týsdagur 18. november 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 222 - 18. november 2008
Elin Lindenskov,
forkvinna í heilsu-og
umhvørvis nevndini
Tórshavnar Býráði,
vil hava eina stóra,
felags brennistøð
fyri allar Føroyar
og hon skal vera í
miðstaðarøkinum
Landsfundur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað einasta rætta er at gera
eina stóra, felags brennistøð
fyri allar Føroyar.
Tað var boðskapurin hjá
Elini Lindenskov á lands-
fundinum hjá Javnaðar-
flokkinun í Klaksvík nú um
vikuskiftið.
Elin
Lindenskov
er
forkvinna í heilsu- og um-
hvørvisnevndini hjá Tórs-
havnar Býráð og hon vildi
hava umhvørvið á breddan
á landsfundinum.
Og hon helt, at tað er
ótrúliga týdningarmikið, at
Javnaðarflokkurin
tekur
støðu fyri, at vit fara undir
at byggja eina stóra brenni-
støð, sum skal vera felags
fyri alt landið.
Í løtuni hava vit tvær
brennistøðir, eina fyri Tórs-
havnar Kommunu og eina
fyri restina av landinum.
- Tær eru báðar javn-
gamlar og tær hava báðar
akkurát nú fingið stórar
umvælingar og tann í Leir-
vík skal nú byggjast út.
- Tað, vit hava fingið at
vita, er, at eftir umvæling-
arnar halda tær í 10-15 ár
afturat.
Elin Lindenskov sigur, at
tað merkir, at um 10-15 ár
standa vit við tveimum
uppslitnum brennistøðum.
Tí eiga vit longu nú at
taka støðu til, at framyvir
skulu vit hava eina stóra
brennistøð,
sum
verður
felags fyri alt landið.
- Tað tekur drúgva tíð at
fyrireika og byggja eina
stóra brennistøð, men tað
fer uttan iva eisini at taka
tíð at leggja báðar brenni-
støðirnar saman.
Stórir fyrimunur
Sum støðan er nú, verður
rusk flutt aftur og fram runt
í øllum landinum ístaðin
fyri at rationaliserað flutn-
ingin og savna alt ruskið á
einum staði.
Tað hevði spart nakað av
útlátið av vandamiklum
evnum.
Elin Lindenskov heldur
eisini, at tað er ongin ivi
um, hvar ein slíkt brennistøð
skal vera
Hon skal vera í Suður-
streymoy og sostatt skal
hon vera beint við Havnina,
tí er hava øll líka langt at
koyra ruskið.
Men upp aftur týdning-
armiklari er tað, at í Havn
er longu nú eitt undirstøðu-
kervi til eina stóra fjarhita-
skipan gjørt, sum 750 húski
ov vinnuvirki fyribils eru
knýtt upp í.
Og bara tann fjarhitin, vit
longu
nú
hava,
sparir
okkum 1% av Co2 útláti-
num, longu sum er.
Samstundis er hetta mitt í
landinum, so flutningurin
verður so stuttur sum gjør-
ligt hjá øllum.
Tær báðar brennistøðir-
nar, vit nú hava, eru ov lítl-
ar, men ein felags brennistøð
hevði verið so mikið stór, at
tað hevði borið til at vunnið
streym úr hitanum og tí er
tað ein fyrimunur at byggja
hana við SEV-verkið á
Sundi.
Sostatt heldur hon, at tað
hevði verið nógvir um-
hvørvisligir fyrimunir við at
gjørt eina felags brennistøð,
segði Elin Lindenskov.
- Hetta er ein spurningur,
sum vit mugu taka støðu til
sum skjótast, staðfesti Elin
Lindenskov.
Einasta rætta
Vilhelm Johannesen, sum
var formaður í Føroya
Kommunufelag, tá ið brenni-
støðin í Leirvík varð bygt
segði, at longu tá var ætlanin
at gera eina brennistøð.
- Tað hevði gjørt ætlanina
nógv rationellari, samstund-
is sum tað hevði givið nógv
størri møguleikar at gagn-
nýtt avlopshitan.
Men Býráðið í Havn setti
alt ov harðar treytir við at
krevja meirilutan í nevndini
fyri brennistøðina og sostatt
ræðisrættin á henni og tað
vildu Kommunufelagið ikki
góðtaka.
Hann heitti staðiliga á
allar partar um at taka undir
við hugsanini um at byggja
eina felags brennistøð fyri
alt landið.
Men Vilhelmi so líkt, var
eisini stundir til skemt:
- Tey vilja kráma alt inn
undir seg í Havnini, so
kunnu tey eisini fáa lortin,
helt hann.
Alt rusk
til Havnar
Elin Lindenskov sigur, at tað eru nógvir umhvørvisligir fyrimunir við at gera eina felags
brennistøð fyri alt landið og tað mest natúrliga er at leggja hana nærhendis Havnini
skuldi bíða til regluliga
landsfundin, sum var í
Klaksvík um vikuskiftið.
Allar ósemjur
lagdar afturum
Men tann, sum hevði bíðað
eftir eini uppgerð í Javn-
aðarflokkinum
á
lands-
fundinum, bíðaði til fánýtis,
tí á landsfundinum varð
tvídrátturin um Gerhard
Lognberg ikki tikin upp á
tunguna yvirhøvur.
Sjálvur hevði Gerhard
Lognberg orðið reiðiliga
tíðliga á landsfundinum og
tá staðfesti hann, at allar
ósemjur ímillum hann og
restina av flokkinum, vóru
lagdar aftur um og tað
fegnaðist hann um.
Hann sigur, at hann følir
seg væl í tingbólkin um nú.
Men hann sigur eisini, at
ein høvuðsorsøk til tað er,
at CHE samgongan slitnaði
og at ABC samgongan varð
skipað í staðin.
- CHE samgongan skeyt
Sandoyartunnilin í senk, so
eg eri í hvussu so er ikki ein
av teimum, sum harmist
um, at hon fór fyri bakka,
sigur hann.
Samstundis følir hann
seg nógv tryggari við, at
Sandoyartunnilin
verður
veruleiki við hesi nýggju
ABC samgonguni.
- Tað eydnaðist at fáa
Sandoyartunnilin við í sam-
gonguskjalið við ítøkiligum
orðingum og tað hevur givið
mær nýggja vón, tí eg havi
álit á, at samgongan er sinn-
að at fullføra tað, sum stend-
ur í samgonguskjalinum,
staðfestir Gerhard Lognberg.
Samstundis ger hann púra
greitt, at tað er framvegis
eitt treytaleyst krav, at farast
skal undir Sandoyartunnilin
í 2011.
Ongar broytingar vórðu gjørdar í leiðsluni í
Javnaðarflokkinum á landsfundi um vikuskiftið
Eftir landsfundin í Javnaðarflokkinum um vikuskiftið,
er tað greitt, at ovasta leiðslan í flokkinum verður tann
sama hetta næsta árið, sum hon hevur verið hetta
síðsta árið.
Longu frammanundan var tað greitt, at Jóannes
Eidesgaard fór at halda fram sum formaður, tí valevni
til starvið sum formaður, skuldi vera flokkinum í
hendi í seinasta lagi tríggjar vikur undan landsfundi-
num og tá í onki uppskot kom inn, varð greitt, at
Jóannes Eidesgaard heldur fram hetta næsta árið.
Men veljast skulu eisini tveir næstformaður og teir
skulu vera hvør sítt kyn. Tey, sum hava røkt hesi bæði
størvini, eru Randi í Jógvansstovu í Leirvík og Petur
Páll Mikkelsen úr Gøtu og tað var heldur ongin, sum
bjóðaði teimum báðum av, so tey halda fram.
Men so skuldu eisini tríggir limir veljast í starvs-
nevndina. Tey trý, sum manna starvsnevndina, eru
Maud Næs úr Hvalba, Kristian Magnussen úr Havn og
Eyðgunn Samuelsen úr Klaksvík og tey vórðu somu-
leiðis afturvald, men her skuldi val til, tí William Sand
Davidsen á Sandi og Ann Elisabeth Joensen úr Havn
vórðu eisini í uppskoti til starvsnevndina, men
hvørgum eydnaðist at verða vald
-áki-
Jóannes Eidesgaard ásannar nú, at ein høvuðs-
orsøk til at skipa allar Føroyar í eitt valdømi,
hevur neyvan hildið
Tá ið alt landið varð skipað í eitt valdømi, førdu tey,
sum tóku undir við málinum, ofta og títt fram, at tað
skuldi vera ein stórur fyrimunur, tí tað fór at beina fyri
lokalpolitikkinum, sum var mettur at vera av tí ónda.
Men á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum um
vikuskiftið, ásannar, Jóannes Eidesgaard, formaður
floksins, at hendan grundgevingin hevur neyvan
hildið.
- Ongantíð áður hevur lokalpolitikkurin verið meira
í fokus enn júst í tíðini eftir valið, staðfesti hann á
landsfundinum.
Hann sigur, at ein onnur avleiðing av broytingini
hevur verið, at valstríðið og tíðin eftir valið hevur víst,
at løgtingsfólk í nógv størri mun hava brúk fyri at
koma sær fram í fjølmiðlum, tí nú berjast jú øll móti
øllum.
- Hetta hevur síðan aftur víst seg í stórari ónøgd í
sjálvum valstríðnum, tí at nøkur eru sloppin meira
framat fjølmiðlunum enn onnur. Hetta er ikki ein
trupulleiki, sum bert vit í Javnaðarflokkinum eiga,
men er hetta galdandi allar teir stóru flokkarnir, segði
Jóannes Eidesgaard.
-áki-
Grundgeving fyri einum
valdømi helt ikki
Toppurin tann sami
Tey klóku flokkast
Meira enn annarhvør akademikari hevur ein akademikara sum
besta vin. Fólk við hægri útbúgving vilja helst brúka tíð
saman við øðrum fólki við høgari útbúgving, og akademik-
arar vilja helst eisini hava, at børnini spæla við børn hjá fólki
við høgari útbúgving. Tað er úrslitið av einari kanning, sum
Capacent Epinion hevur gjørt fyri danska vikubrævið A4. - Í
Danmark er ein fortreyt fyri einum góðum vinarlagi, at vit
hava somu áhugamál, og her er útbúgving ein týðandi partur
– serliga fyri fólk við hægri útbúgving, sigur Karen Lisa
Salamon, etnografur, við A4.
Bush søguliga samrøðu við Gadaffi
Fyri fyrstu ferð í mong ár hevur ein amerikanskur forseti ringt til libyska
einaræðisharran. Tað var í gjár, at George W. Bush, forseti, prátaði í telefon við
Moammar Gaddafi. Teir báðir tosaðu um, hvat kann gerast fyri at bøta um
viðurskiftini millum USA og Libya, nú Libya hevur goldið 1,5 milliard dollarar í
endurgjaldi fyri yvirgang, sum landið er sett í samband við. Pengarnir eru settir í ein
grunn, og teir skulu brúkast til endurgjald fyri bumbuatsóknina at einum Pan Am-
flogfari uppi yvir skotska býnum Lockerbie í 1988 og eina bumbuatsókn nat einum
diskoteki í Vesturberlin tvey ár frammanundan.