Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-18, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. november 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 vinnan Nr. 222 - 18. november 2008 Serskip til oljuverju Til tess at tryggja umhvørvið enn betur ímóti oljudálking hevur felagið hjá operatørunum á norsku oljuleiðunum skrivað undir ein sáttmála við fyritøkuna Seaworks í Harstad um at skipa so fyri, at trý skip, sum eru serliga útgjørd til at forða fyri og avmarka oljudálking, eru tøk alla tíðina og skulu kunna brúkast fram við allari norsku strondini. Sáttmálin er fyribils galdandi í trý ár, men kann leingjast fýra ár afturat. Tey serbygdu skipini kunnu flyta fólk og útgerð í sambandi við oljudálking, og tey kunnu eisini virka sum savningarstað, tá oljan skal takast upp av sjónum, skrivar NTB. – Vit høvdu roknað við minni virksemi á heimamarknaðinum seinni í ár og næsta ár, og hetta sær eisini út til at vera so. Tí er eisini meginparturin av tí, vit nú hava at gera, ymiskt el-virksemi í øðrum londum, sigur John Eli Olsen, stjóri, sum ásannar, at sereyðkenni hjá hansara fyritøku hevur verið at duga at leita sær eftir uppgávum uttanlands Ídnaður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo El-Service á Skála er tann føroyski veitarin innan el- tænastur, sum hevur verið mest úti um seg uttanlands og í altjóða høpi annars. Fyritøkan hevur verið við í fleiri verkætlanum fyri danska menningarstovnin Danida, og ofta hevur hetta verið í samstarvi við Kar- stensens Skipasmiðjuna í Skagen. Síðan 1992 hevur El- Service soleiðis verið uppi í ymiskum verkætlanum í eitt nú Tanzania, Malawi, Ghana, Vietnam og Cam- bodia. Lokal arbeiðsmegi John Eli Olsen, stjóri, sigur, at har, sum tað hevur borið til, hevur felagið brúkt lokala arbeiðsmegi. - Ein týðandi partur av víðari arbeiðnum í hesum londum hevur verið ein ávís upplæring, soleiðis at lokalur førleiki kundi liggja eftir, tá sjálv verkætlanin var liðug. Hann vísir á, at sum oftast hava fólk hjá El- Service verið á staðnum, men tá arbeiðið so er liðugt, hevur dentur verið lagdur á, at fakfólkini á staðnum hava verið før fyri at tikið sær av viðlíkahaldi, umvæl- ingum og tí, sum annars kann vera at gera, sum tíðin gongur. Stjórin vísir á, at hesin arbeiðsháttur hjá fyritøkuni á Skála sjálvandi ger, at ávís krøv eru til tey, sum arbeiða fyri felagið. - Umráðandi er, at menn- inir duga eitt sindur av hvørjum, umframt at teir eru førir fyri at læra eitt sindur frá sær, sigur John Eli. Men tað er ikki bara í nevndu fjarskotnu londum, at El-Service hevur havt virksemi. Boð hava eisini verið eftir fólki hjá fyri- tøkuni til ymiskar uppgávur í eitt nú USA, Panama og Chile. - Hesar uppgávur hava serliga verið gjørdar fyri reiðarríið Thor í Hósvík og reiðarríið hjá Christian í Grótinum í Klaksvík. John Eli Olsen leggur aftrat, at fólk hjá El-Service eisini hava verið í Spaniu og umvælt skip fyri reiðaríið Thor og Tryggingarfelagið Føroyar. Minni her heima Í løtuni eru umleið 40 fólk í starvi hjá el-fyritøkuni á Skála, men sum arbeiði er í løtuni, eru teir flestu knýttir at virksemi, sum felagið hevur uttanlands. – Vit høvdu roknað við minni virksemi á heima- marknaðinum seinni í ár og næsta ár, og hetta sær eisini út til at vera so. Tí er eisini meginparturin av tí, vit nú Altjóða fyritøka á Skála John Eli Olsen, stjóri á El- Service og Gunnar Mohr, táverandi stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, undirskriva sáttmála um Thor Omega Mynd: Vilmund Jacobsen