Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. november 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 221 - 17. november 2008 ] Skulu byggja akademi Eitt risa-stadion er ikki einasta ætlanin, sum FCA-invest barslar við. Eigararnir av FC Amager vilja eisini byggja nýtt fótbóltsakademi, har framtíð superliguspælarar skulu klekjast. Í síni tíð í FC Midtjyllan hevur Brian Mollerup sjálvur verið við til at skapa eitt fótbóltsakademi í Jyllandi, men sum hann sigur, so er eingin orsøk til, at midtjydarnir eisini skulu taka sær av evnaríkum spælarum frá Sjællandi og Fjóni. Sjey føroyskir landsliðsspælarar Millum málsetningarnar hjá FC Amager er eisini menning av føroyskum spælarum. Felagið hevur í dag sáttmála við Hans Jørgensen, Erling Jacobsen og Páll Klettskarð, men helst verður talan um munandi fleiri enn hetta. – Um trý ár skulu vit hava fýra føroyskarar landsliðsspælarar, og um sjey ár skal talið verða sjey. Enn eru vit komnir stutt ávegis, men eg ivist ikki í, at teir tríggir, sum vit hava í hópinum nú, banka serstakliga hart á landsliðsdyrnar, áðrenn trý ár eru liðin, sigur Todi Jónsson. Stadionætlan Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan er ikki um lítlar ætl- anir, sum eru við nýggja margvøllinum í Keyp- mannahavn. Kommunan hevur boðað frá, at tey vilja seta nærum 200 milliónir av til stuðuls- lán, sum í 30 ár skal vera rentu- og avdráttarfrítt, og útbjóðingin til hetta er av í desember mánaði. Fleiri samtøk hava verið við í kapprenningi, men sambært donskum miðlum eru í dag bara tvey teirra eft- ir. Annað við altjóða AEG á odda, og hitt við Copenhag- en Multiarena, har føroyska FCA-Invest hevur ein týðandi leiklut. Júst stórsligna stadion- ætlanin var størsta punktið á skránni, tá FC Amager hóskvøldið í farnu viku hevði boðið føroysku sam- starvsfeløgum sínum til borðs á Hotel Føroyum, og talan var um ein imponer- andi fyrilestur, sum stjórin í Copenhagen Multi-arena, Brian Mollerup, hevði fyri gestunum. Sterkir samstarvsfelagar Tað stóð alt fyri eitt greitt, at talan er um serstakliga stóra ætlan. Eitt margstadion við plássi fyri 50.000 áskoð- arum, har kostnaðurin ligg- ur onkra staðni millum hálvaaðru og tvær milliardir krónur, er ikki bara nakað, sum tú byggir uttan víðari. Og einsamalt er hetta ikki nakað, sum FC Amager klárar at standa fyri. - So ella so skulu vit skapa ein nýggjan heimavøll til FC Amager. Í dag hava vit á leið 1.200 áskoðarar í meðal til heimadystir okk- ara, men tað er eitt tal, sum vit hava sett okkum fyri at økja. Møguleikin, sum kommunan í Keypmanna- havn hevur latið upp fyri, ger tað sjálvandi upplagt at fara eftir eini multiarena, men undir øllum umstøðum skal felagið hava nýggjan heimavøll, sigur Brian Mollerup. - Men talan er tó ikki um eina ætlan, har heimadystir- nir hjá FC Amager eru einasti aktiviteturin. Fyri at lyfta ætlanini, hava vit fing- ið í lag samstarv við fleiri av teimum heilt stóru aktør- unum á marknaðinum. Tann kanska týdningarmesti av hesum er IMG, sum er kanska størsti fyriskiparin av events innan ítrótt, lívs- stíl og entertainment, og hetta skal tryggja, at vit fáa drigið fleiri altjóða hend- ingar til júst okkara ætlan. - Eisini hava vit samstarva við Arup-arkitektarnar, sum hava staðið fyri fleiri av størstu stadion-byggjaríun- um í heiminum. Eitt nú kunnu nevnast Bird-nest stadion í Beijing, har Olympisku leikirnir vórðu hildnir og risastóra Allianz- Arena í Munchen. Talan er um altjóða samtak, sum til samans hevur fleiri enn 2.000 starvsfólk, og sum við sínum royndum og sam- bondum er til reiðar at standa fyri einum byggjaríi av hesum slag. - Í triðja lagi hava vit eis- ini samband við ein av heimsins størstu konsert- fyriskiparum. Eg fái tíverri ikki upplýst navnið á hes- um, men talan er veruliga um ein av tungvektarunum innan ídnaðin, og hetta kann tryggja, at vit megna at draga tey tónleikanøvnini, sum kunnu fylla eina slíka arena. - Alt hetta skal tryggja, at vit eru før fyri at lyfta risa- uppgávuna, men tá hava vit eisini eitt stadion, sum kann brúkast til tað mesta. Ja, enntá eina Champions Lea- gue-finalu, um tað skuldi verið, sigur Brian Mollerup. Ikki bara til risar Tað eru ikki øll tiltøk, sum kunnu draga eina fjøld upp á 50.000 fólk, men verður nýggja multiarenan veru- leiki, er heldur ikki ætlanin, at hon bert skal hýsa slíkum risa-tiltøkum. - Skjótitakið ger, at talan eisini verður um eina høll, og hendan skal eisini kunna minkast. Skilaveggir kunnu avmarka gólvvíddina, og við at lora takið niðureftir, ber eisini til at skapa karm- ar, sum eru intimir, hóast talan er um tiltøk, sum kanska savna eini 12.000 áskoðarar. Tað ger aftur, at funktionaliteturin í høllini verður enn størri, sigur Brian Mollerup. Júst hetta tykist eisini vera eitt av bestu kortunum hjá samtakinum. Hóast ætlan- irnar hjá mótstøðuliðnum úr AEG enn ikki eru almennar, so tykist talan her vera um eina risa-høll við rúmi fyri Milliardaætlan á Am Keypmannahavn skal standa í fremstu røð, tá vertsbýir skulu kjósast til EM- og HM-kappingar, Champions League- og UEFA-Cup finalur í fótbólti og til altjóða mentanar- og tónleikahendingar