mánadagur 17. november 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 221 - 17. november 2008 ]
Superliga um trý ár
Hóast talan gjørdist um niðurflyting við Fremad Amager í
fjør, so er ítróttarliga málið hjá FC Amager framvegis
superliga í 2011. Júst nú skal felagið fyrst og fremst
stabiliserast í 1. deild, men komandi ár verður meddað eftir
top-8, og so skal talan verða um uppflyting. Og nógv bendir
á, at hetta árið verður møguleikin serliga stórur, tí í løtuni
verður arbeitt við at víðka superliguna upp í 14 ella 16 lið.
Og verður víðkanin veruleiki, verður fyrsta árið við eini
breiðari superligu helst kappingarárið 2011/12.
Brúka veggin eftir vild
Eins og við stóru Allianz Arena í Munchen, so skal
nýggja multiarenan klæðast við hópatals ljós-diodum. Tá
ber til at hava alt stadion í litunum hjá FC Amager, tá
felagið hevur sínar heimadystir, meðan øll fasadan kann
nýtast til boðskapir um hvat tað skal vera til aðrar tíðir.
Bæði sum lýsingarpláss at selja og til siga frá, hvørji
events verða hildin á leikvøllinum.
mager
Við 50.000 sitiplássum, sum øll hava frítt
útsýni yvir leikvøllin, skal Copanhagen
Multiarena standa til reiðar at hýsa mest sum
øllum ítrótta, mentanar- og entertainment-
tiltøkum
Grafikkur: Copenhagen Multiarena A/S
einum 15.000 til 18.000
áskoðarunum, men tann
tørvin kann Multiarena-pro-
jektið altso eisini nøkta.
Umframt at talan altso eisini
kann vera um nógv størri
hendingar eisini.
Á nýggja Amager
Amager hevur seinnu árini
staðið í stórum vøkstri.
Høvuðsstaðaroyggin telur í
dag beint oman fyri 300.000
íbúgvar, men meira enn
hetta tykist støðan hjá oynni
í samlaða infrastrukturinum
at gera hetta til upplagda
staðið til eitt nýtt stadion
ella multihøll.
- Eg veit ikki, hvar AEG
ætlar at leggja sína høll, um
tey vinna útboðið, men eg
gangi bara út frá, at tey
eisini hugsa um Amager. Í
veruleikanum eru bara trý
pláss í Keypmannahavn,
sum eru tøk til byggjarí av
hesi støddini. Eitt er við
Lyngby, og har verður ser-
stakliga trupult at fáa logist-
ikkin at passa við allari
ferðsluni, sum hetta heilt
víst skapar. Og tað sama er
trupulleikin við einum øki,
sum eisini er móti Lyngby-
leiðini,
men
tó
nærri
sjálvum sentrum.
- Tí er Amager sera upp-
lagt bara út frá ferðsluni.
Hartil hava vit í dag eina
metro, sum lættir nógv um
ferðsluna á Amager. Vit
hava stutta fjarstøðu til
Kastrup Lufthavn, og vit
hava sjálvandi nýggja tok-
og
brúgvasambandið
til
Svøríkis, so tað vildi verið
serstakliga løgið, um tað
ikki eisini er á Amager, at
onnur áhugað samtøk ætla
at byggja sína høll, sigur
Brian Mollerup.
Copenhagen Multiarena A/S
Nevnd
Jens Erik Jepsen, formaður
Brian Mollerup
Jan Jensen
Christian Didriksen Grahn
Petter Møller
Stjóri
Brian Mollerup
Í desember mánaði er seinasta freist at lata inn
útbjóðingartilfarið til Keypmannahavnar Kommunu, sum
stuðlar eini nýggjari arena-ætlan við 200 milliónum. Fyrsta
ársfjórðing í 2009 tekur kommunan avgerð um, hvør ætlan
verður stuðlað, og verður talan um hana hjá Copenhagen
Multiarena A/S, skal nýtt stórstadion standa liðugt, áðrenn
farið verður inn í 2012.
FAKTA