Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. november 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 222 - 18. november 2008 Arbeiðið við at gera nýggja kloakkskipan í Nólsoy gongur eftir ætlan. Alt tað »tunga« arbeiðið er liðugt, og nú verður farið undir ovara part av bygdini KLOAKKSKIPAN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Hóast kunngerðin um at kommunur í seinasta lagi í 2010 skulu føra allar kloakk­ ir um reinsiverk og út á streymasjógv ikki er lýst enn, arbeiða flestu kommun­ ur sum um at hetta var hent. Serliga Havnar kommuna hevur gjørt nógv við at fáa hesa skipan setta í verk, og umframt at nógv er gjørt í Havn, eru eisini hesar skip­ ani settar í verk í Hesti og nú eisini í Nólsoy. Arbeiðið byrjaði tíðliga í summar úti í Nólsoy, og tal­ an er um eina umfatandi broyting í kloakkskipanini. Øll kloakering skal førast úr víkini og út á streyma­ sjógv, og tað merkir, at ein pumpustøð og tríggir pumpubrunnar skuldu setast upp, tí hæddarmunur­ in er so stórur úr suður­ og miðbygdini, norður um kirkjugarðin, har kloakk­ skipanin verður leidd út á streymasjógv. ­ Vit vóru greiðir yvir, at hesin parturin av arbeiði­ num fór at verða drúgvur, tí neyðugt var at grava sera djúpt, sigur Frank Hellisdal, sum við felagið sínum, Maskingrevstur, ger arbeiðið. Talan hevur í støðum ver­ ið um manshædd, ið neyðugt hevur verið at gra­ va niður. Fyrsta av sínum slag Tað tunga arbeiði er nú liðugt, og farið verður nú undir at leggja nýggja kloakkskipan í ovara parti av bygdini. ­ Vit fara nú undir at legg­ ja kloakkina frá Mýruni og niðan á Eggjargøtu, og tað arbeiðið skal helst verða liðugt áðrenn jól. Men tað, sum nú er eftir, verður mun­ andi lættari, tí nú verður talan um munandi grynri gryftir, sigur Frank Hellis­ dal. Higartil hevur tíðaræt­ lanin hildið, og væntandi verður alt arbeiðið liðugt einaferð komandi summar. Viðvíkjandi pumpustøð­ ini er at siga, at talan er um fyrsta pumpuhúsið av sín­ um slag í Føroyum. Pumpan verður stýrd úr Havn, og har síggja teir beinanvegin, um nakað er í ólagi við pumpuni. Teir hava verið úr trimum upp í fimm mans til arbeiðis hesar seks mánaðirnar, arbeiðið higartil hevur vart. Pumpuhúsið í Nólsoy er fyrsta av sínum slag í Føroyum Mynd: Aksel á Botni Realkredittlán bíligari enn vanlig sethúsalán Fyri hvørja lánta millión sleppa fólk við realkredittláni árliga netto umleið 8.400 krónur bíligari enn tey, sum hava vanlig sethúsalán. Orsøkin er, at rentan á teimum sonevndu rentutillagingarlánum, ið Eik bjóðar, hevur gjørt eitt rættiligt lop niðureftir seinastu dagarnar. Rentan á RTL 2­lánum, tað vil siga rentan, ið verður ásett aftur í desember 2009, er umleið 5,85 prosent árliga. Til sammetingar er rentan á teimum vanligu bankalánunum við fyrsta veðrætti uppi á 7,25 prosentum árliga. Hetta merkir, at rentan á RTL 2­lánum í løtuni er 1,40 prosentstig lægri enn rentan á teimum vanligu bankalánunum við 1 veðrætti, sum føroyskir bankar vanliga hava veitt. Siga vit, at rentan á realkredittlánum í løtuni liggur 1,40 prosentstig lægri enn á bankalánum, merkir hetta eina bruttosparing fyrsta árið á umleið 14.000 krónur. Tá rentustuðulin er farin burturav, er nettosparingin 8.400 krónur árliga. Mánaðarliga merkir hetta eina sparing á 700 krónur fyri hvørja lánta millión. Tíðarætlan fyri kloakk heldur Uppskotið til kunngerð um nýggja kloakkskipan hjá kommununum er í løtuni til løgfrøðiliga eftirkanning og kemur fyri á landsstýrisfundi fyrsta dagin KLOAKKSKIPAN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað eru eftirhondini fleiri ár síðani, at Umhvørvis­ stovan gjørdi eitt uppskot til kunngerð um kloakk­ skipan hjá kommununum, sum í stuttum gongur út upp á, at allar kloakkir skulu reinsast og síðani førast út á streymasjógv. Hetta uppskotið hevur síðani ligið í onkrari skuffu úti í Tinganesi, men nú hevur nýggja landsstýris­ kvinnan í innlendismálum, Annika Olsen, leitað uppskotið fram og ætlar at seta tað í gildi. ­ Kunngerðin er á trappuni. Hon er í løtuni til løgfrøðiliga eftirkanning fyri at vita, um alt er juridiskt í lagi, og tá tað arbeiðið er gjørt, miði eg ímóti at fáa kunngerðina lagda fyri landsstýrisfund sum skjótast, so hon kann verða sett í gildi, sigur Annika Olsen. Fleiri kommunur hava kortini arbeitt eftir tí leisti, at kunngerðin longu var sett í gildi, og tað fegnast landsstýriskvinan um. Ser­ liga Tórshavnar kommuna, har Annika Olsen sjálv var býráðslimur fram til løgtingsvalið í januar, hevur gingið á odda í hesum arbeiði. Broytt gildiskoma ­ Tað er at fegnast um, at kommunurnar taka hetta málið í álvara, men veru­ leikin er, at kunngerðin ikki enn er sett í gildi. Vitandi um, at tað ikki eru allar kommunur, sum eru komnar líka langt á økinum, og tí ivist eg í, um tað er rímiligt við einum so stuttum skotbrái sum 1. januar 2010, sigur Annika Olsen. So sjálvt um hon ætlar sær at skunda undir at fáa uppskotið lagt fyri lands­ stýrisfund og harvið fáa heimild at seta kunngerðina í verk, ætlar hon sær tó at broyta gildiskomuna í kunngerðini. ­ Eg haldi ikki at tað er rímiligt, at kommunurnar fáa so stutta tíð at fáa hesi viðurskifti í lag, so eg kundi hugsa mær, at gildiskoman í kunngerðini varð sett til 1. januar 2011 í staðin fyri, sigur Annika Olssen. Tað er sostatt alt sum bendir á, at hendan kunn­ gerðin, sum nógvar kommunur longu nú arbeiða eftir, langt um leingi verður sett í gildi. Nú fer Annika Olsen at seta kunngerðina um nýggja kloakkskipan fyri kommunurnar í gildi Mynd: Jens Kristian Vang Kloakkloysn á trappuni