðum. Essensurin í ætlanini er, at nú skal aftur setast ein sj­úkrahússtj­óri við ógvu­ liga umfatandi heimildum, tó so at tann eini av faðirin­ um til ætlanina altíð skal kunna støðga honum, nú hann er avanceraður til aðalstj­óra. Høvuðsuppgávan hj­á nýggj­a sj­úkrahússtj­óranum er at fremj­a alt tað í verki, sum tann eini av høvuðs­ monnunum aftanfyri álitið ikki hevur megnað sj­álvur, hóast hann nú hevur hægri charge enn nýggi sj­úkrahús­ stj­órin og eina nógv størri umsiting, enn tann nýggi sj­úkrahússtj­órin fer at fáa. Eftir míni meting hevur hesin nýggi sj­úkrahússtj­ór­ in ongar møguleikar fyri at loysa allar hesar uppgávur, og tí vil hetta vera ein táta. Man hevur varhugan av, at hetta skal síggj­a út, sum at landsstýrismaðurin ger nakað munagott við sj­úkra­ húsverkið og so ganga helst nøkur ár afturat, har sj­úkrahúsverkið bara versn­ ar, meiri peningur verður oyddur burtur í umsiting, og aðalstj­órin hevur parkerað allar trupulleik­ arnar hj­á hesum nýggj­a sj­úkrahússtj­óra. Tað vil so viðføra, at umsiting hj­á aðalstj­óranum onga serliga uppgávu hevur og kann ganga og dusa sær. Stóra umsiting á LS kann eisini ganga og hugna sær, tí tey hava í veruleik­ anum onga stóra uppgávu heldur. Man kundi latið hetta alt farið aftur við borðinum og so bara bíða, til nýggi sj­úkrahússtj­órin hevur rent seg fastan. Hinvegin so vil hetta ørkymla alt sj­úkra­ húsverkið, og heldur vil effektiviteturin versna enn batna, sum ætlanin var. Tað er púra klárt, at samstarv má uppstanda millum læknar og onnur, sum hava álit á hvørj­um øðrum, og eitt slíkt sam­ starv kann ikki dikterast omanifrá. Í nógv ár hevur sj­úkra­ húsverkið bara verið í bíði­ støðu. Landssj­úkrahúsið hevur havt fleiri umsiting­ arliga stj­órar og fleiri læknastj­órar og sj­úkra­ systrastj­órar. Tey flestu av hesum stj­órum hava ikki havt innlit í at leiða nýmót­ ans sj­úkrahús, og tí eru fleiri ár farin bara við at bíða eftir, at hesi fólk skulu seta seg inn í »tingini«, alt ímeðan sj­úkrahúsverkið bara sindrast. Suðuroyar Sj­úkrahús er umsitingarliga ógvuliga væl rikið. Tað er tí eitt sindur óskilj­andi, hví tað nú eisini skal førast út í sama skilaloysi, sum hevur rátt á LS í nógv ár. yvirlækni Jan JEspErsEn Nýggj sjúkrahúsleiðsla ein táta