Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. november 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 222 - 18. november 2008 13 tíðindi beek er veruleiki Væl er kannað, og høv­ undin hevur sitið á skjala­ søvnum í Føroyum, Dan­ mark, Hollandi og í Cape Town. Altíð kent søguna Men hví fór Mathias undir at skriva bók um Wester­ beek. Mathias sigur soleið­ is: ­ Navnið Westerbeck (Westerbeek) hevur sungið í oyrunum á mær alt tað eg kann minnast. Sagt varð, at Westerbeek fór á land undir Lopranseiði, men pápi mín trúði einki uppá, at mann­ ingin var komin í land á Lopranseiði, har var ov høgt og ikki komandi í land, teir máttu verða komnir í land onkra aðrastaðni, helt hann. Onnur søgdu, at West­ erbeek fór á land Vestan Háls, sum er nakað longur suðuri, og at stórmasturin brotnaði, og fall inn í bergið, og at manningin bjargaði sær upp í Háls eftir mastrini. Teir av manningini, sum bjargaðust, sluppu ikki av landinum tann veturin, men vóru liggjandi í Føroyum í níggju mánaðir. Eisini hevur ljóðað, at tveir av manningini vóru eftir í Vági og giftust har, og at ein giftist í Nólsoy. Alt hetta vóru søgur, og eg sá ong­ antíð nakað prógv, og júst hetta gjørdi meg forvitnan, men tað skuldu ganga øll hesi árini, meiri enn fimti ár, áðrenn eg kom fram á skjølini um hetta skipbrotið, sum verður mett sum eitt av mest gitnu skipbrotum í føroyskari søgu yvirhøvur. ­ Vísuna um Westerbeek hoyrdi eg pápa mín nevna, men hann dugdi hana ikki uttanat, bert okkurt ørindi. Hann bað meg spyrja Carl Reynheim í Havn, sum kendi hana, men eg spurdi ongantíð Carl, sjálvt um eg ofta sá hann á gøtuni í Havn. Men í 1975 lat Carl Reynheim vísuna prenta í Dimmalætting, og tá sá eg fyrstu ferð vísuna upptekn­ aða, og síðan havi eg funnið aðrar upptekningar av somu vísu, sigur Mathias Lassen. Gomul skjøl ­ Á skjalasavninum í Havn kom eg fram á hópin av skjølum viðvíkjandi Wester­ beek, ið vóru skrivað við gotiskari skrift, og tað havi eg skrivað av, okkurt um 200 skjøl íalt. Sjófrágreið­ ingin var skrivað á donsk­ um, men í henni stóð, at manningin hevði skrivað eina frágreiðing til verju fyri skiparan, tá hann kom fyri rættin í Havn, og hon var skrivað á hollendskum, men henda frágreiðing var ikki at finna í Havn. Men á Ríkissavninum í Keyp­ mannahavn fann eg frá­ greiðingina skrivaða við gotiskari skrift á hollendsk­ um, greiðir Mathias Lassen frá. ­ Fútin Jørgen Fr. Hamm­ ersheimb skrivar bræv til allar sýslumenn í Føroyum, uttan í Suðuroy, og biður teir senda sær eitt yvirlit við nøvnunum á hollending­ unum, og hvar teir hava gist henda veturin 1742/43, men hesin listin var heldur ikki á skjalasavninum í Havn, men á Ríkissavninum í Keypmannahavn fann eg listan við nøvnunum á teim­ um, sum bjargaðust, 80 menn í alt, og nøvnini á teimum, sum høvdu teir búgvandi runt um í land­ inum í níggju mánaðir, sigur Mathias Lassen. Eftirkomarar í Føroyum ­ Í vártingsbókunum er sjórætturin førdur, men í vártingsbókunum eru eisini rættarsakir, har kvinnur eru komnar fyri barn við monn­ um av Westerbeek. Í føroy­ ingum rennur nógv blóð, sum stavar frá Westerbeek, sigur Mathias Lassen. ­ Umframt at skriva um Westerbeek, havi eg skrivað um annað, sum eg eri komin fram á, t.d. eru tríggjar aðrar skipsvanlukkur nevnd­ ar, har ein er tann ræðu­ ligasta, og syrgiligasta í allari skipasøguni hjá hollendska eysturindiska felagnum.Eisini verður sagt frá, hvussu teir navigeraðu á víðum havið við lítlari og ongari navigatiónsútgerð, greiðir høvundurin frá. ­ Tað hevur verið eitt sera drúgt og trupult arbeiði, men eg gleðist yvir, at eg nú kann leggja eina bók fram, sum út frá tí skrivliga tilfarið, sum er til á skjala­ søvnunum, lýsir hendingina um Westerbeek út í æsir, sigur Mathias Lassen um nýggju bókina. ________________________ Bókin um Westerbeek er 288 blaðsíður Mathias Lassen hevur skrivað og lagt til rættis Forlag: Undir Rókunum Mathias Lassen er føddur í Vági 10. november 1940 ________________________ Her kom manningin á Westerbeek á land Rithøvundur í Losjuni Pensionistafelagið í Havn hevur fund í Losjuni mikukvøldið klokkan 19, har Petur Jacob Sigvardsen lesur úr nýggjastu bók síni ”Hin Heimurin”. Hin heimurin 1 er fyrsta bókin í einum bókaverki um tey yvirnatúrligu fyribrigdi, sum nógv menniskju hava upplivað, og sum fleiri teirra hava greitt frá. Hesar frásagnir, sum eru fleiri hundrað í tali, eru savnaðar, ritsjórnaðar og festar á blað, og við teirra loyvi verða tær nú útgivnar í bókaverkinum Hin heimurin. Høvi verður eisini at ogna sær bókina og fáa hana signeraða. Færd á ferð í Føroyum Fólka/jazz trio’in Færd er sett saman av Peter Uhrbrand og Eskild Romme, Jens Ulvsand, Pierre Dørge, Irene Becker og Julie Hjetland. Kendast eru Dørge og Becker frá legendariska bólkinum New Jungle Orchestra. Romme er kendur í TUTL høpi. Færd hevur samstarvað við tónleikarar úr nógvum londum. Á fyrstu útgávuni frá 2002 var danska Nanna við. Færd hevur fasta manning og eru tað Dørge, Becker og Hjetland. Talan er um norðurlendskt sam­ starv. Færd spæla soleiðis í Føroyum, mikukvøld 19. november klokkan 20 á Seglloftinum á Tvøroyri, hóskvøldið klokkan 20 í Staðnum í Vestmanna, fríggjakvøldið klokkan 21.00 í Reinsarínum í Havn og leygarkvøldið klokkan 21 á Gjáargarði við Gjógv.