mánadagur 17. november 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 221 - 17. november 2008
tíðindi
Á kvøldskúlanum í
Vági tóku menn hós
kvøldið LRC prógv,
ið gevur rætt at passa
GMDSS útgerð við
fiskiskipum á øllum
heimshøvum
Sjóvinna
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Teir ið tóku prógv eru
Svenning Borg, Andreas
Ludvig, Einar Hammer,
Jákup V. Joensen og Byrgir
Jacobsen. Lærari er Don
Petersen og próvdómari
Kai Vágfjall.
Nýtt verður bók, sum
Don Petersen hevur lagt til
rættis, og sum Føroya Skúla
bókagrunnur
gevur
út.
(Ískoyti til GMDSS GOC
og LRC lærubók. Global
Maritime Distress & Safety
System).
Prógvið gevur rætt at
passa alla GMDSS útgerð
á fiskiskipum á øllum
heimshøvum.
Vágs Køldskúli er einasta
stað í Føroyum, tó undan
tiknir Vinnuháskúlin í Havn
og Klaksvíkar Sjómans
skúli, har til ber at taka
hetta prógv.
Fingu LRC prógv
Teir, ið tóku prógv eru (aftast frá vinstru) Svenning Borg, Andreas Ludvig, Einar Hammer, Jákup V. Joensen og Byrgir Jacobsen.
Frammanfyri sita Don Petersen, undirvísari, og próvdómari Kai Vágfjall
Mynd: D. Olsen
TÍÐinDaSKRiv
Aftur í ár verður árligi
kirkjufundurin í Eystur
oynni.
Kirkjufundurin
verður sunnudagin 23. nov
ember
kl.17.00
í
Fuglafjarðar kirkju.
Seinastu 8 árini hava
kirkjuráðslimir og kirkju
tænarar saman við prestun
um havt ein árligan fund,
har ymiskt hevur verið á
skránni sum hevur við
kirkjuna og kirkjumál at
gera. Mál, sum hava verið
viðgjørd eru m.a. sangur
og tónleikur í kirkjuni,
gudstænastuskipanin,
kirkjan og diakontænastan
og børnini og tey ungu í
kirkjuni.
Í Eysturoynni eru 15
kirkjur og 3 bønhús og 2
onnur støð í teimum 5
prestagjøldunum, har guds
tænastur verða hildnar.
Tað eru nógv fólk, sum
eru knýtt til tey ymisku
støðini:
kirkjuráðslimir,
deknar, urguleikarar og
klokkarar. Øll hesi fáa nú
høvi at hittast til fundar í
Fuglafirði
sunnudagin,
sum eisini er seinasti
sunnudagur
í
kirkju
árinum.
Kirkjufundurin
byrjar
við gudstænastu við altar
gongd
í
Fuglafjarðar
kirkju sunnudagin kl.17.00
saman við prestunum í
Eysturoynni.
Øll
eru
vælkomin
til
gudstænastuna. Eftir guds
tænastuna verður sam
koma fyri kirkjuráðslimum
og kirkjutænarum í kirkju
kjallaranum.
Kirkjuráðslimir
og kirkjutænarar
hittast
Eitt av teknunum um at jól
eru í hondum er blaðið Jóla
boð, sum KFUM í Havn
gevur út 68. árið á rað.
Inngangin
í
Jólaboð
hevur
Símun
Jacobsen,
prestur í Hvalba skrivað.
Umframt hetta eru fleiri
siðsøguligar greinir, søgur
og yrkingar, sum ymiskir
høvundar hava skrivað.
Kápumyndin
er
av
ferðamannaskipinum Tjald
ur hjá DFDS á Tvøroyri.
Myndina, sum Sigurd Valde
mar Hansen tók í 1912,
vísir eisini Tvøroyrar kirkju,
sum varð vígd fýra ár
frammanundan, og sum
fylti 100 ár fyrr í ár.
Guttorm
Zachariasen
hevur lagt Jólaboð til rættis.
Tað hevur 84 síður og
kostar 100 krónur.
Jólaboð
í 68 ár