týsdagur 18. november 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
vinnan
Nr. 222 - 18. november 2008
Áhugi fyri starvsmessu
Grønlendska heimastýrið og fleiri grønlendskar fyritøkur eru væl nøgd við áhugan, sum
ungir grønlendingar í Danmark vístu einari starvsmessu, sum heimastýrið skipaði fyri í
Odense og Aalborg í síðstu viku. Endamálið við messuni var at fáa grønlendsk lesandi
at koma aftur til Grønlands aftan á loknan lestur í Danmark. Hans Christian Sværd, sum
var við til at fyrireika messuna vegna heimastýrið, sigur við KNR, at messan eydnaðist
væl. Sum embætismaður hjá heimastýrinum er hann væl nøgdur við, at heimastýrið
fekk samband við fleiri, sum lesa løgfrøði, og sum hann vónar at fáa heim aftur eftir
lokna útbúgving.
Nú fleiri fiskiskip eru
farin av knóranum,
og vandi er fyri, at
nøkur skip aftrat
fara sama veg, er
væntandi, at Føroyar
fara at missa nógvar
fiskimenn, sum fara
at søkja sær hýru í
øðrum londum
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í morgun byrjaðu sáttmála
samráðingarnar millum Før
oya Fiskimannafelag øðru
megin og Føroya Reiðara
felag hinumegin. Við sam
ráðingarborðið sótu í fyrsta
lagi nevndirnar í báðum
feløgunum.
Galdandi sáttmálin, sum
eftir fiskimannaverkfall í
fleiri dagar kom undir land
tíðliga í hesum árinum, var
bara galdandi í eitt ár, og
tískil gongur sáttmálin út
nú 1. desember í ár.
Fundurin í dag er hin
fyrsti veruligi samráðingar
fundurin av væntandi fleiri
fundum millum partarnar,
men umboð fyri feløgini
hava longu frammanundan
tosað
saman
soleiðis
óformelt.
Ókend krøv
Tað er tó ikki fyrr enn í dag,
at veruligu ynskini hjá báð
um feløgunum koma á borð
ið, og hvørji hesi ítøkiliga
eru, fingu vit ikki at vita,
áðrenn blaðið fór til prent
ingar.
Vit eru júst farnir til
fundarborðið og eru nóg
illa komnir í gongd enn,
sigur Viberg Sørensen, for
maður í Reiðarafelagnum,
sum vit høvdu í telefonini
eitt lítið bil fyrrapartin.
Hann veit ikki at siga, um
Fiskimannafelagið møgu
liga er sinnað at leingja ver
andi sáttmála, men sum
skilst á Vibergi roknar hann
ikki við, at Reiðarafelagið
vil leingja sáttmálan uttan
broytingar.
Hvørjar broytingar, vit
ynskja okkum, kann eg tó
einki siga um, fyrr enn vit
hava lagt okkara ynski fyri
Fiskimannafelagið.
Viberg Sørensen sigur
seg vóna, at feløgini kunnu
finna út av at gera ein
nýggjan sáttmála, áðrenn
langt um líður.
Vit duga ikki at síggja,
at nakað serligt er at fara
eftir hjá nøkrum parti, so
leiðis sum støðan í stórum
parti av fiskiflotanum er í
løtuni.
Hann vísir á, at eini 10
skip, serliga ísfiskatrolarar,
eru farin og eru á veg undir
hamaran,
og
línuflotin
hevur tað alt annað enn gott
í løtuni heldur.
Torført at spáa
Spurdur, um hann væntar
fleiri húsagangir í fiski
skipavinnuni, liggur tað
ikki til Viberg at vera ov
dapurskygdur.
Vit vita, hvussu støðan
er – og tó, so dugi eg slett
ikki at meta um, hvørji skip
klára at hóra, og hvørji
møguliga ikki klára tað, nú
útlitini eru so ivasom fyri
ikki at siga døpur.
Hann ásannar tó, at hóast
døpru gongdina í ísfiska
vinnuni í løtuni, er tó lítið,
sum bendir á, at samráð
ingarnar hesaferð verða øðr
vísi, enn tær plaga at vera.
Eg trúgvi, at hetta vera
samráðingar júst, soleiðis
sum samráðingar vanliga
eru, men eg vóni, at mót
parturin eisini hevur sæð
skriftina á vegginum og
ikki fer at leggja ov hart út.
Tað verður bara búldur
omaná sár.
Spurdur, um hann væntar,
at formaðurin í Fiskimanna
felagnum, Jan Højgaard,
kanska hevur skilt viður
skiftini hjá fiskiskipaflot
anum betur, nú hann hevur
sitið í formanssessinum í
eina tíð, sigur Viberg, at tað
dugir hann slett ikki at meta
um.
Vit tosa ikki so sjáldan
saman, og tað er einki
problem. Nú mugu vit bara
royna at fáa hesar sam
ráðingar upp á pláss so væl,
sum yvirhøvur til ber – og
so má tíðin vísa, hvar vit
enda, tá samanum kemur,
leggur hann aftrat.
Framvegis dýr
Hóast oljuprísurin er lækk
aður, soleiðis at bunkringar
prísurin hjá skipum nú ligg
ur nakað omanfyri 4 krónur
liturin, metir Reiðarafelag
ið, at oljan framvegis er ein
stórur trupulleiki hjá fiski
skipaflotanum.
Oljan er framvegis
kostnaðarmikil,
men
at
prísurin so hevur verið
uppaftur hægri, hevur bara
gjørt støðuna hjá stórum
parti av fiskiskipaflotanum
uppaftur verri.
Viberg Sørensen væntar
kortini ikki, at tað verður
oljan, sum kemur at gera
samráðingarnar
truplar
hesaferð.
Nú byrja vit á sløttum
borði, og so fáa vit at síggja,
hvussu leikur fer, sigur
formaðurin í Føroya Reið
arafelag.
Fiskimenn rýma
Vit spurdu eisini Viberg,
um hann væntar, at føroyskir
fiskimenn í uppaftur størri
mun enn áður fara leita út í
onnur lond at sigla, nú fleiri
skip longu eru farin undir
hamaran, sigur hann:
Jú, tað er væl hugsandi,
og lítil ivi man vera um, at
vit fara at missa fleiri fiski
menn. Hetta er harmiligt,
men soleiðis er tað bara.
Viberg Sørensen ásannar,
at støðan hjá stórum parti
av okkara fiskiskipaflota er
trupul í løtuni, og ógjørligt
er at siga í løtuni, hvussu
mong fara at liggja eftir á,
tá avtornar.
Fiskimenn fara at flýggja
- Støðan hjá stórum parti av
fiskiskipaflotanum er trupul í
løtuni, og ógjørligt er at siga,
hvussu nógv fara at liggja eftir
á, tá avtornar, sigur Viberg
Sørensen
Mynd: Karstin Vang
- Samráðing-
arnar byrja á
sløttum borði,
og so fáa vit at
síggja, hvussu
leikur fer, sigur
Viberg Sørensen
Mynd:
Vilmund Jacobsen