mánadagur 17. november 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 221 - 17. november 2008 ]
Hóast Kyndil í løt
um var væl við, so
megnaðu tær ikki
at taka stig frá bláu
grannunum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir at Kyndil í vár argaði
Neistan
fleiri
ferðir
á
kvinnusíðuni, hevur myndin
í ár verið tann meira vanda,
har tær bláu hava havt mun
in í høvuðsstaðnum. Og í
so máta var sunnudagurin
einki undantak.
Kyndil var annars væl við
fyrstu løtuna, tá tær hildu
høvdið kalt í álopsspælinum,
soleiðis at Neistin ikki
slapp at renna frá teimum.
Um miðjan fyrra hálvleik
skrædnaði tó, tá Kyndi
leinki mál fekk í 10 minuttir,
og eftir hetta kom ongan tíð
nakar veruligur spenningur
í dystin.
Kyndil megnaði tó at
halda fast í mótstøðuni, so
leiðis at munurin ikki øktist
millu liðini, men nakrar
trupulleikar hevði Neistin
ikki av hesum.
Soleiðis er Kyndil fram
vegis stigaleyst í botninum
á talvuni, meðan Neistin
enn sum áður roynir at
renna eftir VB og Stjørn
uni.
Setið stór mál
Ætlanin er mest sum ræðandi stór, men
ofta eru tað júst slíkar, sum gera munin
Ítróttarklumma
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er ikki smávegis
ætlan, sum Todi
Jónsson saman við
øðrum føroyskum
íleggjarum barslar við
á Amager.
Eitt stadion fyri tvær
milliardir fær helst
ætlaða tjóðarvøllin hjá FSF at síggja út sum tunn
lummaull, men tað hoyrir eisini við til fortreytirnar,
at fortreytirnar fyri at skapa eitt nøktandi fíggjarligt
grundarlag til slíka ætlan eru nakað væl betri í
danska enn føroyska høvuðsstaðnum.
Og partvíst ber eisini til at skapa hesar fortreytir
sjálvur.
Við at seta sær sum mál, at Keypmannahavn skal
vera norðurlendski høvuðsstaðurin, tá um ræður
rimmar mentunar og ítróttatiltøk, er tvørtræið longu
lyft nakað nógv hægri, enn tey flestu hava roynt áður.
Men tað er nú ikki nakað, sum menninir handan
ætlanina ikki hava roynt áður.
Brian Mollerup, ið er settur sum høvuðsmaðurin í
ætlanini, hevur áður sett sær mál, sum fyri øðrum
tykjast veruleikafjar, men sum kortini eru rokkin.
Hann var maðurin, sum stóð fyri HM í
kvinnuhondbólti. Saman við Anju Andersen bygdi
hann upp á fýra ár Slagelse frá at vera eitt lið í
næstbestu donsku deildini til at vera heimsins
sterkasta lið í kvinnuhondbólti. Og saman við øðrum
megnaði hann at savna ikki bara Herning og Ikast
men at kalla alt Norðurjylland, so ein seriøsur
avbjóðari til danska fótbóltstindin kundi skapast.
Og tað er júst slíkt víðskygni, sum skal til, um
mørk skulu flytast. Summi hava hug til at siga, at
tann, sum ikki fer upp um garðin, har hann er
lægstur, er ikki heilt rættsiktaður. Eitt amerikanskt
orðafelli sigur, at tú skalt leita eftir hægsta punktinum
á garðinum, og síðani hoppa so alt tað, sum tú orkar.
Undir øllum umstøðum er einasta royndin, sum
ikki miseydnast, tann, ið tú ongan tíð gert. Tað er
kanska tryggari, men avgjørt ikki eins spennandi.
Føroyingar dømdu í Noreg
Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen sluppu at verða dómarar í einum
sera spennandi dysti í Elverum, sum liggur á norska eysturlandinum.
Dysturin millum Elverum og franska liðið, Creteil endaði við einum
ógvuliga teprum sigri til norska liðið. Elverum vann 2726.
Hálvleiksstøðan varð 1513 til Elverum. Í síðstu løtu tá støðan varð 27
26 til Elverum dømdu Andrias og Eyðun brotskast til franska liðið.
Benoit Henry fekk ein gyltan møguleika at javna, men hann skeyt upp
um málið hjá Elverum. Í lokalu fjølmiðlunum er ikki eitt orð at lesa um
dómaraavrikið, men plagar tað ofta at boða frá góðum.
Claus tapti grannadyst
Blackpool spældi um vikuskiftið grannadyst ímóti
Preston, og tað endaði við tapi hjá Blackpool. Úrslitið av
dystinum gjørdist 31 til gestirnar úr Preston. Claus Bech
Jørgensen spældi við á liðnum hjá Blackpool allar 90
minuttirnar. Blackpool byrjaði væl og legði seg á odda 1
0 eftir 10 minuttir. Í seinna hálvleiki skoraði Preston trý
mál og vann dystin ruddiliga.
Hóast Damir Oros sat
uttanfyri, so var um
reppið, at hoyvíkingar
vórðu sendir heim við
ongum, tá teir vitjaðu
hjá KÍF
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað tók sína tíð hjá KÍF,
sum ikki kom á talvuna,
fyrr enn teir fyri viku síðani
bastu Kyndli. Men tað var
nú nær við, at stigatalið
varð økt longu sunnudagin,
tá H71 vitjaði.
Við Damir Oros á beinki
num vóru kollfirðingar ann
ars skerdir undan dystinum,
men tað løgdu spælararnir
nú ikki so øgiliga nógv í.
Eitt nú tí ársins spælari í
júst lidnu fótbóltslandskapp
ingini – Arnbjørn T. Hansen
– nú aftur er til reiðar at
taka nøkur tørn á hondbólts
vøllinum.
Fyri setðgin var tað so
leiðis KÍF, sum hevði betra
takið, meðan H71 hinvegin
als ikki fekk gongd á sítt
spæl.
Fyrsta korterið eftir steðg
in vísti seg tó at verða av
gerandi. KÍF steðgaði mest
sum púrasta upp, tá gestirnir
veruliga fingu verjuna upp
at koyra, og so kundu hoy
víkingarnir toga seg nøkur
mál framum.
Við sigrinum heldur H71
fast í trýstinum móti oddi
num, har teir kappast við
Neistin og StÍF í royndunum
at elta VÍF. KÍF tykist hin
vegin ikki hava styrkina,
sum skal til fyri at røkka
nøkrum finaluplássi. Men
eins og teir so ofta hava
gjørt tað fyrr, so prógvaðu
teir aftur hesaferð, at nakran
lættan er talan sjáldan um
hjá mótstøðuni, hóast stiga
talvan boðar frá stórum
muni.
KÍF-H71 20-23 (12-11):
KÍF trýsti H71
KÍF-H71 20-23 (12-11)
10 min: 4-4
20 min: 9-7
40 min: 14-15
50 min: 16-19
Málskjúttar
KÍF: Arnbjørn Hansen 8, Andreas Nielsen 3, Rógvi Weihe 3,
Regin Petersen 2, Niclas Reginsson 2, Jákup Trúgvason 1,
Ási Dam 1
H71: Regin Jensen 5, Janus Sørensen 4, Halgir Dahl Olesen
4(2), Esbern Patursson 3, Danni Syhler 3, Dánjal Tórgarð 3,
Poul Kjartan Dam 1
Brotskøst: H71 3
Útvísingar: KÍF 5, H71 2
Dómarar: Kristjan Joensen & Karstin Joensen
FAKTA um dystin
Kyndil-Neistin 20-26 (8-15)
10 min: 3-7
20 min: 6-12
40 min: 13-17
50 min: 16-22
Málskjúttar
Kyndil: Jórun Ludvig 6, Halla Midjord 4, Jacklin Durhuus
3(1), Ása Christiansen 3, Rakul N. Joensen 2, Annika
Poulsen 1, Linda Johannesen 1
Neistin: Trine Mayland 8(1), Nicoleta Radu Hansen 4,
Annika Ljósstein 4(1), Heidi Maria Akselsen 3, Brindis
Hjartadóttir 3, Rakul Augustinussen 2(1), Anja Heinadóttir
2
Brotskøst: Kyndil 3, Neistin 8
Útvísingar: Kyndil 3, Neistin 1
Diskvalifikatión: Kyndil 1 (3X2 minuttir)
FAKTA um dystin
Kyndil-Neistin 20-26 (8-15):
Neistin eigur Havnina
Jórun Ludvig og liðfelagarnir royndu at trýsta, men tær
megnaðu tó ikki at taka grannarnar úr Neistanum, sum
framvegis elta fremstu liðini
Mynd: Álvur Haraldsen
Í longum løtum av dystinum
vóru tað kollfirðingar,
sum vóru omaná, men tað
eydnaðist tó hoyvíkingum at
fara avstað við øllum
Mynd: Álvur Haraldsen