Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. november 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 vinnan Nr. 222 - 18. november 2008 Meiri vindorku úr Norðsjónum ES-nevndin mælir nú limalondunum fram við Norðsjónum at útbyggja vindorkuna í økinum, tí tað er umráðandi hjá samveldinum at verða ført fyri at nøkta sín orkutørv. Formaðurin í nevndini, José Manuel Barroso, segði um vikuskiftið, ES má hava eina neyðætlan, tí sum er koma 60 prosent av orkuni frá londum, sum ikki eru limir í ES. Hann mælti londunum við Norðsjógvin til at leggja størri dent á at útbyggja vindorkuna við at seta vindmyllur upp á sjónum, og at eitt kaðalkervi skal tryggja, at orkan haðani kann flytast runt meginlandið. Sum er fáa ES-londini umleið 50 prosent av sínum gassi úr Russlandi, Ukarina og Georgia, men hetta kervið hevur fleiri ferðir víst seg at vera svikaligt. Við nýggju ferða­ ætlanini hjá Norrønu væntar Smyril Line at økja munandi um inntøkurnar. Við at sigla tvær ferðir um vikuna millum Føroyar og Danmark og einaferð um vikuna til Íslands, væntar felagið sær stóran vøkstur á nógv størstu marknaðunum, sum eru Føroyar og Týskland Smyril line Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Smyril Line og flaggskip føroyinga, Norrøna, hava verið í sonnum brotasjógvi seinastu tíðina. Eftir at hava ligið tungt í sjónum í longri tíð, varð reiðaríið bjargað, tá løgtingið gjørdi av at seta pengar í felagið. Var tað ikki gjørt, so fór felagið í gjaldssteðg næstsíðsta mánadag, og Norrøna hevði verið svínabudnin í Bergen, boða nevnd og leiðsla felag- sins frá. Málið um at játta pengar til felagið varð skundað ígjøgnum tær tríggjar ting- viðgerðirnar og endaliga avgreitt í løgtinginum leyg- arnáttina um trýtíðina. Áðrenn leiðslan í felag- num kom til landsstýrið at biðja hjálp, varð roynt at fáa pengar frá verðandi partaeigarum og øðrum hugsandi íleggjarum. Men uttan úrslit. Vit hava biðið stjóra felag- sins, Petur S. Holm greitt okkum frá, hvør bjargingar- ætlanin er: Tørvur á 32 mió krónum her og nú - Vit hava gjørt eina ætlan, sum vit grunda á beinleiðis sparingar og upp á hækkaðar farmainntøkur, sum vit longu hava avtalað – og ikki upp á mettar eykainn- tøkur, sigur Petur Holm. Smyril Blue Water leigar ein ávísan part av dekkinum umborð á Norrønu til ein fastan prís, og so ráða teir fyri tí partinum av dekki- num. Undir tingviðgerðini varð eisini ført fram, at Smyril Line átti at bjóða dekkið út til onnur skipafeløg enn Smyril Blue Water. - Bæði í 2005 og í 2007 varð dekkið boðið út. Eim- skip bjóðaði, men boðið frá Smyril Blue Water var hægri, sigur Petur Holm, sum vísir á, at hetta er orsøkin til samstarvið við Smyril Blue Water. Fyri at verkætlanin skal eydnast, tørvar Smyril Line 65 milliónir krónur fyri 1. apríl – og 32 milliónir krón- ur beinanvegin. Transitt ferðafólk Higartil hava fólk, sum ferð- ast av Meginlandinum til Íslands verið noydd at steðgað í Føroyum í tveir dagar. Hetta fer ikki at bera til eftir nýggju ferðaætlan- ini. - Nú fer at bera til hjá fólki at steðga er í hálvan- fjórða dag. Tað meta okkara sølufólk vera væl hóskandi, tí tú fært munandi meira burturúr sum ferðafólk við at steðgurin verður eitt sind- ur longri, sigur Petur Holm. Eisini ber til at steðga í Føroyum í eina heila viku. Stórur eftirspurningur er eftir rutuni millum Føroyar og Danmark, tí blívur tað ein fløskuhálsur til íslands. Vit hava verið noydd at hækka prísin fyri at minka um eftirspurningin og roynt at fingið t. d. týskarar at ferðast gjøgnum Noreg ella Skotland beinleiðis til Islands, men framvegis er stórt trýst á leiðini millum Føroyar og Danmark, sigur Petur Holm, sum legur aft- urat, at tað uttan iva verður lættari at selja ferðaseðlar nú, tí rutunetið er nógv ein- faldari. Fyri nógv ferðafólk hevur “diamantsiglingin” verið so torskild og ring at gjøgnumskoða. Nú verður einfaldari, tí summarferðaætlanin hjá Norrønu í 2009 verður: Hanstholm, Tórshavn, Handsholm, Tórshavn, Seyðisfjørður, Tórshavn, Hanstholm. Hongur saman fíggjarliga Økti vinningurin hjá Smyril Line við nýggju avtlauni við Smyril Blue Water er 30 milliónir krónur. Saml- aða økta inntøkan verður 54,4 milliónir um árið hjá Smyril Line. Við ikki at sigla upp á Noreg sparir Smyril Line 13,6 millonir krónur. Scrabsterrutan gav eitt netto undirskot upp á eina hálva millión. Ein orsøk er helst, at býurin liggur ov norðraliga til farm. Í Týsklandi selja tey alt tað tey kunnu av ferðaseðl- um. Saman við Føroyum er Týskland nógv tann størsti marknaðurin, og á Smyril Line vætna tey, at tað verður munandi lættari at selja á hesum marknaðinum, nú útboðið verður tvífaldað. - Við at broyta ferðaætlan fær Smyril Line eisini 30 mió krónur eyka í farmi, og tað verður nógv lættari at selja ferðaseðalar, nú rutan verður einfaldari, heldur Petur Holm, stjóri. Størsti vøksturin á meginlandinum Um várið og heystið verður ferðaætlanin: Esbjerg, Tórs- havn, Seyðisfjørður, Tórs- havn, Esbjerg. - Tað er serliga veðrið sum ger, at vit ikki sigla til Hanstholm, tí havnin er so trupul at koma inn í um veturin. Við at sigla til Esbjerg fæst betri reglusemi – og so verður styttri hjá flestum fólkum at ferðast til Esbjerg eins og hjá farmi, sigur hann. Úr Esbjerg tekur bert tveir tímar til Keypmanna- havnar, ein tíma til Odense og hálvanannan tíma til Århus. Esbjerg liggur eisini nær týska markinum og harvið evropiska megin- landinum, har vøksturin í søluni hjá Smyril Line er størstur. Og síðst men ikki minst, so spara fólk, ið koma sunnanífrá yvir 200 km koyring norður til Hanstholm. Smyril Line fer eisini at spara nógv, tá teir 6.000 trailararnir skulu flytast styttri farleið. Við at taka Noreg úr ferðaætlanini sparir reiðarí- ið fimm milliónir krónur Væntar stóran vøkstur Roknistykkið hjá Smyril Line sær soleiðis út: Samanum: vist: allarhelst úrslit Úrslitið hjá Smyril Line (uttan partabrøvini í Atlantic Petroleum) -39,2 Broytingar í 2009 Smyril Blue Water 30 Sparingar 19,1 FAS 3 Mist inntøka -4,4 Lækkaður oljuprísur 14,2 Tilsamans 52,1 9,8 61,9 Úrslit 2009 22,7