Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. november 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 222 - 18. november 2008 Røktarheimið Tjarnargarður var í desembur mánaði í fjør útbygt, men nýggi bygningurin er ótolandi at vera í, nógvar flatur og høgt loft styrkja um larmin har. Tað er gjørt vart við trupulleikan, men málið er mest sum steðgað upp Hølisviðurskifti Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo Í felagsrúminum á røktar­ heiminum Tjarnargarði í Havn, er ófatiliga nógvur gangur. Nýggi bygningurin, ið var tykin í nýtslu fyri góðum 11 mánaðum síðan, hevur høgt loft og nógvar flatur, hetta hevur við sær at ljóðið í rúminum verður kastað aftur og fram. Hensia Einarson er leiðari á røktarheiminum og greiðir frá at óljóðið í rúminum er ótolandi fyri starvsfólkið. Tað órógvar ikki nógv av búfólkunum, tí hjá fleiri av teimum er hoyrnin somikið vánalig, men tey avvarandi hava gjørt vart við trupulleikan. Rúmið verður nógv nýtt, tí tað er felags­ rúmið har. Serliga uppundir máltíðirnar er nógvur gangur, greiðir hon frá. Ein ljóðkanning er gjørd av rúminum, og tað vísti seg at larmurin í rúminum var nógv meira enn mest loyvda mark. Sokallaða eftirklangstíðin var alt ov long. Kanningin varð beina­ vegin latin bygginevndini og húsaumsitingini hjá kommununi og somuleiðis arkitektinum, men einki nýtt er í málinum síðan juli mánað í ár. Fríggjadagin 21. novembur verður skipað fyri evnisdegi á Føroya Blinda­ stovni, sum í næst­ um skiftir navn til Sjóndepilin. Á degn­ um, sum er opin fyri øll, verður høvi hjá gestum at royna seg sum sjónveik Evnisdagur Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo Komandi fríggjadag verður skipað fyri evnisdegi á Føroya Blindastovni. Enda­ málið við tiltakinum er at varpa ljós á stovnin og enda­ málið við honum. Á til­ takinum, sum samstundis er »opið hús«, verður møguligt at læra nógv um viðurskiftini hjá sjónveikum og blindum, og somuleiðis eisini at síggja virksemið hjá stovninum. Danin Steen Evald, ið er myndamaður hjá donsku kongafamiljuni verður á staðnum, og fer at hugleiða um hansara uppliving av at vera blindur. Tað ber so á, at Steen Evald viðvirkaði í eini sending, ið var á DR1, har fólk royndu seg við ymiskum brekum í ein dag. Hann skuldi royna seg sum blindur og hesum fer hann at greiða frá. Gestirnir hendan dag sleppa eisini at royna seg. Við serstøkum brillum kun­ nu fólk royna at gera ymisk lítil handverk, so tað ber til at uppliva hvussu tað er at vera sjónveikur. »Myrkt kaffi« kallast eitt tiltak har. Ein bingja er sett upp á staðnum, har als einki ljós verður inni. Her kunnu fólk seta seg við einum koppi av kaffi og njóta hann starblind. Depilin ger vart við virk­ semið sítt, og møguleikarnar, ið sjónveik og blind hava í Føroyum. Møguleikar at betra um umstøðurnar hjá teimum, við ymiskum hjálpartólum og ljósi, verða sýndir fram. Eisini møgulig frítíðarítriv, ið blind kunnu njóta, verða á staðnum. Millum annað ein byrsa, har oyruni verða nýtt at miða við. Nýtt navn Føroya Blindastovnur fer eisini í næstum at broyta navn til Sjóndepilin. Stovn­ urin hevur í 20 ár virkað undir navninum, men tað er heldur misvísandi, sigur Karin Kass, dagligur leið­ ari, ­ Seinastu árini hevur verið tosað um at skifta navnið, tí virksemið umfatar onnur enn bara blind. Navn­ ið kann vera ræðandi, tí tað tykist um seinasta enda­ statiónin, men so er ikki. Depilin er fyri øll tey, ið hava trupulleikar útyvir van­ ligar brillur og optikk. Depilin arbeiðir fyri at betra um umstøðurnar hjá sjóns­ veikum, so hesi kunnu vera virkin á arbeiðsmarknaði­ num, í heimunum og í frí­ tíðini longri. Hóast navnið broytist verður virksemið og tænastustøðið enn hitt sama, sigur Karin Kass. Í norðanlondunum rund­ an um okkum vísa hagtølini, at umleið 1% av íbúgvunum hava sjónstrupulleikar, við styrki mett til, at tey eru sjónveik. Í Føroyum er hetta talið nakað hægri, tí ymsar eygnasjúkur koma oftari fyri, orsakað av arvaligum viðurskiftum. Nýggja navnið tiltalar ein breiðari skarða, og umboðar betri depilin, metir Karin Kass. Nógvi gangurin í felagshølinum ger tað ótolandi at arbeiða og vera í, greiðir Hensia Einarson, leiðari, frá Mynd: Bergur Johannesen Blindafelaga skiftir navn Ótolandi larmur á eldrasambýli Horntónleikur í Miðlahúsinum Konsert í Miðlahúsinum týsdagin 18. nov. kl 18.30 við Havnar Ungdómshornorkesti, Tórshavnar Ungdómsharmoniorkesti og messingkvintett. Leiðarar eru Ken Jones og Bjarni Berg. Venjarar eru Ólavur Olsen, Peder Riis og Christina Andersen. H.U.H hevur verið virki í fleiri ár. Síðstu tvey árini eru fleiri av teimum eldru spælarunum fluttir av landinum í lestrarøðrindum og hevur orkestrið síðani fingið fleiri nýggjar spælarar. Torshavnar ungdómsharmoniorkestur er eitt nýtt orkestur, ið var sett á stovn í ár. Hetta er sostatt fyrsta konsert hjá teimum. Orkestrið er, eins og H.U.H partur av Tórshavnar Musikkskúla. Tann sera vælspælanadi messingkvintett Tórshavnars hjá Kenneth Jones verður eisini við. Nógvur góður og stuttligur blásitónleikur verður at hoyra á konsertini sum byrjar kl 18.30 og er ókeypis. Huntington er ósunnast Gamli námsbýurin Huntington í West Virgina verður mettur sum tann mest ósunni býurin í øllum USA. Tað skrivar tíðindastovan AP. Í býnum búgva 50.000 fólk, og teir flestu eru hvítir amerikumenn við europeiskum ættarbondum. Hevltin av teimum eru feitir. Fimtihvør av íbúgvunum í Huntington hevur hjartatrupulleikar, og helvtin av fólkunum yvir 65 ár hava mist tenninar. Harafturat er talið á roykjarum sera høgt, og triðihvør fær onga motión. Sambært kanningin, sum AP umrøður, er sunnasti býurin í USA Burlington í Vermont Eftir tað var gjørt vart við trupulleikan varð skjótt lovað at fara til verka Endamálið við evnisdegnum er at gera Sjóndepilin, sum Føroya Blindafelag broytir navn til, meira sjónligan Mynd: Bergur Johannesen Uttanfyri húsið hjá Sjónsdeplinum verður ein bingja. Inni í bingjuni verður høvi at njóta ein kaffimunn í bølamyrkri Mynd: Jens Kristian Vang