týsdagur 18. november 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 222 - 18. november 2008
Hanus í Sólarmagn
Lagt er upp til intima tónleikauppliving, tá Hanus G. Johansen leygarkvøldið
22. november spælir konsert í Sólarmagn á Velbastað. Við plássi fyri 50
áskoðarum er Sólarmagn millum minstu konserthøli í landinum, og kemur
lurtarin tí heilt tætt at einum av føroysku mentunardýrgripunum. Sólarmagn
liggur í vakrari náttúru við útsýni yvir Kolturssund. Konsertin leygarkvøldið
verður tann fyrsta í eini røð av intimkonsertum við fólkakærum tónleikarum í
Sólarmagn. Næsta konsertin verður við einum av Velbastað og Eivør Pálsdóttir
vitjar í januar. Dyrnar lata upp klokkan 19.00 og atgongumerki fáast á
Kunningarstovuni í Havn fyri 165 krónur.
Slutt við fríari
heimatelefon
Eisini landsstýrisfólk mugu halda seg til skattareglurnar. Í
ársfrágreiðingini frá landsgrannskoðanini verður víst á, at
landsstýrismaðurin í innlendismálum fram til 2007 hevði
fría heimatelefon. Eftir at grannskoðanin hevði gjørt var
við hetta, tosaði Innlendismálaráðið við TAKS, og har
vóru boðini, at landsstýrismenn ikki hava seravtalu fram
um aðrar borgarar í landinum. Ráðið sigur seg hava tikið
boðini til eftirtektar, og koma landsstýrismenn ikki at
hava fría heimatelefon í framtíðini.
Elin B. Heinesen,
stjóri á Samvit, er
ónøgd við lønina hon
fær, tí hon helt, at
hon fór at vera einum
hægri lønarflokki.
Elin Heinesen vinnur
39.215,79 krónur um
mánaðin, men kundi
hugsað sær 43.467,68
í staðin
Lønarviðurskifti
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Stjórin í Samvit er ónøgd
við lønina hjá sær. Hetta
stendur í ársfrágreiðingini
frá Landsgrannskoðanini.
Har stendur eisini, at Vinnu
málaráðið hevur sent henni
setanarsáttmála at skriva
undir, men at hon ikki hevur
gjørt hetta. Sambært Vinnu
málaráðnum stóð greitt í
starvslýsingini, at starvið
var flokkað í 37. lønarflokki,
og ikki í 38. sum hon ynsk
ir.
Eg var stødd niðri í Dan
mark, tá eg søkti starvið.
Eg sá ongantíð starvslýsing
ina, men eg fekk eitt skriv,
har tað stóð, at eg fekk løn í
38. lønarflokki. Eg gjørdist
satt at siga bilsin, tá eg fekk
fyrstu lønina, tí eg helt, eg
átti at fáa meira. Tað kann
tó væl vera, at tað á onkran
hátt er mín egna skuld, at eg
ikki havi kannað viðurskift
ini betur, sigur Elin Heine
sen. Sum er ónøgd við, at
hon fær knappar 40.000
krónur um mánaðin heldur
enn góðar 43.000 krónur
um mánaðin.
Farin niður í løn
Elin Heinesen var í einum
starvi í Danmark, og er,
sambært henni sjálvari, far
in niður í løn við at koma til
Føroyar at arbeiða.
Eg fekk eina løn, ið
svarar umleið til 38. Lønar
flokk í Danmark. Tí eri eg
hørm um, at lønin er farin
niður. Eg visti ikki betri,
enn at eg fekk umleið somu
løn sum í gamla starvinum,
sigur Elin Heinesen. Hon
leggur afturat, at tað er ein
misskiljing, ið er hend, men
hon metir ikki, at lønin er
nøktandi, í mun til arbeiði
og ábyrgd.
Sum ein arbeiðari
Í stóran mun er Elin Heine
sen sera fegin um starvið
hjá sær, men hon metir ikki,
at hon fær eina hóskandi
løn, ið svara til arbeiðsbyrð
una.
Hevði mann hugt at
tímalønini, og hvussu nógv
ar tímar eg arbeiði, hevði
mann sæð, at eg neyvan
vinni meiri pening enn ein
vanligur arbeiðari, og tað
meti eg ikki vera hóskandi.
Tí kundi eg hugsað mær
meiri løn, og eg hevði eisini
eitt spennandi starv í Dan
mark, greiðir Elin Heinesen
frá, og leggur afturat, at hon
hevði umhugsað støðuna
nógv, um hon visti, at hon
kom heim til eina løn, sum
er minni enn hon fekk í
fyrrverandi starvinum.
Ivast um hon
fær meira
Arbeiðsgevari hennara hev
ur ikki givið úttrykk fyri, at
ætlanin er at geva henni
meira løn, og tí ivast hon
eisini í sjálv.
Eg havi ikki ánilsi fyri,
um eg fari at fáa meira løn.
Eg meti meg bara fáa ov lít
ið av løn í mun til arbeiðið,
og tað veit arbeiðsgevarin
eisini av, at eg haldi, sigur
Elin Heinesen.
Snorri Fjallsbak,
stjóri á lønardeildini
hjá Fíggjarmálaráð
num, metir ikki, at
Elin Heinesen fær ov
lága løn. – Øll ynskja
sær hægri løn, og Elin
Heinesen fær longu
knappar 40.000 um
mánaðin. Sostatt
rokni eg ikki við, hon
skal vænta sær meira,
ger Snorri Fjallsbak
greitt
Lønarviðurskifti
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Stjórin á Lønardeildini met
ir, at Elin Heinesen fær
nokk av løn, tí starvið varð
lýst at skula vera í 37. lønar
flokki, og tað er lønin hon
fær.
Hatta starvið er flokkað á
sama hátt sum onnur størv,
og vit halda, at tað eigur at
vera í hasum lønarflokkinum.
Vit kunnu ikki gera við, hvat
hon hevur fingið at vita, tí í
starvslýsingini stóð greitt, at
hon fær løn í 37. lønarflokki,
vísir Snorri Fjallsbak á. Sum
leggur afturat, at allir stjórar
ynskja sær at vera í 38.
lønarflokki, men at tað bara
eru heilt fáir tungir stjórar í
hesum bólki.
Ikki órímiliga illa fyri
Snorri Fjallsbak metir held
ur ikki, at hon á nakran hátt
fær lítla løn.
Í 37. lønarflokki fáa
fólk 39.215,79 krónur um
mánaðin, og afturat tí 15
prosent í eftirløn, so eg meti
á ongan hátt, at hon er órími
liga illa fyri, sigur Snorri
Fjallsbak. Hann leggur aft
urat, at tað má standa fyri
hennara egnu orð, um hon
metir seg fáa somu løn sum
ein vanligur arbeiðari, tí so
skal hon arbeiða 80 tímar
um vikuna, tí ein vanligur
arbeiðari fær helvtina av
lønini hon fær.
Mín løn
er ov lág
Lønin verður ikki broytt
Snorri Fjallsbak, stjóri á løn
ardeildini hjá Fíggjarmála
ráðnum, metir á ongan hátt,
at Elin Heinesen fær órímiliga
løn, tí sambært honum, fær
hon løn, sum aðrir stjórar í
líknandi størvum
Stjórin á Samvit, Elin Heinesen, heldur seg fáa ov lága løn. Hon metir ikki, at lønin hjá henni samsvarar við arbeiðsbyrðuna