Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. november 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 222 - 18. november 2008 Aftur ein bilur út av Selatraðarvegnum Fyri fjórðu ferð í ein mánað er ein bilur farin útav vegnum á Selatraðarvegum við Kolbeinagjógv. Fyri einum lítlum mánaði síðani fór ein bilur oman av tí smala vegnum norðan fyri bygdina. Bilurin endaði í einum gerði og tók stóran part av stikinum við sær. Nakrar dagar seinni fór ein kavaplógv hjá Landsverki niðan av vegnum mitt í bygdini, har vegurin smalkar og ikki er avmerktur. Týsdagin – sjálvan valdagin – fór ein tangabilur fullur av spræningartøðum niðan av norðrast í bygdini. Enn liggur nakað av hesi evju og esjar í vegkantinum og í grøvini. Gjáranáttina for so tann fjórði bilurin útav í sama stað, sum tangabilurin, bara omanav í staðin. - Felags fyri allar hesar bilar er, at teir eru farnir útav á einum av tí smalasta strekki á Selatraðarvegnum. Lukkutíð er ikki so høgt omanav júst her, sum tað er aðrastaðni á vegnum, siga fólk í bygdini. Mynd: Meinhard Jacobsen Um tveir politikarar skulu í starv afturat hjá Tórshavnar bý­ráð, krevur tað eina lógarbroyting. Hetta sigur Hilmar Høgenni, deildar­ stjóri í Innlendismála­ ráðnum Politikkur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Aftaná mikið rumbul í nýstovnaðu býráðssamgong- uni í Tórshavnar býráð í gjár, letur nú til, at partarnir hava funnið eina loysn, sum teir kunnu liva við. Men fyrst mugu teir eisini gera loysnina átuliga hjá løgtingi og landsstýri, tí tað verður upp til landsins hægstu at avgera einaferð med alla. Hetta kemst av, at komm- unustýrislógin ikki heimilar, at tveir fólkavaldir politik- arar verða settir í starv afturat hjá kommununi. Hetta ger Hilmar Høg- enni, deildarstjóri á komm- unudeildini í Innlendis- málaráðnum púra greitt, eftir at Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, í gjár boðaði frá, at samgongan er komin ásamt um, at tað framyvir skulu vera tríggir borgarstjórar í Havn. Í skriv- inum varð hetta orðað soleiðis, at framyvir verða tveir politikarar aftrat borg- arstjóranum dagliga til arbeiðis í kommununi; hvør á sínum øki: trivnaðar- og tekniska økinum. Hetta er átøkt stýrisskipanini í Keyp- mannahavn, har einar tvær milliónir fólk búgva. Onnur skipan Kommunuskipanarlógin ásetir, at ein borgarstjóri kann vera í starvi, antin hálva ella fulla tíð, og at hesin tá skal leggja niður borgarliga starv sítt. Eisini er áseting um, at borgar- stjórin hevur dagligu leiðsl- una av kommunalu fyrisit- ingini, og at hann býtir mál- ini sundur til tær ymisku nevndirnar og tekur sær av teimum málum, sum ikki eru latin nakrari nevnd. Har- umframt verður víst á, at varaborgarstjórin er í borg- arstjórans stað, tá hesum berst frá. - Tað er púra greitt, at nýggja samgongan í Tórs- havnar Býráð ynskir eitt magistratstýri, sum vit eitt nú kenna tað úr Keypmanna- havn. Men í Føroyum hava vit nevndarstýrdar kommun- ur, og tí er ein grundleggjandi lógarbroyting neyðug, sigur Hilmar Høgenni. Tað verður tískil Annika Olsen, lands- stýriskvinnuna í innlendis- málum, sum skal taka stig til broytingar í kommunu- stýrislógini. Kennir trupulleikan Heðin Mortensen, borgar- stjóri í Tórshavnar Komm- unu sigur seg vera greiðan um, at málið skal fyri lands- ins myndugleikar, men hann ivast ikki í, at tað fer at eydnast at broyta lógina. Eftir hansara fatan er tó bert neyðugt við broytingum í einari kunngerð. Hann sig- ur við Sosialin, at tey hava tosað um hetta í áravís, men at nú er ætlanin at fáa tað til veruleika. - Vit hava leingi ynskt at fáa ein nýggjan kommunalan bygnað, so vit hava tríggjar fólkavaldar politikarar í starvi í staðin fyri tær nógvu nevndirnar, sum eru nú, sigur Heðin Mortensen, sum eisini vísir á, at arbeiðs- økið hansara er í so stórt. - Kommunan er somikið stór og uppgávurnar, sum allar eru líka umráðandi, liggja ofta samstundis. So eg havi avgjørt gott av at verða avlastaður eitt sindur viðhvørt, sigur hann. Í verandi skipan liggja allir nevndarfundir seint seinnapartin og út á kvøldið, tí fólkavaldu umboðini eru til arbeiðis um dagin. - Hetta ger, at umsitingin altíð skal bíða eftir avgerð- um frá nevndunum. Tað hevði verið nógv smidligari, um alt var samlað, so umsit- ingin kann samstarva við politisku umboðini í daglig- degnum eisini, sigur Heðin Mortensen. Fyribils starv eftir nýggjár Borgarstjórin í Havn vónar, at tað eydnast at broyta skip- anina áðrenn 1. januar. - Hetta hevur so okkara fyrsta prioritet og fara vit beint at seta okkum í sam- band við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, sigur hann. Men verður málið seinkað, til dømis í sambandi við kommunalreformin, sum er á veg, hevur samgongan gjørt av, at tað undir øllum umstøðum verður eitt tjóð- veldisumboð til arbeiðis undir liðini á Heðin Morten- sen um dagarnar aftaná nýggjár. Viðkomandi hevur tó ikki rætt til fulla løn og eft- irløn, men má í fyrstu syftu taka til takkar við samsýning- ar fyri nevndarfundir, onkran formanssess, umframt tíggju prosent av lønini hjá borgar- stjóranum, sum kommunu- stýrislógin heimilar. Tórshavnar býráð hevur fyrr ætlað at fáa fleiri polit- ikarar í starv. Tá hevur verið upp á tal at seta eitt umboð fyri minnilutan og eitt fyri meirilutan, umframt borgar- stjóran. Til hetta sigur Heð- in Mortensen, at ongin avgerð er tikin um hetta enn, men at fundur verður um málið í kvøld. - Tað einasta, sum er púra greitt er, at annað umboðið verður frá Tjóðveldi og at tað verður frá 1. januar at rokna, sigur hann. Ólógligt við trimum borgarstjórum TIME-OUT MÁLIÐ Í STUTTUM Fyrrapartin í gjár bað Jógvan Arge úr Tjóðveldi um time-out frá samgongutingingunum við Javnaðarflokkin Í Tórshavnar býráð. Orsøkina segði hann lutvíst vera, at formaður Javn- aðarfloksins hevði spilt Tjóðveldi út á landsfundinum um vikuskifti, umframt at Heðin Mortensen, borgmeist- ari, tók sær ov stóran part av æruni fyri avrikini hjá sit- andi samgonguni. Eftir samráðingar um málið seinnapartin í gjár, sendi Heðin Mortensen, borgmeistari út eina aðra fráboðan, har samgongulimirnir nú vóru samdir um, at tveir polit- ikarar skulu arbeiða í býráðnum umframt borgarstjóran. Ætlanin er at nýggja skipanin skal koma í gildi innan 1. januar 2009. - Verður skipanin ikki klár 1. januar, fer ein politikari úr Tjóðveldi sum bráðfeingis loysn at hava sítt dagliga arbeiði á Ráðhúsinum frá 1. januar at rokna, var sagt í fráboðanini. Vit fara beinanvegin at royna at fáa skipanina broytta, sigur Heðin Mortensen, í løtuni einsamallur borgarstjóri í Havn