mánadagur 17. november 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 221 - 17. november 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Tann 5. november andaðist
John
Joensen,
85
ára
gamal. Hann var um nakar
ímyndin av eldra ættarliðn
um av fiskimonnum, sum
hevur lagt grundarlagið
fyri okkara samfelag.
John var sonur Malvinu,
f. Steffensen, ættað úr
Árnafirði og Jakku Joensen
á Geilini í Klaksvík. Hann
var eisini kallaður sterki
Jakku, og hetta var ikki av
ongum. Tað eru nógvar frá
sagnir um hansara styrki
Tey vóru níggju systkin,
sjey brøður og tvær systrar.
John var tann fimti í røðini.
Av hesum sjey brøðrum
gjørdust allir sjómenn utt
an tann elsti, tann nú 92
ára gamli Jógvan Gerðalíð,
sum gjørdist bóndi. Onnur
systirin
Solborg
giftist
eisini við einum sjómanni,
John Joensen, á Geilagarði
úr Lorvík. Sterki Jakku
balaðist eisini á sjónum til
hann tók við festinum eftir
pápan 40 ára gamal. Nú
eru trý farin av hesum
systkjum Absalon, John og
Erland.
Tað er eingin ivi um, at
hetta hevur verið eitt vala
heim, so væl sum tað kom
burtur úr hjá øllum teirra.
Tey lærdu at arbeiða frá
barni av. Sum Jógvan segði
í eini frásøgn í Miðvikuni í
2007:
“Vit veltu epli, høvdu
kúgv, skóru torv, áttu leypar
av øllum sløgum, fýra
mannafar, línutrog, tráðu,
skrubbustingara, øðudregg,
øðuklógv, jarnbrot, eyrhøgg
ara, spakar, hakar, kvísl,
gróthamrar og grótbor, sum
sjálvandi var til sleggju.
Vit áttu eisini ross,
hestavogn, klyvjaleypar og
ikki at forgloyma trillubør
una, har hon kundi brúkast.
Við trillubørini sluppu vit
frá leypinum, og spardi
hetta nógv uppá lendarnar,
ið mangan marvaðu skinn
ið á hol.
Jú, vit vóru bara væl
fyri, og høvdu øll nýmótans
tátíðar amboð.
Var okkurt at forvinna í
aðrar mátar, so sum fiska
arbeiði ella annað, lógu vit
altíð framvið, børn sum
vaksin. So vit vóru ómeta
liga væl fyri.”
Hetta vóru umstøður sum
gjørdu dreingir til menn og
gentur til konubrot.
Tey búðu við Borðoyavík,
og her var teirra lív eisini.
Tað var farið á flot, tá ið
flotandi var. Her settu tey
skrubbulínu, stungu fliður
til agn, og slíkt sum hoyrdi
slíkum lívi til.
Rýmdi úr skúlanum
og gjørdist av fremstu
trolmonnum
Tá ið dreingirnir vuksu til,
fóru teir flestu til skips.
Hetta dámdi ikki mamm
uni. Hon royndi at fáa onkr
an teirra at fara víðari í
skúla. John byrjaði eisini í
millumskúlanum 12 ára
gamal. Hetta tímdi hann
ikki, og hann fór úr skúlan
um, tá hann kundi 14 ára
gamal.
Fyrstu tíðina fekst hann
við fyrifallandi arbeiði, og
eisini arbeiddi hann hjá páp
anum, sum hevði sandbát.
John fór til skips til Grøn
lands í 1940 við skonnartini
Liljuni. Einasti túrur Jógv
an, beiggin, sigldi við fiski
var eisini við Liljuni í
1943, tá ið hann var niðri
við og seldi.
Aftaná fór John við
fyrsta Skálaberg á ísfiska
veiðu saman við Mortan
og soninum Kaj Johanne
sen. John kom tískil at
sigla undir øllum krígnum.
Men teir sluppu undan
vandum.
John var í 1946 eystan
fyri við trolaranum Urd,
har Mortan var skipari.
Mortan sat saman við mill
um øðrum John og skaffað
aði, tá ið hann small niður
við heilabløðing og doyði
stutt eftir.
John kom at gerast ein
av okkara royndastu trolara
monnum. Hann gjørdist
navigatørur og kom at sigla
á brúnni sum skipari og
stýrimaður.
Fór at sigla við
Hans Paula
Aftaná kríggið var John
skipari á Silver Spray. Síð
an fór hann sum stýrimaður
við trolaranum Nólsoyar
Páll, sum tó skjótt fór úr
flotanum aftur. Aftaná var
John stýrimaður við Hans
Paula Johannesen við Jóann
es Patursson í 50unum.
Hetta var ikki hissini kjans
ur. Bóndin, sum hann eisini
varð kallaður, var flagg
skipið í flotanum. Trolarin
var stórur og hevði olju
fýrng, sum var eitt ómeta
ligt framstig í mun til kol
fýrdu
trolararnar.
Teir
høvdu ekkolodd við pappírs
útskrift, og so fingu teir
eisini radara. Uppihaldsrúm
ini vóru eisini nógv betri
enn á øðrum trolarum.
Hetta var alt óhoyrt luksus,
og tað var ein rættulig álitis
váttan hjá so ungum manni
at sleppa á brúnna á einum
slíkum fari.
Í 1959 fekk John eitt ann
að álitisstarv. Tá lat lands
stýrið
tríggjar
trolarar
byggja í Portugal. John var
biðin at vera umsjónarmað
ur við byggingina. Hann og
Daisy búðu tá eitt hálvt ár í
Portugal. Hon kom eisini at
navngeva tann fyrsta av
hesum trolarunum, Leivur
Øssurson. John kom eisini
at føra hann fyrstu árini.
Tann næsti var Ólavur
Halgi, men John kom so
seinni at føra tann seinasta,
Vágbingur, fram til umleið
1964.
Um hesar trolarar kann
sigast, at teir vóru eitt
nýbrot. Men hesi vóru eis
ini orsøkin til, at tað ikki
gekk so væl. Teir høvdu
elektrisk spøl, sum ikki
riggaðu ov væl. Eisini
høvdu teir dieselmaskinu,
sum gjørdi meira gang enn
trolarar við dampmaskinu,
og tí fiskaðu teir minni á
grunnum vatni.
John fekk eisini roynt
nótaveiðu, nevniliga við
Boðanes og Sólborg. Hann
var eisini á rækjuveiðu mill
um annað við Svalbard.
John fór seinni saman
við Benni beiggja sínum
við hekkutrolaranum Sjúrð
arberg, seinni Enniberg.
John førdi eisini ísfiska
trolarar undir Føroyum.
Hann førdi Mýling og
eisini Cubatrolarar.
Upp á land
Seinnu árini arbeiddi hann
eitt skifti á nótavirkinum
Vónini i Havn. Hetta var
eitt øki, har hann var ser
frøðingur. Eitt skifti var
hann eisini vaktarmaður á
skipasmiðjuni.
Hansara
sjólív endaði við Thors
havn hjá Ríkisumboðnum.
Hetta var fittligt sjólív í
mun til tað, sum hann ann
ars hevði verið vanur við.
Tey sum kenna John, og
teir sum hann hevur siglt
saman við, bera honum, at
hann var ein framúr álitis
maður og góður at vera
saman við. Men háva
gjørdi hann ongan burtur
úr sær. Hann var eins rólig
ur umborð sum í landi.
Sterkur var hann sum nak
ar. Orkaði spælið ikki, setti
John
eisini
á,
og
tá
loysnaði.
John giftist í 1953 við
Daisy, fødd Niclasen, sum
er ættað úr Hvalba. Hon var
komin til Havnar at arbeiða
í handlinum hjá Katrinu
Christinsen í Havn, og hann
gekk uppá skúla. Soleiðis
komu tey saman. Daisy hev
ur verið John ein góð kona.
Hon hevur eisini havt sínar
royndir sum sjómannakona
við manni, sum var nógv
burtur, og væl hevur riggað.
Í fyrsta umfari búsettust
tey í Klaksvík, men í 1961
komu tey til Havnar, har
tey búsettust á Frælsinum.
Men røturnar norður eftir
fornoktaðu seg ikki. Klaks
víkin og Borðoyavík høvdu
hansara stóra áhuga, og
hann vitjaði javnan norður
aftur, og fór eisini á flot tá
ið høvi beyðst.
John hevur havt tað gott
til í summar. Tað var altíð
hugnaligt at hitta hann og
Daisy. Altíð var hann við tí
góða orðinum, soleiðis var
hansara lyndi.
Børnini eru Joan, sum
býr í Klaksvík, og Viggo
og May, sum búgva í Dan
mark. Abbabørnini eru 10
í tali, og nú eru eisini kom
nir tveir langabbasynir.
John var ein av okkara
røttu havsins synum. Vit
eru mong sum minnast
hann við virðing.
ó.
Til minnis um John hjá sterka Jakku
John og Daisy
John við sekstantinum