týsdagur 18. november 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 222 - 18. november 2008
Gerhard Lognberg og
floksfelagir hansara
hava so hjartaliga griv
ið stríðsøksina eftir
eitt ógvuliga rokaligt
vár og summar
Landsfundur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin
Gerhard
Lognberg
situr
aftur fjálgt og væl í Javn
aðarflokkinum.
Tað kann staðfestast eftir
landsfundin hjá Javnaðar
flokkinum um vikuskiftið.
Sostatt
hava
Gerhard
Lognberg øðrumegin og
restin av javnaðarflokkinum
hinumegin, grivið stríðs
øksina langt niður, eftir eitt
eljustríð í alt vár og út á
summarið, sum var so
rokaligt, at tað hótti við at
spøna Javnaðarflokkin.
Tað var spurningurin um
undirsjóvartunnil í Sandoy,
har Gerhard Lognberg var
so ósamdur við restina av
Javnaðarflokkinum, at hann
enntá varð hóttur við at
verða tveittur úr flokkinum.
Hinvegin vóru tað eisini
onnur
javnaðarfólk,
ikki
minst javnaðarfólk á bygd,
sum sóu sandoyartingmannin
sum ein hetju, ið tordi at seta
seg upp ímóti yvirvøldini –
og sum tordi at standa
rimmarfast, hóast tað breyt
harðliga í bæði borð.
Skuldi vigast á fundi
Serliga gjørdust tað ovboðið
hjá nógvum javnaðarfólki
eftir ein rokmiklan tingfund,
har Gerhard Lognberg av
sjálvum tingsins røðarapalli,
kallaði sín egna floks
formann, Jóannes Eides
gaard, sum enntá eisini var
løgmaður, fyri svíkjara.
Eitt skifti var so ísakalt
ímillum sandoyartingmann
in og restina av Javnaðar
flokkinum, at eitt skifti varð
hann ikki boðin við á fund
hjá tingmanningini og hann
duldi ikki fyri, at hann føldi
seg ikki sørt frystan úti úr
sínum egna flokki.
Tað endaði við, at boðað
varð frá, at Javnaðarflokk
urin fór at kalla saman til
eyka landsfund at viðgera
støðuna hjá Gerhardi Logn
berg í flokkinum og um
hann skuldi tveitast út.
Men tann fundurin bleiv
ongantíð.
Síðani varð sagt, at málið
Nú Norrøna er givin
at sigla til Skotlands,
skulu tit ikki vága
tykkum at taka Smyril
frá suðuroyingum
til skotlandssigling,
gjørdu javnaðarfólk
í Suðuroy púra greitt
á landsfundinum
hjá flokkinum um
vikuskiftið
Landsfundur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Javnaðarflokkurin skal ikki
vága sær at taka Smyril úr
suðuroyarsiglingini og seta
hann í skotlandssigling.
Tað gjørdi Pauli Einars
son, floksfeløgum sínum
púra greitt á landsfundinum
hjá flokkinum um viku
skiftið.
Hann vísti á, at summi
Javnaðarflokk hava harmast
um, at skotlandssiglingin
hjá Norrønu nú verður
niðurløgd.
Og hann viðgekk, at hetta
gjørdi hann eitt sindur
nervøsan, tí tað var eitt
annað skip í Føroyum, sum
kann brúkast til Skot
landssigling.
Í hesum sambandi sipaði
hann til Smyril.
Men bara soleiðis framm
anundan gjørdi hann flokk
inum púra greitt, at tey
skuldi ikki fáa nøkur sum
helst hugskot, sum bóru á
tann bógvin.
Eitt veit eg, tit skulu
ikki røra Smyril. Vissi tit so
mikið sum nevna orðini
“Smyril” og “Skotland” í
sama setningi, skulu tit ikki
vænta nakran stuðul frá
okkum á næsta valið, gjørdi
Pauli Einarsson púra greitt.
Ongar ætlanir
John Johannessen, politisk
ur formaður í Javnaðarflokk
inum, staðfestir, at ongar
politiskar ætlanir hava verið
um at taka Smyril til uttan
landssigling.
Dánjal Andreasen, stjóri
á Strandferðsluni, hevur
heldur ikki hoyrt um slíkar
ætlanir.
Hann sigur, at sum Smyril
er nú, er tað ivingarsamt,
hvussu hóskiligur hann er
til uttanlandssigling, tí hann
hevur bara 96 koyggjur og
sostatt kann hann ikki føra
meiri enn 96 ferðafólk.
Eftir altjóða reglum, er
onki, sum eitur dekkspláss
longur, tí nú er tað eitt krav,
at hvørt ferðafólk hevur
sína koyggju.
Skal Smyril føra nakað
av ferðafólki, sum munar í
uttanlandssigling,
verður
sostatt fyrst neyðugt at gera
fleiri koyggjur umborð.
Annars hevur fleiri ferðir
áður verið umrøtt at lata
Smyril sigla ein túr úr Suð
uroy til Scrabster fríggja
kvøld, so at hann kann vera
aftur í Suðuroy sunnudag.
Sostatt skal annað skip fáast
til siglingina ímillum Suður
oy og Havnina leygardag og
fyrrapartin sunnudag.
Gerhard Lognberg aftur í hitanum
Gerhard Lognberg følir seg
aftur væl ímillum sínar egnu
ogá landsfundinum um
vikuskiftið staðfesti hann,
at allar ósemjur eru lagdar
aftur um. Her er hann á
landsfundi, høgrumegin,
undir liðini á Hans Paula
Strøm, landsstýrismanni í
heilsumálum
Fingrarnar burtur
frá Smyrli
Javnaðarflokkurin skal ikki so mikið sum vága sær at nevna orðini “Smyril” og “Skotland”
í sama setningi, gjørdi Pauli Einarsson, formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag,
floksfeløgum sínum púra greitt á landsfundi í flokkinum um vikuskiftið. Her situr hann á
landsfundinum vinstrumegin, undir liðini á konuni, Inu og Jacob Ludvig úr Hvalba
Framvegis arbeiði á Norðís
Í Vikuskiftis Sosialinum stóð, at Norðís á Eiði fór at lata aftur
mánadagin. Hetta vísti seg ikki at vera heilt soleiðis, tí virkið
fekk fisk í gjáramorgunin, tá línuskipið, Grani, landaði. Hetta
gjørdi, at virkið verður í drift í tveir til tríggjar dagar afturat,
sambært Jóhan Páll Joensen. – Tey arbeiða vanligar dagar sum
er, men eg veit ikki heilt, hvussu leingi tað verður, sigur stjórin
í Maru Seafood. Jóhan Páll Joensen leggur afturat, at við
arbeiðinum at bjarga Maru, dugir hann ikki at síggja heilt
hvønn veg tað ber, men at hann framvegis arbeiðir við fleiri
møguleikum.
Serbia fær lán frá IMF
Altjóða Gjaldoyragrunnurin er til reiðar at læna Serbia pengar
til at avmarka avleiðingarnar av fíggjarkreppuni við. Altjóða
Gjaldoyragrunnurin, IMF, hevur boðað serbisku stjórnini frá, at
hon kann fáa tríggjar milliardir krónur í láni til at avmarka
avleiðingarnar av altjóða fíggjarkreppuni við. IMFstjórin,
Dominique StraussKahn, sigur, at talan er um eina tilsøgn,
men at Serbia fær ikki pengarnar, uttan at tørvur er á teimum.
IMFstjórin hevur biðið G20londini um meiri pengar til
grunnin, tí annars verður hann ikki førur fyri at nøkta
eftirspurningin eftir lánum, sigur hann.