mánadagur 17. november 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 221 - 17. november 2008 ]
Kyndil hekk alla
tíðina í Neistanu, og
móti dystarenda var
um reppið, at teir
grønu vunnu sær
eitt óvæntað stig frá
meistarunum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sum verjandi meistarar er
Neistin eitt av liðunum,
sum verður roknað millum
favorittarnar í ár. Kyndil
hevur hinvegin ikki somu
styrki, sum teir áður hava
havt, og tí varð roknað við,
at talan var um yvirkomuliga
uppgávu hjá teimum bláu
sunnudagin.
Og fyrstu longu løtuna
var heldur ikki nógv, sum
bendi á nakað annað. Tó at
munurin ikki gjørdist tann
øgiligi, so legði Neistin
skjótt sjógv aftur til Kyndil,
og fram til seinastu 10
minuttirnar vóru støðugt 4-
5 mál á muni.
Í øðrum dystum hevur
seinasta løtan ofta verið tann
vánaligasta hjá Kyndli, men
hesa ferð hevði eyka orka
helst verið í morgunmatinum
hjá teimum grønu.
Í øllum førum kvettu teir
av álvara burtur av leiðsluni
hjá
Neistanum
seinastu
løtuna. Bara tveir minuttir
fyri leiklok var munurin
komin niður á eitt mál, men
Neistin fekk svarað aftur,
soleiðis at teir við teimum
báðum seinastu málunum
stongdu dystin.
Hóast tapið, so prógvaði
dysturin, at Kyndil er um at
koma ígongd. Og hóast tað
longu nú er langur vegur
upp, so kundi tað væl hent
seg, at teir fara at arga fleiri
av teimum ovaru liðunum.
Millum hesi telist Neistin
enn, men teir bláu fingu eina
kraftiga áminning um, at
kappingin í deildini er somik-
ið jøvn, at tað ræður um at
vera á toppinum, hvørja ferð
farið verður á vøllin.
Kyndil-Neistin 26-29 (12-16):
Neistin mundi mist
Tróndur Kragesteen í gjøgnumbroti móti Kyndils-verjuni.
Kyndil tykist vera við at fóta sær, men talan gjørdist tó ikki um
stig í grannauppgerðini sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Kyndil-Neistin 26-29 (12-16)
10 min: 4-8
20 min: 7-12
40 min: 17-20
50 min: 22-24
Málskjúttar
Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 8, Bárður Johannesen
5, Høgni Klein 4(1), Tummas Paul Hanusarson 3, Jónleif
Sólsker 2, Janus Einar Sørensen 2, Andreas Sólsker 1, Hans
Arni B. Thomsen 1
Neistin: Finnur Hansson 11, Áki Mørk 5, Karl Herup Olsen 4,
Jugoslav Djumic 4, Tróndur Kragesteen 4, David Edvardsen 1
Brotskøst: Kyndil 4, Neistin 1
Útvísingar: Kyndil 3, Neistin 5
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen
FAKTA um dystin
Hóast StÍF beit frá
sær eina løtu, so halda
Tjaldurs-kvinnur
framvegis fast í
fremstu liðunum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan gjørdist um veruliga
málveitslu, tá StÍF í gjár
vitjaði í Runavík.
Tjaldurskvinnur nar
vunnu dystin, men tað var
ikki bara sum at siga tað, tí
gjøgnum allan fyrra hálv-
leik hingu gestirnir heilt
væl við.
Eftir steðgin eydnaðist tó
Tjaldri at toga seg leyst.
Eina
løtu
kom
verjan
veruliga upp at koyra, og tá
tað ikki eydnaðist StÍF at
halda fast í stóru skjúttunum
hjá vertunum, kom munurin
millum liðini til sjóndar.
Og hesum helt Tjaldur
annars fast í. Eina løtu eydn-
aðist annars hjá StÍF at skora
fleiri mál á rað, men veru-
ligan spenning megnaðu tær
kortini ikki at skapa.
Við
sigrinum
syrgdi
Tjaldur fyri, at munurin upp
til VB ikki øktist, og enn
sum áður er málið hjá
teimum gulu at vinna seg
allan vegin til FM-finaluna.
Tjaldur-StÍF 37-30 (16-15):
Tjaldur heldur fast
Tjaldur-StÍF 37-30 (16-15)
10 min: 6-4
20 min: 12-9
40 min: 23-18
50 min: 29-26
Málskjúttar
Tjaldur: Annika Thomsen 11, Alina Petrea 9(1), Elinbjørg
Hammer 6, Alina Olaru 4(1), BGenedikta Johannesen 2,
Jóhanna í Króki 1
StÍF: Ninna K. Johansen 11(2), Rebekka Justinussen 7, Fríð-
runn Danielsen 6, Louisa Andreasen 3, Ásbjørg Káradóttir
3, Poula D. Olsen 2, Bára Berthelsen 1
Brotskøst: Tjaldur 2, StÍF 3
Útvísingar: Tjaldur 4, StÍF 1
Diskvalifikatión: StÍF 1 (beinleiðis reytt)
FAKTA um dystin
Schuster stríðist
Venjarin hjá Real Madrid er í trongum skóm, nú úrslitini
hjá felagnum hava verið eitt sindur misjøvn seinastu tíðina.
Um vikuskiftið vann Real Madrid tó við neyð og deyð á
botnliðnum Valladolid. Úrslitið var 1-0. Hildið verður tó, at
sigurin, ið var so tepur, ikki lættir nakað serligt um trýstið
á týska venjaran hjá kongaliðnum í Madrid.
City sum Real
Brasilski Robinho hevur stórar vónir til framtíðina hjá enska
felagnum Manchester City, sum hann spælir fyri. Robinho kom í
summar til Manchester, og hann hevur staðið seg væl fyrstu
tíðina. - Eg ætli mær at skriva søgu í felagnum, og eg rokni við
at gerast ein av teimum stóru stjørnunum í Manchester City. Eg
kom til City, tí eg sá, hvussu teir menna seg, og kanska kunnu vit
blíva líka stórir sum Real Madrid, sigur Robinho við Daily Star.
– helst besta smyrjiolja í heiminum
Her fært tú skift til
bestu smyrjiolju
www.shell.fo
Norðoyggjar:
Klaksvíkar Autolakering
Klaksvík, tel 458787
Bilservice
Klaksvík, tel 459393
E.Z. Verstaðið
Klaksvík, tel 566878
Auto Fjósið
Viðareiði, tel 451162
Autoshine
Klaksvík, tel 457474
Eysturoy:
Dekksentrið
Saltangará, tel 475500
B.B.R. Service
Lambareiði, tel 449111
Normek
Norðagøta, tel 442002
Sandoy:
Shell-Støðin
Sandur, tel 361046
Suðuroy:
Shell-Støðin
Trongisvágur, tel 371466
Shell-Støðin
Vágur, tel 373175
Streymoy:
Berg Motors
Tórshavn, tel 313535
Bilrøkt
Tórshavn, tel 588880
Bilasølan
Tórshavn, tel 315354
Akfarssølan í Hornabø
Tórshavn, tel 320322
Shellstøðin Frælsið
Tórshavn, tel 312112
Dekksentrið
Tórshavn, tel 475500
Super Dekk Service
Tórshavn, tel 314975
V.R.-Bilar
Tórshavn, 322110
Wenzel
Tórshavn, tel 354500
Norðbil
Tórshavn, tel 363738
Norðcar
Tórshavn, tel 308080
Vágoy:
Bilverkstaðið
Miðvágur, tel 332727