Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-17, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. november 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 221 - 17. november 2008 ] Nýggjur landsliðsspælari 20 ára gamli miðverjin Michael Mancienne er tikin út til enska landsliðið. Spælarin er sáttmálabundin við Chelsea, men har standa stjørnurnar í kø fyri at spæla, so Mancienne hevur verið leigaður til Wolverhampton. Har hevur hann spælt so væl, at Fabio Capello hevur tikið hann út til venjingardystin hjá Onglandi ímóti Týsklandi mikukvøldið. Chelsea við hava Ezequiel Álopsspælarin Ezequiel Lavezzi er eitt av stóru nøvnunum í italskum fótbólti í løtuni. 23 ára gamli argentinarin hevur skorað nógv mál fyri Napoli, og nú eru fleiri onnur feløg áhugað í honum. Eitt av feløgum, sum vil keypa Ezequiel, er Chelsea. Tað sigur álopsspælarin í hvussu er sjálvur við italskar fjølmiðlar. Tvey mál leygardagin. Átta mál í fýra teim­ um seinastu dyst­ unum, og tilsamans 12 mál í 12 dystum. Nicolas Anelka er maðurin, ið heldur Chelsea á fremstu rók í Premier League FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Hann er flúgvandi í løtuni. Tað hevur heldur ongantíð verið nakar ivi um, at Nico­ las Anelka er ein framúr­ skarandi áleypari. Hetta hevur hann prógvað ferð eftir ferð. Í Paris St­Ger­ main, Arsenal, Real Madrid, Paris St­Germain einaferð aftrat, Liverpool, Manchest­ er City, Fenerbaçhe, Bolton, Chelsea og á landsliðnum. Men mongu feløgini vitna eisini um, at 29 ára gamli franskmaðurin hevur havt trupult við at finna seg til rættis har, hann hevur verið. Persónligir trupulleik­ ar av alskyns slag hava merkt yrkisleiðina hjá »Enfant terrible«, sum hann eisini verður kallaður. Men uttan mun trupulleikar uttan fyri vøllin, so hevur Anelka so at siga altíð verið garant­ ur fyri mál. Av somu orsøk hevur tað ongantíð verið nakar trupulleiki hjá honum at finna eitt felag – og fe­ løgini hava altíð verið sinna at knýtt Anelka at hópinum, eisini hóast hann bar orð fyri at verið eitt sokallað problembarn. Tískil er Anelka eisini tann leikarin, ið feløg hava brúkt flest pengar upp á gjøgnum tíð­ ina. Tilsamans 860 milliónir krónur hava omanfyri­ nevndu feløg brúkt upp á Anelka! Nú er hann so av álvara við at prógva, hví Chelsea valdi at brúka 150 milliónir krónur uppá hann í januar í ár. Størsta stjørnan í Chel­ sea, Didier Drogba, hevur verið nógv skaddur í ár, og tí hevur av álvara verið brúk fyri Anelka. Franskmaðurin hevur teir 12 dystirnar, hann hevur spælt í Premier League í ár, eisini víst, at hann ikki bara kann, men skal brúkast. Toppskjúttin í Premier League er tó ikki úttikin til franska landsliðið, sum skal spæla ímóti Belgia miku­ dagin. Tað vísir enn eina­ ferð, at tað eru viðurskifti uttanfyri vøllin, ið er trupul­ leikin hjá Anelka. Toppur vann á botni Tvey av teimum 12 málun­ um, Anelka hevur gjørt í Premier League higartil, gjørdi hann um vikuskiftið, tá Chelsea á útivølli basti West Bromwich 0­3. Fyrsta málið í dystinum gjørdi Bosingwa. Ein tryggur sig­ ur á botnliðnum, og harvið vann Chelsea sín tíggjunda útivallarsigur á rað – tað hevði bara Tottenham megn­ að frammanundan, hetta fyri 47 árum síðani. Ein staðfesting av, at bæði topp­ liðið og toppskjúttin í Prem­ ier League eru vælkoyrandi í løtuni. Liverpool aftur á sigurskós Hitt liðið við 32 stigum er Liverpool. Teir reyðu hava tapt tveir dystir á rað fyri Tottenham, annan í Premier League og hin í Carling Cup. Leygardagin komu teir aftur á beint, tá teir vunnu 0­2 á Bolton við mál­ um frá Kuyt og Gerrard. Hóast fleirtaldar møgu­ leikar fyri at økja um leiðsl­ una, kom Liverpool undir eitt ávíst trýst í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist monnunum hjá Benitez at koyra tíggjunda sigurin í ár heim, og harvið hava teir eins nógv stig og Chelsea. Ronaldo komin fyri seg Ein annar leikari, sum eisini hevur víst stórspæl síðstu dystirnar, er Ronaldo hjá Manchester United. Mað­ urin byrjaði kappingarárið varliga, eftir eina skurðvið­ gerð í summarfrítíðini, men hevur seinastu tíðina víst nakað av somu taktum frá farna kappingarári. Leygardagin staðfesti hann so av álvara, at hann er við at finna stórformin aftur, tá hann tvær ferðir sendi bein­ leiðis fríspark í netið. Hetta var í 5­0 sigrinum á Stoke, har Carrick, Berbatov og bara 17 ára gamli Welbeck gjørdu hini málini. Arsenal og Totten­ ham steðgað Arsenal hevur eisini fleiri ungar mans á sínum liði. Leygardagin taptu hesir fyri Aston Villa. Dysturin end­ aði 0­2 og var tað eitt sjálv­ mál og eitt mál frá Agbon­ lahor, ið tryggjaðu Aston Villa trý stig, ið hava við sær, at liðið úr Birmingham hevur eins nógv stig og Arsenal. Arsenal var ikki einasta Londonliðið, ið tapti um vikuskiftið. Tottenham hev­ ur ikki tapt síðani Harry Redknapp tók yvir eftir Juande Ramos. Ein javn­ leikur og fýra sigrar í Prem­ ier League, UEFA Cup og Carling Cup var úrslitið undan vikuskiftinum, har tað eydnaðist Fulham at koppa Tottenham. Davies og Johnson gjørdu málini hjá Fulham, meðan Camp­ bell skoraði fyri Tottenham, sum harvið ikki megnaði at hála seg úr botninum, har tað er ógvuliga tætt. So tætt, at Sundarland við sín­ um sigri hálaði upp á eitt 11. pláss eftir at hava ligið undir niðurflytingarmarki­ num undan vikuskiftinum. Toppskjúttin heldur topplið­ num í toppinum Úrslitini um vikuskiftini: 16/11 Hull - Manchester City 2-2 16/11 Everton - Middlesbrough 1-1 15/11 West Bromwich - Chelsea 0-3 15/11 Manchester United - Stoke 5-0 15/11 Arsenal - Aston Villa 0-2 15/11 West Ham - Portsmouth 0-0 15/11 Newcastle - Wigan 2-2 15/11 Blackburn - Sunderland 1-2 15/11 Fulham - Tottenham 2-1 15/11 Bolton - Liverpool 0-2 Støðan: 1 Chelsea 32 2 Liverpool 32 3 Manchester United 24 4 Arsenal 23 5 Aston Villa 23 6 Hull 21 7 Everton 19 8 Middlesbrough 18 9 Portsmouth 18 10 Fulham 17 11 Sunderland 15 12 Manchester City 14 13 Bolton 14 14 West Ham 14 15 Stoke 14 16 Wigan 13 17 Newcastle 13 18 Blackburn 13 19 Tottenham 12 20 West Bromwich 11 Í Bretlandi verður í hesum døgum tosað um, at Anelka í løtuni vísir somu dygdir, sum hann gjørdi í kappingarárinum 1998-1999, tá Anelka umboðaði Arsenal Mynd: Polfoto