týsdagur 18. november 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 222 - 18. november 2008
Í mínum arbeiði sum coach
møti eg ofta fólki, ið er væl
fyri uppá allar mátar, ig
ganga og føla seg kroyst og
stgrongd, tí at tað er galið
við
javnvágini
millum
arbeiðslív og familjulív.
Strongdin kemur vanligvís
í samanstoytinum millum
tvey ting: Á aðrari síðuni
ynski, tankin ella ambitiónin
um, at familjan sjálvandi er
tað týdningarmesta, tá alt
kemur til alt, og á hinari
síðuni
veruleikin
í
gerandisdegnum,
har
arbeiði
fær
teir
flestu
tímarnar vit eru vakin –
sjálvt eisini í vikuskiftunum,
har tað líka er ein uppgáva,
ið skal vera liðug til
mánadagin, nøkur vindeygu
skulu málast, ella hvat tað
nú er, ið ikki kann bíða.
Flestu menniskju ið sita í
hesum
”saksi”
millum
familju- og arbeiðslív, gre
iða frá at familjan satt at
siga er tað týdningarmesta,
og at tey veruliga meina, at
hon eigur at ganga framum
arbeiði. Men tá raðfesting-
arnar í gerandisdegnum
vera eftirkannaðar, vísur
tað seg ofta, at tað slett ikki
letur seg gera at avlesa á
raðfestingunum, at familjan
er tað týdningarmesta. Tí
hon fær ikki nógva tíð og
verur ikki givin gætur.
Kanska tí at arbeiði letur til
at vera týdningarmiklari í
støðuni og kann ikki bíða?
Kanska tí at familjan verur
tikin fyri givið? Ella tí at
ikki er klárt, at tað ræður
um at varveita eina sterka
javnvág millum familjulívið
og arbeiðslívið. Ikki antin
ella.
Men tað við javnvágini
kann gott vera krevjandi.
Eingin kemur og skapar
hana fyri okkum - hvussu
deiligt tað enn kundi verið
– og sjálvt um vit ofta siga,
at javnvág er nakað, ein
”bara er í” so kemur hon
fyrst og fremst, tí at vit
velja hana. Ja, tað kann
vera ringt til tíðir. Ja man
dettur útí og følir seg í
ójavnvág til tíðir. Og er tað
ok? Ja sjálvandi! Tí um vit
hava fatur í ætlanini í at
miða eftir javnvág, so
kunnu vit koma á rætta kós
uppá stutta tíð.
At hava fatur á og halda
fast í ætlanini um javnvág,
krevur nakað serligt av okk-
um: At vit eru erlig yvirfyri
okkum sjálvum. Annars
kunnu vit ikki koma í sam-
band við, hvat javnvágin
skal vera. Men út yvir
erligheit fyri okkum sjálv-
um, krevur leitan eftir javn-
vág vanlig vís ikki, at vit
gera nógv meira. Heldur
tvørtur i móti. Tí tað gongur
ofta út uppá, at vit halda
uppat við at royna at gera
alt og ístaðin fokusera uppá
tað, hevur týdning.
At gera sær klárt hvat er
tað týdningarmesta verður
lættari, um vit gera ein rað-
festingarlista fyri okkum
sjálvi, har vit finna út av
hvat hevur størstan týding
fyri okkum í lívinum og í
hvørjari raðfylgju.
Fyri meg er tað: 1. Mín
innara og ytra vælvera. 2.
Maður mín, familja og
vinir. 3. Mín yrkisleið.
Veruliga sigur mín listi,
at eg raðfesti mína vælveru
høgt við at fara til retreats
nakrar ferðir um árið, har
eg eri í friði við meg sjálva.
Eg fari eisini at ferast og á
skeið, ið hava mín áhuga og
geva mær íblástur og eg
geri í heila tikið tað ið eg
føli gevur mær vælveru.
Fyri at raðfesta mann
mín, syrgi eg fyri at vit ferð-
ast, bara vit bæði, og at vit
javnan skipa fyri kvøldum,
har vit bjóða hvørjum øðr-
um út. Fara í biografin, eta
úti og osfr. Sjálvt um eg
kann vera móð, eftir at hava
undirvíst ein heilan dag, og
viðhvørt eri líka við at av-
lýsa, so veit eg, at tað í
longdini,
vanliga
gevur
mær orku, at vera saman
við manni mínum, tí haldi
eg sum útgangsstøði fast í
avtalunum. Tað sama er
galdandi fyri avtalur við
vinir og familju. Sjálvandi
hendur tað, at eg avlýsi,,
men tá geri eg tað altíð við
tí endamáli, at varveita
kensluna av javnvág.
Í sambandi við mína
yrkisleið, er eitt av teimum
týdningarmestu amboðum
fyri meg, at eg ikki altíð
taki mína yrkisleið so
hátíðarliga, sum umverðin
ofta ger. Vit menniskir eru
ofta góð til at gera ov nógv
burtur úr tí, vit uppliva í
núinum, og leggja so stóran
dent á tað, at vit kenna á
okkum at heimsins undir-
gangur nærkast, um okkurt
ikki gongur so gott. Mínar
royndir eru, at ting, ið
upplivast sum altavgerandi
í núinum, hvørva líðandi úr
eygsjón og svinna inn til
minni smálutir, tá vit fáa
tað nakað burtur frá. Tí
leggi eg ofta dent á at hugsa
minni dómadagsaktugt og
halda fast í, at tað ikki
neyturviliga er so álvarsamt,
sum tað sær út í løtuni, og
tað hjálpur mær til, ikki at
liggja svøvnleys og hugsa
um mína yrkisleið. Sjálv-
andi eru tað nógv ting, eg
vendi og dreygi nógvar
ferðir, men eg lati ikki hug-
leiðingarnar taka yvir.
Fyri øll míni 3 punkt á
listanum er harumframt ein-
ans eitt galdandi: At eg
trúgvi uppá, at tað er altav-
gerandi at vera til staðar, tá
vit eru saman við okkum
sjálvum,
okkara
maka,
familju, vinum og øðrum,
vit eru góð við. Vit fáa einki
burturúr at ynskja at vit
vóru onkra aðrastaðni, enn
vit veruliga eru, og eingi
menniskju ynskja at vera
ein verkætlan, vit skulu
skunda okkum at hava eitt
sindur av kvalitetstíð við.
Tí haldi eg, at nakað av tí
tídningarmesta fyri javnvág
er, at vit so at siga ” eru her
tá vit eru her”. Og at vit eru
har nóg nógva tíð, í mun til
okkum sjálvi. Hvussu nógv
tað er, vita bara vit. Men
um vit eru heilt erlig og
hyggja eftir okkum sjálvum,
so haldi eg at vit øll innast
inni gott vita, hvussu býti
millum okkara raðfestingar
skal vera, um vit skulu vera
í javnvág og kunna vera ein
persónur, ið vit kunnu virða
og kanska enntá hávirða.
Javnvág millum privat- og arbeiðslív
Umsett hevur:
Barbara
Dahl, Serti
fisera Life og
Businnes
coach
HELLY
HANSEN
mj media
Á Sandvíkarhjalla - tlf. 350830 - Má-frí 8-16
Fyrr kr. 1000, -
NÚ: 590,-!
SVARTIR
SEKKIR 9,95 stk.
WC-pappír
50m, 6 rl. 29,95
Køks-
pappír, 4 rl.23,95
Fibur-
klútar 15,-
Arbeiðslampur
Fyrr: 399,-
NÚ: 99,-!
Kom niðan á
Hjalla og ger
kvettið!
REGNSETT
Mannfólk/konufólk
Reingerðarevni
og -útgerð
til húsarhald,
stovnar og
virkir
stk.
úr
HH Frítíðarjakki
590,-