mánadagur 17. november 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 221 - 17. november 2008 ]
Virðingin
ov stór
Una Olsen hjá Stjørnuni
staðfestir, at tær ikki
undirmettu VB í gjár –
hinvegin var virðingin
ov stór.
- Aukse Vysniaskaite
var aftur á VB-liðnum,
og vit hugsa ov nógv um
hana. Vit hugsa ov nógv
um teirra spæl, og tað er
ikki fyrr enn eftir hvíld-
ina, at vit spæla undir frí-
ari teymum. Men vit eru
heldur ikki klárar, og tá
fær tað næstan ikki verið
øðrvísi, staðfestir Una
Olsen.
Kann tapið fáa keðiliga
ávirkan á tykkum til kom-
andi dystin?
-
Vit
mugu
ikki
gloyma, at hondbóltur
bara er eitt spæl. Vit
mugu duga at tapa og
læra av tí. Sjálvandi hava
vit góðar vónir til dystin
móti Neistanum í kom-
andi viku, sigur Una
Olsen.
-uni
Vit fara
allan vegin
- Vit vinna í ár. Tað
trúgva
vit
sanniliga
uppá.
Laila Jespersen hjá VB
var sjálvsagt fegin um
sigurin í Klaksvík í gjár.
Hon staðfestir, at talan
var um ein sokallaðan
off-day, tá Stjørnan fyrr í
ár vann við átta málum í
Vági. Vágskvinnur eru
líka sterkar sum føroya-
meistararnir.
- Vit vóru als ikki klár-
ar til tann dystin. Nú
hava vit eisini fingið
styrk í Aukse Vysnias-
kaite. Tað er munurin nú
frá seinast. Vit standa
einki aftanfyri Stjørn-
una.
Hví missa tit takið á
dystinum í seinna hálv-
leiki?
- Tær byrja at mans-
verja, og tað órógvar
nógv. Vit taka skeivar
avgerðir og spælið verður
heldur tilvildarligt. Men
vit fingu bæði stigini, og
tað hevur størstan týdn-
ing, staðfestir Laila Jesp-
ersen, sum skeyt trý av
málunum hjá VB.
-uni
Bech fekk fótin
Eftir enn eitt tap í superliguni í gjár,
gav Esbjerg venjaranum Troels Bech
sekkin. Tað hevur gingið sera illa hjá
Esbjerg seinastu tíðina, og liðið er í
botninum í superliguni. Sessurin hevur
brent undir Troel Bech í eina tíð, og nú
var tolið hjá leiðsluni uppi. Fram til
ársskiftið verður tað hjálparvenjarin
Jess Thorup, sum hevur ábyrgdina av
liðnum. Troels Bech er upp á til starv í
norskum felag.
AB tapti
AB var um vikuskiftið á útivølli í Vestur-Sælandi og spældi ímóti Næstved.
Christian Høgni Jacobsen og liðfelagarnir máttu fara aftur til Gladsaxe við
ongum stigi, og ongum máli. Dysturin endaði 1-0 til heimaliðið. Tíverri
varð AB-verjan ikki árvakin við dystarbyrjan. Longu í 5. minutti fall
sigursmálið hjá Næstved, sum Anders Nielsen skoraði. Vøllurin var
rættiliga vátur og tungur, og tá vóru ælini ikki so fá meðan dysturin var í
gongd. Hjá AB kom tað illa við at tapa. AB liggur sum nr. 5 við 24 stigum.
5 stig eru upp til 2. plássið, sum gevur uppflyting til SAS-liguna. AB hevur
ein dyst eftir hesumegin nýggjár, og er talan um ein heimadyst ímóti Skive,
sum liggur á einum 10. plássi við 17 stigum.
VB vann oddabrakið
í Klaksvík, sum lyfti
tær upp á liðina á
føroyameistarunum
á stigatalvuni. Vágs
kvinnur eru til reið
ar at stríðast um
gullkrónurnar
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
VB varð í seinastu viku skýrt
sum einasti avbjóðarin hjá
Stjørnuni um FM-heitið. Og
tað varð dyggiliga staðfest í
høllini í Klaksvík í gjár.
Í holuni hjá Stjørnuni,
har klaksvíkskvinnur hava
verið einaráðandi seinastu
árini, eydnaðist tað vágs-
kvinnum at fáa fulla úrtøku
í
toppdystinum.
Harvið
lyftu tær seg upp á liðuna á
føroyameistarunum,
og
startskotið til stríðið um
gullkrónurnar hevur av álv-
ara ljóðað. Og VB er til reið-
ar at bjóða av.
Løgdu bragdliga fyri
Heilt tíðliga sóust greiðar
ábendingar um, hvar sigurin
skuldi fara. VB var klárt
omaná, og einu løtuna tóku
klaksvíkingar á síðulinjuni
til, at tað var eyðmýkjandi
fyri heimaliðið. Kanska
høvdu teir rætt, tí tá farið
varð til hálvleiks vóru gest-
irnir á odda við átta málum.
Uppleggið hjá vágskvinnum
var fyrst og fremst at verja
fyri stórskjúttanum Simonu
Petersen. Hóast hon fekk
10 mál, so hevði hon tað tor-
ført undan hvíldini, tá trý
av málunum vórðu skotin.
Stjørnan hevði sera torført
við at fáa ferð á bóltin í fyrra
umfarinum. Alt ov ofta end-
aðu álopini við ússaligum skot-
um ella skeivum avlevering-
um, sum gav VB møguleikan
at fara í skjótálop. Verjuspælið
hjá heimaliðnum var eisini alt
annað enn sannførandi, og
fleiri ferðir sluppu gestirnir
leikandi lætt ígjøgnum. Og tað
líkist nú heldur ikki Stjørnuni
at lata 16 mál ígjøgnum eftir
einum hálvleiki.
Um reppið
Henrik Gerster, venjari hjá
Stjørnuni, var alt annað enn
fegin, tá dómararnir bríksl-
aðu til hálvleiks. Litríki og
snarsinti danin ræðist ikki
at tosa við stórum bókstav-
um, og tað hevur verið alt
annað enn rós, sum hann
hevur borið sínum leikarar-
um í steðginum. Tí Stjørnan
var sum kollvend í seinna
hálvleiki.
Spakuliga og trygt mink-
aðu tær um tryggu leiðsluna
hjá VB. Í verjupartinum
riggaði trýstspælið væl, og
gestirnir fingu langt frá
sama pláss. Í hinum endan-
um tóku klaksvíkskvinnur
av, har Asta Armonaviciute
í heilum noyddist í málið
eftir bóltinum.
Tríggir minuttir restaðu,
tá Rannvá Johannesen við
sínum einasta máli í dystin-
um økti til 25-21. Tá skuldi
verið avgjørt, men Stjørnan
skoraði tríggjar ferðir aft-
urat, soleiðis, at bara eina
málið skilti liðini, tá av-
tornaði.
Aukse við aftur
Vágbingar hava leingi bíða
eftir leikaraloyvinum hjá
Aukse Vysniaskaite, sum
fyri árum síðan spældi við
VB. Tað kom upp á pláss
um vikuskiftið, og í gjár var
hon aftur í stríputa bláa og
reyða búnanum. Hon roynd-
ist væl á miðjuni, hóast
klaksvíkskvinnur tóku sær
væl av henni. Aukse Vys-
niaskaite fekk fýra mál.
VB bjóðar av
Við sigrinum liggja Stjørn-
an og VB ájavnt í stigum á
fyrsta plássinum. Trý stig
eru til nærmastu kappingar-
neytarnir, og hóast kapping-
in bara er seks umfør gom-
ul, so er líkt til, at klaksvíks
– og vágskvinnur fara at
stríðast um FM-heitið. VB
hevur
vunnið
á
øllum
liðunum
longu,
meðan
Stjørnan fyri fyrstu ferð
tapti í gjár.
Spurningurin
er
nú
einamest, hvussu Stjørnan
fer
at
handfara
fyrsta
heimatapið í longri tíð.
Útivøllur móti Neistanum
er ikki lættasta uppgávan.
Stjørnan – VB 24-25 (8-16)
10 min: 2-6
20 min: 5-10
40 min: 12-19
50 min: 17-21
Málskjúttar
Stjørnan: Simona Petersen 10 (1), Durita Christophersen 6,
Dianne Møller 3, Una Olsen 1, Durita Ljósstein 1, Durita
Mikkelsen 1
VB: Daiva Tuiomaite 8, Gurið Mortensen 7, Aukse
Vysniaskaite 4 (2), Laila Jespersen 3, Bára Mortensen 2,
Rannvá Johannesen 1
Brotskøt: Stjørnan 1, VB 3
Útvísingar: Stjørnan 3, VB 4
Dómarar: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen
FAKTA um dystin
Stjørnan – VB 24-25 (8-16):
VB er til reiðar
VB tók størsta takið higartil, tá tær á útivølli
koppaðu Stjørnuni