Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. november 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 222 - 18. november 2008 Bergitha Petersen vanliga nevnd Gigga hjá John, úr Vestmanna andaðist sunnudagin á Landssjúkrahúsinum, 99 ára gomul. Bønarhald verður í kapellinum á Landssjúkrahúsinum týskvøldið kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Vestmanna kirkju mikudagin kl. 14.00. Fyri tey avvarðandi Bjarki, Sigbjørn, Tórhild og Birita Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæri, maður, pápi, verpápi og abbi Hilmar Larsen Dalur andaðist og varð jarðaður. Takk fyri blómur, kransar og gávur til Dals kirkju. Takk til Jákup prest, kirkjutænarar, sangarar og til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Takk til tykkum øll, sum hjálptu til við ervinum. Familjunnar vegna Wilhelmina og børnini Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæri pápi og bróðir okkara Lauritz Christian Debes Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Takk til Sverra Steinhólm, prest, fyri góð orð. Takk til sangarar, berarar og tey, sum hjálptu til við ervinum í Frelsunarherinum. Hjartans tøkk fyri gávur. Fyri tey avvarðandi Jannet og Majbritt Kirkjan var nærum fullsett á árligu aft­ urvendandi heyst­ konsertini hjá kirkju­ kórinum Ljómi. Kórið var stjórnað av Cindy Mensonides Sunnudagin 2. november var konsert vi kórinum Ljómi í Vágs kirkju. Sigast má, at Ljómur telist millum bestu kór í landinum, ikki minst tá talan er um sið­bund­ nar kórsatsir við­ føroyskum og annars norurlendskum sálmum og sangum. Kórið­ hevur eisini sungið­ størri, samanhangandi verk. Á jólum í 2002 góvu tey út fløgu við­ føroyskum tilfari. Her vísti kórið­ sína dygd, bæð­i tá tað­ snýr seg um intonatión (ta at syngja reint), klang, dynamikk og rútmiska præsisión. Tað­ er ein fragd at hoyra hesa fløgu. Ein verð­ur í góð­um lag. Ein succes kann blíva ein høvdapúta. Tað­ er ikki hent hjá Ljómi, heldur hinvegin. Kórið­ hevur dugað­ væl at arbeitt móti betri góð­sku. Tey eiga í Suð­uroy góð­ar, entu­ siastiskar sangarar. Hetta er ikki nokk. Har má onkur til at leggja teimum lag á. Hetta er ikki sum at siga tað­. Tað­ rætta fólkið­ skal finnast, um ikki úr Føroyum so úr útlandinum. Hetta kostar, so pengar skulu fáast til vega. Hetta hava kórlimirnir í Ljómi til teirra stóra rós, dugað­ væl. Kórleið­arin á fløguni er Johannes Rahe, kendur kórleið­ari og kantor í Osnabrück dómkirkju í Týsk­ landi. Hann kom við­ millum­ bilum til Føroya at fyrireika og standa fyri upptøkunum til fløguna. Honum til hjálp­ ar var danski organisturin Dorte Tilman, sum javnan kom til Føroyar at venja við­ kórinum. Tá fløguprosjekti var lið­ugt, helt Dorte fram at koma o.u. eina ferð­ um mánað­in. Síð­st, men ikki minst, hava tey nú burturav hálendsku hjúnini Cindy og Lars Men­ sonides, sum eru tónleika­ lærarar í Suð­uroy. Tey hava urgu, klaver, sang og kór­ leið­slu sum síni umráð­i. Hetta var funnin fressur. Ta sýnist sum at Cindy og Lars kunnu halda støð­inum uppi og byggja víð­ari uppá tað­, sum Johannes Rahe og Dorte Tilman hava upparbeitt. Kórið­ fyllir skjótt 60 ár og hevur tí nógv ár á baki undan fløguni. Ein av kend­ astu føroysku kórleið­arun­ um, Jóannes Nolsøe, sjálvur ættað­ur úr Vági, stjórnað­i í nógv ár Ljómi. Hann hevur eisini sín stóra leiklut í, at kórið­ er so gott, sum tað­ er. Aftur til konsertina sunnudagin Høvuð­sverkið­ á skránni var »Die Sieben Worte Jesu Christi am Kreuz«, also Jesu sjey or á krossinum« av Hein­ rick Schütz. Hann var føddur í 1585, also 100 ár áð­renn Bach og Händel. Með­an hesir vóru barokktónaskald burturav, var Schütz frá tíð­­ ini, sum førdi til barokkin. Hann var ikki sum barokk­ tónaskaldini bundin av tí protestantisku messuni, men uppbygdi síni verk sum eitt forteljandi drama, í hesum førinum um jesu krossfesting á Golgata. Verkið er uppbygt soleiðis: Introitus: Kór, Symphonia 1: Hetta er instrumentalur satsur, her framførdur á urgu. Sjálv gongdin: Hendan veð­ur framførd av sjey solistum. Symphonia 2. Urga. Conclusio: Kór. Sum sæst er kórparturin ikki so stórur, einans tveir satsir. Teir vóru sera vakurt sungnir. Hetta er polyfonur tónleikur, t.v.s. at allar fýra røddirnar hava líka rætt. Tær snúgva seg rundan um hvørja að­ra og er tað­ tí torført at fáa at rigga. Hetta gekk uppá stás. Høvuspart­ urin, sum eg her havi kallað­ »sjálv gongdin« var fram­ førd av sjey solistum. Teir vóru sopranar: Siri Stenberg og Jórun Petersen. Altur: Karin H. Brattaberg. Tenor­ ar: Arnfinnur Thomassen, Kristian Holbæk og Henn­ ing Henriksen. Bassur: Sig­ mundur Olsen. Tað­ imponerandi var, at allir solistarnir syngja dag­ liga við­ í kórinum. Var hetta t.d. eitt danskt kór, lat okk­ um siga Korsbæk Kammer­ kor, ja so vóru solistarnir professionellir sangarar frá eitt nú operuni í Keypmanna­ havn. Solistarnir í Vági hava ótrúliga fínar røddir og klárað­u teirra leiklut væl. Sum vera man hoyrdist tó, at tey manglað­u solistiska venjing yvir longri tíð­ar­ skeið­. Tann, sum hevur vant við­ solistunum er Susanne Brattaberg. Sjálvt um Sus­ anne ikki býr fast í Vági, so hevur hon so fast tilknýti tann vegin (gift við­ Rúna Brattaberg), at kórið­ helst fær stóra nyttu av hennara ekspertisu. Umframt H. Schütz sang kórið­ tríggjar sálmar, nevnu­ liga Himnafað­ir vár, vit bið­ja. Eg vil mínum Harra prísa og at enda Kom frið­ur av himni. Præludium og postludium var spælt at Lars Mensoni­ des. Tað­ var ávikavist prælu­ dium í e­moll og præludium og fuga í g­moll, bæð­i av Nicolaus Bruhns. Lars spældi eisini Sym­ phonia 1 og 2 og annars alt fylgispælið­ til »Die Sieben Worte Jesu Christi am Kre­ uz«. Fylgispælið­ var spælt upp á gomlu urguna frá uml. 1872, sum nú stendur har frammi í kirkjuni. Urgan er sett í fínasta stand, og er hetta eisini kirkjukórinum Ljómi fyri at takka. Tað­ var ein fragd at hoyra Lars spæla. Tríggir felagssálmar vóru eisini sungnir, har tann eini er afturvendandi ár undan ári, nevniliga »Nú hvítna tindar fjøllum á«. Alt í alt ein fín uppliving í Vágs Kirkju hetta illfýsna heystkvøldið­ hin 2. november 2008. Árni Hansen Allahalganarkonsert í Vági Andlát og jarðarferðir Katrin Sørensen, fødd Poulsen, ættað­ úr Hós­ vík, búsitandi í Hjallerup andað­ist leygardagin 15. november á Kamelli­ anergården í Ålborg, 52 ára gomul. Jarð­arferð­in verð­ur mikudagin 19. november kl. 14 frá Klokkerholmkirkju á Norð­ur Jútlandi. Tey, ið­ vilja minnast Katrin kunnu lata eina peninga­ gávu á konto í Eik banka. Sanna Jensen, fødd Vil­ helm, ættað­ úr Klaks­ vík, búsitandi í Kalund­ borg andað­ist 12. novem­ ber, 87 ára gomul. Jarð­­ arferð­in verð­ur úr Rak­ levkirkju fríggjadagin klokkan 2. Bergitha Petersen, Vest­ manna, vanliga nevnd Gigga hjá John (Jon), andað­ist sunnudagin, 99 ára gomul. Jarð­arferð­in verð­ur úr Vestmanna kirkju mikudagin klokk­ an 14. Bønarhald verð­ur í Kapellinum á Lands­ sjúkrahúsinum týskvøld­ ið­ klokkan 17. Tey, ið­ vilja geva blómur ella krans kunnu ístað­in geva Missiónshúsinum í Vest­ manna eina gávu konta í peningastovninum. Hans Christian Mid­ jord úr Furglafirði and­ að­ist á Landssjúkrahús­ inum leygardagin 15. november, 58 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkra­ húskapellinum týsdagin kl. 15. Jarð­arferð­in verð­­ ur úr Fuglafjarð­ar kirkju mikudagin 19. novem­ ber kl. 13. Tey, ið­ vilja Hans Christian kunnu lata eina gávu til Krabba­ meinsfelagið­. Konta í penigastovunum. Andlát og jarðarferðir Dagurin 18. november. Hesychius, deyð­ur umleið­ ár 300. Heryvirmað­ur í Antiokia, tá ið­ keisarin Diocletianus ráddi. Hann varð­ tikin av døgum fyri trúar sakir Lesið -so eru tit við!