týsdagur 18. november 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 222 - 18. november 2008
tíðindi
Í ár høvdu
føroyingar høvi
at fylgja við á
netinum og
í bløðum, tá
kavarar leitaðu
vestanfyri
Suðuroynna,
har hildið var,
at hollendska
skipið
Westerbeek
fór á land 2.
spetember í 1742.
Orsøkin til at kavarar
fóru niður var, at
Mathias Lassen
skrivaði bók um
hendingina, og
bókin, sum lýsir
hendingina út í æsir,
er nú veruleiki, og
verður løgd fram í
Stóra Pakkhúsi í Vági
hósdagin
Westerbeek
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Enn er neyvan nakar, ið hev
ur lisið bókina um Wester
beek,
uttan
høvundurin
sjálvur, og rættlesararnir.
Bókin er nevniliga spildur
nýggj, og verður løgd fram
í Stóra Pakkhúsi í Vági
hósdagin klokkan 17:00.
Tað gerst beinanvegin
greitt, tá ein fær bókina í
hondina, at her er talan um
dygd, og eitt stórverk. Og
eftir at hava blaðað í henni
eitt sindur, er allur ivi burt
ur. Her verður onki latið
eftir ósvarað, sum greiða á
nakran hátt kann fáast á.
Mathias Lassen hevur við
hesi bók lýst hendigina út í
æsir, og øll søgan um
Westerbeek, sum fór á land
vestanfyri Suðuroynna í
mjørka tann 2. september í
1742, og øll søgan aftan á,
so sum hvat hendi við
manningini, og at teir hava
eftirkomarar í Føroyum, er
eisini kannað.
Bókin um Wester
Skerini vestan fyri á Suðuroynni, har hollendska skipið
Westerbech fór á land fyri 266 árum síðani
Havn uttan Niclas Hera
Niclas Heri Jákupsson fer ikki í starvið sum stjóri fyri
Klaksvíkar Havn. Ætlanin var, at Niclas Heri skuldi byrja
í starvinum 1. november, men hetta verður nú av ongum,
skrivar Norðlýsið. Fortreytirnar fyri samstarvinum eru
nógv broyttar,síðan eg tók av starvinum fyrr í ár, og
óvissan kring Klaksvíkar Kommunu hevur gjørt, at eg
havi valt at siga nei takk, sigur Niclas Heri Jákupsson við
Norðlýsið. Hann fer nú aftur í leiðarastarv hjá Shell í
Norðoyggjum.
Spanskir surfarar í Suðuroy
Suðuroyarportalurin, www.sudurras.fo, veit í dag at siga, at
mikudagin 19. november hava suðuroyingar møguleika at síggja
surfing í heimsflokki. Tá er ætlanin, at spanskir surfarar fara at royna
sínar brimfjalar í Sandvík og í Hvalba. Hesir eru eftir øllum at døma
yrkissurfarar og hava teir egið filmslið við á ferðini. Í Suðuroy vóna
tey, at teir fáa nakrar góðar aldur at ríða á og teir eisini fáa nakrar
góðar myndir úr Suðuroynni.
kelda: www.sudurras.fo