týsdagur 18. november 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Demich P/F Tórshavn
Postboks 378 - Stiðjagøta 2
FO-110 Tórshavn
Telefon +298 309 310
demich@demich.fo
Demich P/F Vágur
Á Marknoyri
FO-900 Vágur
Telefon +298 37 35 35
demich@demich.fo
Demich P/F Runavík
Heiðavegur 80
FO-610 Saltangará
Telefon +298 445500
demich@demich.fo
Vit hava røttu loysnina til júst tín tørv.
Umhvørvisvinarlig orka við
hitapumpu frá Demich
Vinnan
Vinnu- og handilstíðindi í Sosialinum
...títt vinnublað
Skal Altjóða Gjald
oyragrunnurin hjálpa
teimum kreppuraktu
londunum, má grunn
urin fáa einar fleiri
hundrað milliardir
krónur afturat at
arbeiða við
Fíggjarkreppan
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Altjóða Gjaldoyragrunnur
in, IMF, rópar varskó, nú
fíggjarkreppan um seg at
kalla allastaðni kring heim
in. Skal grunnurin gera sítt
til at tálma gongdini, má
hann fáa munandi meiri
pengar at arbeiða við. Fær
hann ikki tað, verður tað
sera torført hjá grunninum
at hjálpa teimum ringast
støddu londunum.
Í fyrstani vóru tað nøk
ur fá lond, sum komu í
trupulleikar, men í seinast
uni hevur kreppan breitt
seg til fleiri lond afturat, og
nú fær IMF alt fleiri og
fleiri umsóknir um hjálp,
segði aðalstjórin í Altjóða
Gjaldoyragrunninum, Domi
nique StraussKahn, í sam
bandi við toppfundin hjá
G20londunum í Washing
ton um vikuskiftið.
Neyðugt við
sterkum IMF
IMFstjórin rósti Japan, tí
stjórnin í Tokyo hevur
longu lovað at lata grunnin
um 600 milliardir krónur.
Eygleiðarar
siga,
at
japanska avgerðin er eisini
rós verd, tí tey seinastu hag
tølini vísa, at landið hevur
negativan búskaparvøkstur.
Japanska tilsøgnin ger, at
Altyjóða Gjaldoyragrunnur
in hevur gjaldføri at arbeiða
við júst nú, men stjórin vísir
á, at grunnurin fær brúk fyri
meiri afturat, áðrenn kistu
botnurin kemur undan.
Tað avgerandi er, at
grunnurin er til reiðar og
førur fyri at loysa kreppur,
sum koma um eitt nú seks
mánaðir, og eg haldi, at allir
ríkisleiðararnir vita, at tað
er tørvur á einum sterkum
IMF,
sigur
Dominique
StraussKahn við BBC.
Umframt stuðul til grunn
in vil hann fegin hava heim
sins lond at halda fram við
at lækka rentuna.
Boðar frá nýggjari tíð
Flestu eygleiðarar og við
merkjarar vóru vónbrotnir
aftan á toppfundin hjá G20
londunum um vikuskiftið,
og serfrøðingar ertu eisini á
einum máli um, at lítið ítøki
ligt kom burtur úr fundi
num.
Eitt nú kom einki lyfti
um at hjálpa teimum londu
num, hvørs búskapur er í
vøkstri, men sum missa
íløgur orsakað av búskapar
kreppuni. Spurningurin um
gjaldoyrakursir og teirra
ávirkan á kreppuna fekk
heldur ikki nógva umrøðu,
hóast hetta evnið bleiv
nevnt fleiri ferðir undan
fundinum summ eitt av
teimum týdningarmiklu.
At tað fyri fyrstu ferð
eydnaðist at skipa fyri
einum fundi vmillum G20
londini heldur enn einum
fundi millum G7 ella G8
londini hevur gjørt, at tað
kortini eru fleiri, sum vænta
nýggjar tíðir innan heims
búskapin. Eitt nú er vert at
bíta merki í, at fleiri av lut
takaralondunum eru lond,
sum eru komin upp á ta
ovastu búskaparrókina tey
seinastu tíggju árini, og
sum ikki eru umboðað á
fundum hjá G7 ella G8.
G20londini
umboða
tveir triðingar av heimsins
fólki, og tey standa fyri 85
prosentum av heimsbúskapi
num.
Argentina
Avstralia
Brasil
Kanada
Kina
Frakland
Týskland
India
Indonesia
Italia
Japan
Meksiko
Russland
Saudi Arabia
Suðurafrika
Suðurkorea
Turkaland
Bretland
USA
Evropasamveldið
IMF má fáa meiri pengar
til kreppurakt lond
Londini í G20-bólkinum
Hóast álvaran var eisini tíð til prát og skemt. Á myndini eru
fra vinstru José Manuel Barroso, formaður í ES-nevndini,
týski kanslarin Angela Merkel, franski forsetin Nicolas Sarko-
zy og franski ídnaðarmálaráðharrin Christine Lagarde
Mynd: Polfoto