Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. november 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 222 - 18. november 2008 15 viðmerkingar Á Borg á Argjum undan fyrsta vetrardegi 2008 Bergur var so argur um, at íslendingur hevði tosað enskt við hann á flatlond­ um, at Bergur svaraði aftur á donskum ella kanska gøtudonskum. Um íslend­ ingar duga ”nóg væl” danskt, er neyvan nakað, sum vit føroyingar skulu gremja okkum um. Íslend­ ingar læra danskt í skúlan­ um, so teir munnu klára tað, sum teir halda seg hava brúk fyri á málsliga økinum. FØROYSKT OG ÍSLENDSKT ERU SYSTKIN. FØROYSKT OG DANSKT ERU TRÍ­ MENNINGAR: Tískil átti ein føroyingur at tosað føroyskt við ein íslending og íslendingurin íslendskt við føroyingin!? Tað ber til við einum góðum vilja. So, Bergur, tosa føroyskt við íslendingin! Og gøtu­ danskt, um á stendur. Hvussu nógv gera vit annars við íslendskt í før­ oyska fólkaskúlanum í dag? Íslendskur tekstur og bond hoyrdu til ta gomlu føroysku lesibókina. Hoyrdi um føroyskar og norskar unglingar, sum tosaðu enskt sínámillum! Tað virkar eitt sindur løgið. Har mátti borið til at tosað gøtudanskt/skandinaviskt. Jú, tað kann vera hent at duga danskt, men neyvan hent at duga tað betur enn føroyskt!? Hoyri av og á fjølmiðla­ fólk tosa flótandi danskt við norðmenn og sviar. Tað er margháttligt. Kanska eru vit so dansklig nú, at vit ikki duga gøtudanskt longur!? Tað er spell. Í dansktímunum plaga vit onkuntíð, men kanska ov sjáldan, at lesa/tosa gøtudanskt. Kanska áttu allir dansklærarar at gjørt tað av og á. Soleiðis kundu vit møguliga styrkt tað skandinaviska. E.S.: Hatta lánið til íslendingar, sum er frálíkt, er annars ikki nógv at tosa um, tá vit hugsa um virðið á fiskirættindunum, sum vit hava fingið frá íslendingum í mong ár! Við norðurlendskari kvøðu Tosa føroyskt við íslendingin, Bergur! Eyðun á Borg Mikudagin fer Turid Olsen í fyrilestri at greiða frá gransking, sum hon higartil hevur verið við í, og hvørjar ætlanir hon hevur um at granska meiri í evninum Mikudagin klokkan 12.30 verður áhugaverdur al­ mennur fyrilestur á Føroya Læraraskúla. Tað er Turid Olsen, cand. mag. í pedagogikki, sum fer at fyrilesa um gransking í sosialisering av føroyskum børnum og ungdómum. Fyrilesturin, sum við steðgum fer at vera umleið tríggjar tímar, er ætlaður lærarum, peda­ gogum, læraralesandi og pedagoglesandi og annars øllum teimum, sum eru áhugað í evninum. Turid, sum er ættað úr Havn og búsitandi í Keyp­ mannahavn, fyrireikar eina phd verkætlan, sum hon nevnir "Komparative studier af børns sociali­ sering på Færøerne". Í fyrilestrinum fer hon fyrst at tosa um tilrætta­ legging av kvalitativari gransking og um forkann­ ingar til gransking. So fer hon at greiða frá, hví hon fekk áhuga fyri at granska í sosialisering í Føroyum, um ástøði til útgreining av sosialiseringini og um úrslit og ábendingar higar­ til. At enda fer hon at greiða frá, hvussu hon ætlar at halda fram við granskingini og harvið phd verkætlanini. Sosialisering av føroyingum á dagsskrá Tingbólkur Tjóðveldisins tekur frástøðu frá teimum sera ódamligu álopum á Tjóðveldi, sum Jóannes Eidesgaard gjørdi á landsfundi Javnaðarfloksins um vikuskiftið. Vit skilja ikki hvat formaður Javnaðarfloksins vil við hesum, og harmast um tann skaða, hansara atburður elvir til. Vit halda eisini at annað og týdningarmeiri mátti verið at tikist við í føroyskum politikki í hesum døgum enn tað, sum Jóannes Eidesgaard borðreiddi við um vikuskiftið. Eidesgaard sáar split Vegna tingbólk Tjóðveldisins Sjúrður SkaalE Hóast skúlastýris­ nevndin á Stronum spurdi Mentamála­ ráðið, um lokalu skúlastýrisnevndirnar á Skála og í Oydar­ firði kundu sleppa at avgreiða valið til Stranda skúla saman við lokala skúlastýris­ valinum, sluppu tey ikki tað. Skúlabørn á Skála og í Oyndarfirði ganga í framhalds­ deild á Strondum skúlastýrisval Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Sum í flestu øðrum skúlum, var val til skúlastýrið til Stranda skúla, hildið saman við kommunuvalinum. Í Stranda skúla ganga, umframt næmingar úr Sjó­ var kommunu, eisini næm­ ingar av Skála, úr Oyndar­ firði og úr Skálafirði. Skúlastýrisvalnevndin bað Mentamálaráðið um loyvi til, at lokalu skúla­ stýrisvalnevndirnar á Skála og í Oyndarfirði fingu loyvi til at avgreiða valið til Stranda skúla saman við valinum til teirra lokala Skúlastýrið. Hetta bar sambært gald­ andi lóg ikki til – skúlastýr­ ið til Stranda skúla skuldi veljast á Strondum. Hetta kann hugsast, at verða viðvirkandi til, at valluttøkan ikki var størri enn hon var. Ein lítil helvtin av teimum foreldrum ið høvdu valrætt til skúlastýrið greiddu atkvøðu. Úrslitið frá skúlastýris­ valinum var hetta. • Eyðleyg í Garði, Strendur, 46 atkvøður • Joan Sandursdóttir, Strendur, 26 atkvøður • Artur Johansen, Strendur, 19 atkvøður • Birgit Frederiksberg, Strendur, 15 atkvøður • Christian Weihe, Skáli, 11 atkvøður • Jan Abrahamsen, Strendur, 5 atkvøður • Maria M. Djurhuus, Morskranes, 4 atkvøður • Tummas Eli H. Joensen, Strendur, 2 atkvøður Sostatt eru Eyðleyg í Garði, Joan Sandursdóttir og Artur Johansen vald sum foreldra­ umboð í skúlastýrið fyri Stranda skúla. Oyndfirðingar og skálafólk skuldu velja á Strondum Skrivligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum Spurningur: Hvørji stig fer landsstýris­ kvinnan í innlendismálum at taka til tess at tryggja, at ES borgarar, sum eru við føroyskum skipum, beinan­ vegin koma undir somu skipanir og fáa somu rætt­ indi sum føroyingar, ið eru við somu skipum? Viðmerkingar: Tað hevur leingi staðið á at fáa manningar til ein part av føroyska fiskiflotanum. Til tess at fáa skipini mann­ að, kemur væl við, at til ber at fáa útlendingar at mynstra. Eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi hevur leingi verið so stórur, at vit hava fingið eina fyritøku, sum stendur fyri at skapa sam­ bond millum føroyska arbeiðsmarknaðin og útlendska arbeiðsmegi. Við teirri lógarbroyting, sum við kongaligari fyri­ skipan varð framd fyrr í ár, skuldi verið rættiliga einfalt og smidligt at fing­ ið arbeiðsmegi úr ES­ londunum til Føroya. Men nýggja lógin virkar als ikki eftir ætlan. Tað er ein stórur trupul­ leiki, at fólk, sum koma úr ES­londum at manna før­ oysk fiskiskip, ikki beinan­ vegin koma inn í tær ser­ skipanir, sum eru galdandi fyri sjófólk. Spyrjarin kennir fleiri dømi um polakkar, sum eru við føroyskum fiski­ skipum, men ikki fáa minstuløn, og heldur ikki av sær sjálvum koma undir tær serligu skattareglur, sum eru galdandi fyri føroysk sjófólk. Sum skilst er orsøkin, at útlendingarnir ikki fáa føroyskt p­tal, og tí ikki kunnu skráseta seg í teirri kommunu har teir búgva. Tískil hava teir heldur ikki rætt til kommunlæknahjálp og aðrar tænastur. Hetta setir reiðararnar í eina sera keðiliga støðu mótvegis hesum monnum. Tað fær føroysku mann­ ingina, sum er umborð á somu skipum, at kenna seg illa. Og tað er lítið sømiligt fyri okkum sum land, at arbeiðsfólk, sum koma higar, ikki fáa somu sømd­ ir sum teirra føroysku starvsfelagar og onnur fólk í landinum – samstundis sum vit áleggja hesum útlendingum at rinda fullan skatt. Hvussu fer landsstýrið at tryggja ES borgarar? Løgtingsmaður Sjúrður SkaalE