týsdagur 18. november 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
vinnan
Nr. 222 - 18. november 2008
Mærsk leggur fleiri skip
Danska stórreiðaríið Mærsk Line sigur seg vera noytt at binda
millum 10 og 15 av sínum meðalstóru bingjuskipum við
bryggju. Eivind Kolding, sum er stjóri í Mærsk Line, sigur við
donsk bløð, at avgerðin er ein avleiðing av altjóða
fíggjarkreppuni. Hann sigur, at tað er minni farmur at flyta nú,
og harafturat verða alt fleiri og fleiri bingjuskip sett í sigling.
Soleiðis væntar Eivind Kolding, at bingjuskipini verða umleið
13 prosent fleiri í tali næsta ár enn í ár, hóast farmurin er
minkandi. Mærsk Line hevur umleið 15 prosent av øllum
bingjuflutningi í heiminum.
við hotel- og cateringstarvs-
fólki.
Vetrarsiglingin
verður
Esbjerg, Tórshavn, Esbjerg.
- Hendan ferðaætlan fer at
økja um inntøkurnar bæði á
ferðafólka- og farmasíðuni,
tí reglusemið verður betri,
og tá hædd verður tikin fyri,
at Esbjerg er eini betri havn
at sigla til, sigur Petur
Holm.
Sparingarnar í 2009 verða:
Hotelstarvs-
fólk
……… 5,0 mió. kr.
Noregs-
sigling ……13,6 mió. kr.
Scrabster-
sigling …… 0,5 mió. kr.
Tilsamans …19,1 mió. kr.
Lækkandi oljuprísur gev-
ur eisini Smyril Line nakrar
sparingar. Felagið brúkar
fyri 51 milliónir krónur í
olju í ár, men roknar við at
brúka fyri 36,8 milliónir
krónur
í
komandi
ári.
Smyril Line ger avtalu við
oljufelagið um ein fastan
prís, og sambært hesum eru
sparingar nú 14,2 milliónir
krónur, men um oljuprísurin
alsamt lækkar, kunnu hesar
sparingar verða enn størri.
Sølan á norska marknað-
inum er 14,9 milliónir krón-
ur. Her leggur Smyril Line
dent á, at einasti møguleiki
hjá norðmonnum at ferðast
við bili til Føroyar og Ísland
framvegis er Norrøna.
Smyril Line roknar við,
at við nýggju ferðaætlanini
fer ferðafólkatalið at økjast
5% og at hetta gevur ein
vinning upp á 10 milliónir
krónur.
Broytingin í FAS skip-
anini er eisini sparing hjá
Smyril Line upp tríggjar
milliónir krónur.
- Nýggja ferðaætlanin hjá
okkum er væl móttikin hjá
okkara umboðum, bæði í
Føroyum og uttanlands. Vit
hava nú møguleika at geva
fólki tað, sum tey biða um,
nú vit kunnu nøkta eftir-
spurningin á rutuni millum
Føroyar og Danmark og av
meginlandinum til Føroya
og Íslands, sigur Petur
Holm at enda.
- Vit hava gjørt eina ætlan, sum vit grunda á beinleiðis sparingar og upp á hækkaðar
farmainntøkur, sum vit longu hava avtalað – og ikki upp á mettar eykainntøkur, sigur Petur
Holm, stjóri á Smyril Line
Mynd: Jens Kristian Vang
Á kortinum sæst, hvussu
stórir ymsu marknaðirnir
hjá Smyril Line eru. Eftir
tann føroyska marknaðin
er tann týski nógv tann
størsti
Talvan vísir á hvørjum
rutum fólk ferðast við
Norrønu. Nógv tann
best umtókta farleiðin
er millum Føroyar og
Danmark