Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. november 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 221 - 17. november 2008 ] Tað er ein maður, sum er vanur at røkka sínum málum, sum nú hevur sett sær fyri at gera Copenhagen Multiarena til veruleika Stadionætlan Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hann er vanur at sita á ovastu rók. Sum ein av toppmonnunum í bæði Spar og Dagrofa hevur Brian Mollerup drúgvar royndir innan vinnulív í milliardaflokkinum, og eisini innan ítróttin hevur hann flutt mørk. Eitt nú var hann ein av høvuðsdrívmegunum, tá FC Midtjylland vann á øllum spádómum um lokala rivalisering, so­ leiðis at felagið í dag hevur eitt bakland upp á 103 fótbóltsfeløg. Hann var eisini mað­ urin, sum upp á fýra ár flutti Slagelse úr 2. deild og upp á europisku hond­ bóltstindarnar. Og á vegn­ um hevur hann eisini havt stundir at standa fyri HM­kappingini í kvinnu­ hondbólti. Tí freistast tú kanska at spyrja, um talan er um ein mann, sum als ikki hevur samband við jørð­ ina. Ella um talan bara er um ein mann, sum ikki heldur nakað vera ógjør­ ligt. Og tann spurningin settu vit Brian Mollerup, tá hann vitjaði á Hotel Føroyum. ­ Hvørki. Eg haldi meg tvørtur ímóti hava bæði beinini væl og virðiliga á jørðini. Men eg haldi eisini, at tú skalt seta tær høg mál. Og at tú so heldur fokus á hesum málum. ­ Tá eg á sinni segði, at eg vildi gera Slagelse til heimsins besta hond­ bóltsfelag, høvdu fleiri helst hug at smílast. Men søgan hevur síðani sagt, at møguleikin var har. Fleiri smíltust eftir ætlan­ unum við FC Midtjylland, men felagið hevur um nakar sett eina heilt nýggja dagsskrá við fót­ bóltsakademium bæði innan­ og uttanlands. Sjálvandi havi eg ikki gjørt hetta einsmallur, men eg havi verið við allan vegin. ­ Tá Todi so tosaði við meg um ætlanirnar kring FC Amager, so helt eg hetta ljóðaði spennandi. Tað er einki loyndarmál, at eg eri entrepenørur, og at mær dámar avbjóðingar. Og eg helt hesa av­ bjóðingina vera somikið spennandi, at eg segði nei takk til fleiri aðrar av­ bjóðingar, sum stóðu mær í boði. ­ So svarið hjá mær er júst, at eg havi eitt sera gott jørðforbindilsi. Tað er týdningarmikið, at vit samanseta eina ætlan, har vit samstarva lokalt, nationalt og altjóða. Tí tað er júst hetta, sum gevur neyðugu styrkina, sum skalt til, um vit skulu hava møguleika at lyfta eini slíkari verkætlan. Og eg haldi meg avgjørt ikki koma við teimum vána­ ligastu altjóða samstarvs­ feløgum, men nógv teimum bestu, og eg ivist ikki í, at hetta er nakað, sum skapar virðing, tá ætlanin hjá okkum skal vigast, sigur Brian Mollerup. Ætlanin við Copen­ hagen Multiarena snýr seg um nógv meira enn bara eina forrætning. Visjónin er at gera Keypmanna­ havn til náttúrliga miðdepilin fyri norðanlond Stadionætlan Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan var um eitt imponer­ andi setup, sum Brian Mollerup legði fram um ætlaðu stórbyggingina á Amager. Somikið imponer­ andi, at tú freistaðist til at halda, at samtakið handan høllina hevur hugsað um alt. Men sjálvur vil Brian Mollerup ikki siga, at teir hava hugsað um alt. ­ Nei, tað haldi eg ikki. Har kundi sjálvandi verið ein svimjihylur eisini, men tað eru tað ikki veruliga pengar í, so tað hava vit ikki við. ­ Og sjálvandi eru ymsir lutir, sum kunnu pussast av á vegnum, men hetta er nakað, sum vit hava arbeitt við í langa tíð, og vit hava fyrireikað alt somikið væl, sum vit yvir høvur halda tað ber til. Vit hava arbeitt saman við Arup Sport og IMG, sum bæði hava túsundtals fólk í starvi, umframt at vit eisini hava nýtt juridiska og fíggjarliga ráðgeving frá øðrum samstarvsfelagum. ­ So eg haldi, at vit nú hava givið kommununi í Keypmannahavn eitt ógvu­ liga áhugavert setup, sum eg vóni verður tað, sum verður skotið ígongd í 2009, sigur Brian Mollerup. Norðurlendskur høvuðsstaður Støddin á verkætlanunum er stóri munurin millum Copen­ hagen Multiarena og ætlanina hjá AEG. Og júst støddin er nakað, sum Brian Mollerup leggur stóran dent á. ­ Vit halda at tær visjónir, sum vit hava um støddina og karmarnar kring ætlanina eru áhugaverdar. Bæði fyri mentunarliga partin, men eisini fyri ítróttin og vinn­ una, tí alt hongur jú saman. Og við hesum kunnu vit draga stórar hendingar til Keypmannahavnar og til Ørestadsøkið. ­ Við at tosa um eina arena við plássi til 15.000 fólk haldi eg, at fólk avmarkað seg sjálvi. Hetta skalt skiljast soleiðis, at fyri yvir 20 árum síðani bygdu sviar eina høll við 15.000 sitiplássum. Heldur tú at talan er um framstig, um tú gert tað sama í Keypmanna­ havn í dag, og at hetta er tað, sum skal til, fyri at draga stór events til Skandi­ navia, so hevði alt hetta í dag hent í Globuni í Malmø. Og eg kann so vátta, at tað ger tað ikki. ­ Ikki tí. Globan er eisini eitt flott projekt, men har er pláss fyri 12.000 fólkum, og tað hóskar til Malmø, og tað hevur einki við dagsins Keypmannahavn at gera. Og dagsins Keypmanna­ havn er eisini væl meira enn bara sjálvur býurin? ­ Ja. Við tí infrastrukturi, sum nú ræður, er talan um eitt uppland upp á kanska hálva fjórðu millión fólk. So grundarlagið í dag er nakað heilt annað, enn tað var fyri 20 árum síðani. Brýr eru til bæði Svøríki og Fyn. Flogvøllurin er bara tveir kilometrar frá eini vónandi nýggjari multi­ arena. Har er metro og motorvegur, so har eru allir møguleikar fyri, at Keyp­ mannahavn veru.liga kann fatast sum høvuðsstaðurin í ikki bara Danmark men fyri alt Skandinavia. Malmø er eisini spennandi, men spyrt tú meg, so hevur tað ikki sama appeal. ­ Mín visión er í øllum førum, at vit skulu segment­ era Keypmannahavn sum mentanarligan og ítróttar­ ligan høvuðsstað. Og tá skal tað altso ikki bara vera sum høvuðsstaður fyri Keyp­ mannahavn og Danmark. Men fyri alt Skandinavia, sigur Brian Mollerup. Norðurlendski høvðsstaðurin Brian Mollerup heldur, at við dagsins infrastrukturi eru allir møguleikar at gera Keypmannahavn til høvuðsstað fyri alt Skandinavia Gott jørðforbindilsi Scholes nærkast comeback Seinastu vikurnar hevur miðvallarspælarin Paul Scholes verið skaddur í knænum, men hann nærkast nú einum comeback fyri felag sítt Manchester United. Nú vónar venjarin hjá Manchester United, Alex Ferguson, at Scholes kann verða við, tá United miðskeiðis í desember fer til Japan at spæla um heimsmeistaraheitið fyri feløg. Fegin um at vraka Inter Frank Lampard, miðvallarspælari í Chelsea, var í summar á veg til italska felagið Inter, men nú sigur hann, at hann er fegin um, at hann ikki skifti felag. ­ Summarið var trupult. Mamma mín doyði, og eg tað hart persónligt. Eg visti ikki, hvat eg skuldi gera, og umhugsaði at skifta umhvørvi. Men nú eri eg fullvísur í, at tað var rætt av mær at halda fram í Chelsea, sigur Frank Lampard við Sunday Times.