Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-17, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. november 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 221 - 17. november 2008 29 Stutt Sagt Valskeiðið longt Undirhúsið í russiska tjóð­ artinginum samtykti leyg­ ardagin eitt uppskot frá Dmitrij Medvedev, for­ seta, sum hevði skotið upp at broyta lógina, so at valskeiðið hjá einum russ­ iskum forseta verður longt úr fýra í seks ár. Fleiri eygleiðarar í Moskva halda, at tað er Vla­ dimir Putin, forsætisráð­ harri og fyrrverandi forseti, sum er maðurin aftan fyri broytingina, tí hon kann tryggja honum enn fleiri ár í forsetaembætinum, um hann velur at stilla uppaftur. Politiskir eygleiðarar siga, at tað er eingi ivi um, at Putin verður afturvaldur, um hann stillar uppaftur til forseta. Uppskotið hjá Medve­ dev at leingja valskeiðið hjá forsetanum bar eisini í sær, at valskeiðið hjá tjóð­ artinginum bleiv longt úr fýra í fimm ár, og tann broytingin bleiv eisini samtykt í undirhúsinum. Seychell- oyggjarnar IMF-lán Altjóða Gjaldoyragrunnur­ in samtykti um vikuskiftið at játta Seychelloyggj­ unum í Indiska Havinum 26 milliónir amerikanarar dollarar í láni, so myndug­ leikarnir har kunnu fáa fíggjarmarknaðin í land­ inum aftur á beint. Pierre Laporte, sum er tjóðbankastjóri á Sechell­ oyggjunum, sigur við tíð­ indastovuna Reuters, at lánið frá IMF loysir ikki teir fíggjarligu trupulleikar­ nar, tí skuldin, sum tað almenna hevur fingið at dragast við, er umleið 800 milliónir amerikanarar dollarar, sigur hann. Sam­ bært tjóðbankastjóranum er tilsøgnin frá IMF ein treyt fyri, at onnur lond vilja lata oyggjunum lán til at loysa kreppuna við. Umframt Seychelloyggj­ arnar hevur Pakistan fing­ ið tilsøgn um lán úr Al­ tjóða Gjaldoyragrunnin­ um. Í fyrsta umfari er tó bara talan um góðar sjey milliónir dollarar. Íslendska stjórnin hevur framvegis ikki fingið at vita, um IMF vil læna landinum pengar. Leiðslan í grunninum segði um vikuskiftið, at íslendska umsóknin verður viðgjørd mikudagin. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Eg havi fleiri ferðir sagt, at eg ætli mær at lata Guantanamo aftur, og tað ætli eg mær at gera Barrack Obama útlond 800 hús eru farin upp í royk, og umleið 50.000 fólk eru flýdd undan ógvusligum skógareldum við Los Angeles Í nátt líktist Los Angeles einum býi, sum var kring­ settur av eldi, nú tríggir skógareldar herja økið rund­ an um stórbýin. Higartil eru umleið 50.000 fólk flýdd undan eldinum, og sløkki­ liðini siga, at minst 800 hús eru farin upp í royk. Eldurin byrjaði hósdagin norðan fyri og vestan fyri býin, men nógvur vindur um vikuskiftið gjørdi, at eldurin breiddi seg ógvuliga skjótt, og tey væl mannaðu sløkkiliðini fingu einki gjørt. Seinni minkaði vind­ urin, men tá hevði eldurin at kalla kringsett býin, sum er tann næststørsti í USA. ­ Eldurin hevur elvt til slíka oyðing, sum eg ikki havi sæð fyrr, segði borgar­ stjórin í Los Angeles, Anton Villaraigosa, í gjár. Sløkkiliðini siga, at skógar­ eldarnir við Los Angeles eru teir ringastu, sum hava verið í syðra parti av Kalifornia tey seinastu 50 árini. Nógva­ staðni í útjaðaranum á býnum er at kalla alt kolað upp, og í San Fernando­dalinum eru eisini 500 húsvognar farnir upp í royk. Enn hevur løg­ reglan ikki fingið boð um, at nakar hevur latið lív í eldin­ um, men myndugleikarnir kvíða fyri, at onkur kann verið brunnin inni. Í útnyrðing úr Los Angeles búgva nógv fólk av tí betra slagnum, og eisini har eru fleiri hús brunnin í grund. Fyrrverandi port­ugis­ iski løgreglumaðurin Goncalo Amaral æt­lar, at­ bók hansara um t­a horvnu gent­una skal koma út­ á enskum. Foreldrini hót­t­a við at­ st­evna Í bókini „Maddie ­ sannleikin um lygnirnar“ avdúkar Gon­ zalo Amaral nógvar smálutir frá rannsóknunum, sum port­ ugisiska løgreglan gjørdi, eft­ ir at Madeleine McCann hvarv í Portugal tann 3. mai í fjør. Bókin kom fyrst út á port­ ugisiskum, men er seinni týdd til fleiri mál og er higartil seld í umleið 180.000 eintøkum. Gonzalo Amaral skrivar í bókini, at hann er framvegis sannførdur um, at Madeleine McCann doyði av einari van­ lukku í úbúðini, sum foreldur hennara høvdu leigað í Praia da Luz. Við bretska blaðið The Independent sigur hann seg vóna, at bretar, sum vilja hava sannleikan at vita, fara at lesa bókina, tá hon kemur út á enskum. Foreldrini hjá Madeleine, Kate og Gerry McCann, hava umvegis talsmannin Clarence Mitchell boðað frá, at tey fara at leggja sak ímóti høvundinum, so skjótt bókin kemur út í Bretlandi. Portugisiska forlagið, sum hevur útgávurættindini til bókina, sigur, at bókin er longu týdd til enskt, og at samráðingar eru við eitt bretskt forlag um at geva bók­ ina út í Bretlandi. Sambært portugisiska forlagnum hava fleiri bretsk forløg víst bókini áhuga. Gonzalo Amaral sigur seg eisini hava fingið stuðul úr Bretlandi. ­ Tað vóru mong, sum settu seg í samband við meg, tá eg Madeleine­málið bleiv tikið frá mær. Eisini fólk í Bretlandi styðjaðu meg, sig­ ur hann við The Independ­ ent. Fyrrverandi t­aiw­ anski forset­in Chen Shui­bian góðt­ekur ikki, at­ hann er skuld­ set­t­ur fyri svik og vil ikki et­a Í gjár var fyrrverandi for­ setin so illa fyri, at myndug­ leikarnir gjørdu av at flyta hann á sjúkrahús. Tá hevði hann ikki etið bitan í 108 tímar. ­ Hann mótmælir tí órætt­ vísi, sum rættarskipanin hevur framt ímóti sær, sig­ ur sakførari hansara við tíðindastovurnar. Chen bleiv tikin seinasta týsdag og skuldsettur fyri at hava svikað fyri 15 milli­ ónir taiwanskar dollarar ella umleið tríggjar milli­ ónir krónur. Hann er eisini skuldsettur fyri at hava tikið ímóti muturi og fyri at hava falsað skjøl. Sjálv­ ur heldur hann uppá, at hann er ósekur, og hann leggur ákæruvaldið undir at vera í lummanum hjá tí Kina­vinarliga stýrinum, sum nú ræður í Taiwan. ­ Hetta málið er politiskt forfylging og einki annað, segði Chen herfyri. Fyrrverandi forseti í hungursverkfalli Chen Shui-bian vasrð lagdur í hondjørn, tá hann bleiv tikin Mynd: AP KALIFORNIA BRENNUR Meiri enn 2.000 sløkkiliðsmenn og fleiri hundrað sjálvboðin royna at basa skógareldinum uttan fyri Los Angeles Mynd: AP Umstrídd bók um Madeleine McCann kemur út í Bretlandi Gonzalo Amaral við einum eintaki av upprunabókini Mynd: AP