mánadagur 17. november 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 221 - 17. november 2008 ]
Benzema vil skifta
20 ára gamli álopsspælarin hjá Lyon, Karim
Benzema, ger nú greitt, at hann er sinnaður at
skifta felag fyria t spæla í einari størri kapping
enn tí fronsku. - Tað eru nógv áhugaverd feløg
– Barcelona, Real Madrid, Manhester United
og Milan. Tað eru alt feløg, sum tú droymir um
at spæla fyri. Mær dámar væl Spania, men í
Manchester og Milan kundi eg ment meg sera
nógv, og eg vil gerast heimsins besti, sigur
Benzema.
Barcelona áhugað í ungum skota
Ein skoti í Barcelona. Tað er sum jól í lundatíð, men umboðsmaðurin hjá 17 ára
gamla James McCarthy váttar, at spanska stórfelagið er áhugað í honum.
McCarthy spælir fyri Hamilton, og har hevur hann staðið seg so væl, at feløg í
Onglandi eru farin at hyggja nærri eftir honum. Og nú skal Barcelona eisini hava
fingið eyguni á hann.
Í løtum sýndi VÍF
veruligt meistaraspæl,
men ferðin dalaði, og
so var um reppið, at
StÍF fekk togað seg
aftur í dystin
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir tapið móti H71 fyri
viku síðani skuldu vest-
menningar í gjár prógva, at
teir hava styrkina, sum skal
til, fyri at halda seg ovast á
stigatalvuni.
Og tað gjørdu teir so
ruddiliga í løtum av dysti-
num sunnudagin.
Álopsmaskina
Strandingar hava ofta haft
hepni við at dekka offensivt
móti VÍF, soleiðis at sterku
skjúttarnir ikki sleppa fram-
at, og tað var eisini hesa
uppskriftina,
sum
StÍF
brúkti. Men hesa ferð virk-
aði hon so ikki í stórt meira
enn eitt korter.
Tí tá VÍF veruliga fekk
gongd á álopsmaskunina,
beyð ikki bøtur. Sum so
ofta fyrr, so var útgangs-
støðið í verjuni, har teir
fingu heilt gott tak á. Tað
noyddi strandingar at skjóta
í trýstum støðum, og tá tú
hevur ein málverji við kasti-
teknikkinum hjá Eli Müller,
so kostar hetta – og tað kost-
ar nógv.
Skjótálopini og »løttu«
málini, sum hesi góvu, gav
eisini neyðuga yvirskotið
til VÍF, sum næsta hálva
tíman sat á øllum. Fleiri
ferðir megnaðu teir við væl
upplagda Áka G. Olsen
sum orkesturleiðara at
spæla strandaverjuna tunna
við skjótum spæli, og so
var lag á manni hjá Agnari
Joensen, sum á strikuni
fekk gott pláss frá offensivu
verjuni.
Mundu kannað
sær bitan
Tíðliga í seinna hálvleiki
bendi alt á ein veruligan
stórsigur, men við 20 minutt-
um eftir fór ferðin nakað av
heimaliðnum.
Helst høvdu teir longu
kannað sær bitan tá, men
StÍF noktaði at gevast.
Spakuliga otaðu teir seg alt
nærri, og tað var greitt, at
frustratiónirnar gjørdust alt
størri hjá VÍF. Dramatikkurin
kom eisini í, tá Andre Dan-
ielsen fekk reytt fyri at
steðga einum leysum Karl
Johan Djurhuus, men Karl
Johan vann sær eisini eitt
reytt kort, tá hann ikki bara
vildi liggja, og tá Marian
Cirloganescu so eisini tók
sær av brotskastinum, sum
spurdist burturúr, kom veru-
ligt lív í.
Avgerandi løtan kom tá,
fimm minuttir vóru eftir at
spæla. Fyrst hamraði Áki
Olsen eitt vakurt skot inn
av trimum metrum, og tá
StÍF tveitti næsta álopið
burtur, kundi Niels Andrea-
sen taka luftina úr mótstøð-
uni, sum ongan tíð veruliga
reistist eftir hetta. Bæði tí
tíðin nú var um at renna
undan, og helst eisini tí luft-
in var um at fara sama veg.
Gull-kandidatar
Við sigrinum prógvaði VÍF,
at teir avgjørt vilja halda
fast um plássið í oddinum.
Men meira týðandi, so borg-
aði spælið eisini fyri einum
plássi á ovastu hill. Í øllum
førum skulu mótstøðuliðini
veruliga menna seg, skulu
tey ikki fáa oyruni í maskin-
una, um teir hvørja ferð fáa
hesa at koyra á sama hátt.
StÍF misti hinvegin eitt
fet í oddastríðnum, men
nøkur vanlukka nýtist hetta
ikki at vera. Í mun til onnur
lið, so hevur StÍF eisini
tveir sterkar trumfar, tá
Sveinur og Leivur Justinus-
sen aftur er tøkir, og megnar
liðið at halda sambandið
við oddin intakt, kunnu teir
báðir væl fáa avgerandi leik-
lutir móti kappingarenda.
VÍF-StÍF 32-27 (17-12):
Stórspæl í Vestmanna
VÍF-StÍF 32-27 (17-12)
10 min: 5-4
20 min: 11-8
40 min: 22-14
50 min: 26-21
Málskjúttar
VÍF: Agnar Joensen 13(5), Sámal Joensen 6, Áki Olsen 4,
Niels Andreasen 3, Áki G. Olsen 3, Bjarti Hansen 1, Rúni
Joensen 1, Karl Johan Djurhuus 1
StÍF: Alexandur Johansen 7, Kári Horn 4, Bárður Danielesen
3, Mortan Hansen 3, Borgar Danielsen 3, Andre Danielsen
3, Rúni Johansen 2, Bent Djurhuus 1, Jørmund Joensen 1
Brotskøst: VÍF 6, StÍF 3
Útvísingar: VÍF 5, StÍF 2
Diskvalifikatión: VÍF 1 (beinleiðis reytt), StÍF 1 (beinleiðis
reytt)
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr
FAKTA um dystin
Hondbóltur
Sunset-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Stjørnan
6
5
-
0
-
1
163
118
45
10
2 VB
6
5
-
0
-
1
161
138
23
10
3 Neistin
6
3
-
1
-
2
152
133
19
7
4 Tjaldur
6
3
-
1
-
2
150
139
11
7
5 StÍF
6
1
-
0
-
5
137
179
-42
2
6 Kyndil
6
0
-
0
-
6
107
163
-56
0
Atlantic Airways-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 VÍF
6
5
-
0
-
1
161
146
15
10
2 H71
6
4
-
0
-
2
159
140
19
8
3 Neistin
6
4
-
0
-
2
182
171
11
8
4 StÍF
6
3
-
1
-
2
146
141
5
7
5 KÍF
6
1
-
0
-
5
136
158
-22
2
6 Kyndil
6
0
-
1
-
5
139
167
-28
1
Saman við liðfeløgunum sýndi Áki
G. Olsen í løtum satt stórspæl, tá
VÍF vann uppibornan sigur á StÍF
sunnudagin
savnsmynd