týsdagur 18. november 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 222 - 18. november 2008
Húsarhaldsskeið 2009
Húsarhaldsskeiðið 2009
Hósdagin 20. november kunnu tey, ið ætla sær
á húsarhaldsskúla í august 2009 fáa tilsent
tilmeldingarblað við at venda sær til skúlan
á tlf. 456974 ella melda seg til umvegis
heimasíðuna
www.husarhaldsskulin.fo
Húsarhaldsskúli Føroya
Stoksoyrarvegur 29
700 Klaksvík
Tel. 456974
Fartel. 216974
hsf@post.olivant.fo
Kom á húsarhaldsskúla í Klaksvík
Føroyskur sjónleikur
gongur í løtuni sigurs
gongd við útseldum
salum til fýra ymiskar
leikir. Eini 16.000
atgongumerki eru
seld seinastu tríggjar
vikurnar
Sjónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Klaksvíkar Sjónleikarfelag
hevur
seinastu
vikurnar
spælt leikin um Emil úr
Lønnibergi í Mentanarhúsin
um í Fuglafirði, og har hava
tey havt útseldan sal til allar
sýninginarnar. Neyðugt hev
ur verið við fleiri eyka
sýninginum, og eini 6000
atgongumerki eru seld.
Ein annar klassiskur fam
iljuleikur er tann um Djórini
í Valbakkaskóginum, sum
Havnar Sjónleikarfelag nú
spælir.
Har hevur eisini sannur
gravgangur verið eftir at
gongumerkjum, og leikurin
hevur higartil verið spældur
17 ferðir fyri fullsettum sal
um. Fyri framman bíða 17
útseldar framsýningar aftur
at. Eini 4000 hava tryggjað
sær atgongumerki til leikin.
Tjóðpallur Føroya spælir
nýskrivaða føroyska sjón
leikin Í Geyma í Norður
landahúsinum, og higartil
hava tey havt 9 útseldar sýn
ingar. Ætlanin er at hava 6
sýningar afturat í øllum
førum. Higartil hava eini
1500 fólk sæð leikin.
Um vikuskiftið varð stóra
uppsetingin av sangleikinum
HAIR frumsýnd í Norður
landahúsinum, og har eru
10 sýningar útseldar. Tvær
eykasýningar eru nú kom
nar á skránna, og lítið er at
ivast í, at tær eisini verða
útseldar.
Higartil eru eini 4000
atgongumerki seld til sang
leikin.
Jenny Petersen er leiðari
fyri Tjóðpall Føroya, og
hon fegnast um, at so nógv
fólk fara til sjónleik í hesum
døgum.
Tað er sera hugaligt, at
so nógv fólk fara til sjónleik
í Føroyum, og hetta vísir
helst ein tørv, at vit spæla
sjónleik alt árið runt, sigur
Jenny Petersen.
Tað var tosað um, at tað
kanska var ein vansi, at fýra
leikir vóru spældir sam
stundis, men tað vísir seg,
at hetta hevur bara økt um
áhuga fyri sjónleiki, og allir
leikirnir savna nógv fólk,
sigur hon.
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Meginskrivstovan
Fíggjarfulltrúi/controllari
Eitt starv sum fíggjarfulltrúi/controllari í
Nærverkinum verður hervið lýst leyst til
setan skjótast tilber.
Talan er um eitt sjálvstøðugt starv í fak-
ligum umhvørvi, har møguleiki er fyri at
vera við til at menna fíggjarøkið í
Nærverkinum.
Nærverkið er skipað við Meginskrivstovu
og 4 tænastudeildum. Virksemið er
skipað um alt landið. Tað starvast uml.
1400 fólk í Nærverkinum. Í løtuni rekur
Nærverkið virksemi fyri uml. 500 mió. kr.
árliga. Nærverkið er í støðugum vøkstri
og stórar uppgávur liggja fyri framman
innan øll okkara virkisøkir.
Nærverkið leggur dent á at hava eina
miðvísa og javna tænastu innan teir
karmar, politiska skipanin ásetur.
Fíggjarstýring, játtanareftirlit og
áhaldandi leiðslukunning hevur í hesum
sambandi ein avgerðandi leiklut.
Vit hugsa okkum ein persón, ið dámar
væl at arbeiða við tølum og dugir at
samantvinna fíggjarliga tilfeingið við
virksemið, ið fer fram í Nærverkinum.
Hevur evni at skapa og framleiða vitan, ið
kann nýtast sum grundarlag undir allari
støðutakan og leiðslukunning. Hevur
hegni til at skapa framtíðarloysnir og at
seta hesar í verk, er sjálvstøðugur,
hjálpsamur og hevur góð samstarvs- og
samskiftisevnir.
Vit leggja eisini dent á, at tú:
• Hevur viðkomandi útbúgving, helst frá
hægri lærustovni
• Hevur royndir innan fíggjarstýring
• Ert kønur í telduskipanum og
dátugrunnum
• Hevur kunnleika til almenna fyrisiting
• Hevur málsligt hegni og dugir væl at
orða teg skrivliga
• Ert álítandi og nærlagdur.
Starvið er skipað við tilvísing til leiðsluna
fyri Búskapardeildina, ið er skipað sum
tvørgangandi stápur á Megiskrivstovuni.
Løn- og setanarviðurskifti
Løn- og setanarviðurskifti eru sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag.
Setanarøkið fevnir um Nærverkið og
tænastustaðurin í løtuni er Megin-
skrivstovan.
Meiri fæst at vita við at venda sær til
Mary J. í Garði, stjóra, á tlf. 360000.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum,
viðmælum v.m. skal sendast til:
Nærverkið
Meginskrivstovan
Argjavegur 26
Postsmoga 3037
FO-110 Tórshavn
Stílað: Mary J. í Garði, stjóri
Umsóknarfreist: 24. november 2008
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Fólk flokkast til
sjónleik
Emil úr Lønnibergi er ein av leikunum,
sum hevur savnað túsundtals fólk seinastu
vikurnar