Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-18, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. november 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 vinnan Nr. 222 - 18. november 2008 Askeladden á húsagang Fyrsta dagin fer skiftirætturin í Noregi at viðgera fyritøkuna Henrik J. Askviks Sønner AS, sum er komin í so stórar fíggjarligar trupulleikar, at hon er kravd á húsagang. Tey flestu kennast kanska ikki við navnið á fyritøkuni, men tað er hon, sum hevur gjørt tær vælkendu bátarnar av slagnum Askeladden, sum eisini eru at síggja við bátabrúgvar í Føroyum. Fyritøkan er næstan 100 ára gomul og hevur meiri enn 160 fólk í arbeiði. Raksturin hevur verið tungur leingi, og fíggjarkreppan, sum nú kom, tók botnin undan fyritøkuni, skrivar Bergens Tidende. hava at gera, ymiskt el- virksemi í øðrum londum, sigur John Eli, sum ásannar, at sereyðkenni hjá hansara fyritøku hevur verið at duga at leita sær eftir uppgávum uttanlands. Soleiðis hevur næstan verið frá byrjan. - Tað, sum vit fáast mest við, er at veita alt tað elektriska umborð á skipum - uttan sjálva navigatións- útgerðina á brúnni. Vit eru soleiðis heildarveitari av instalatiónum við høvuðs- talvum, undirtalvum, start- skápum og ávaringartalv- um, umframt alt tað elektr- iska á sjálvari verksmiðjuni, sigur stjórin. El-Service hevur eisini serkunnleika, tá ræður um stýringar av ymiskum skip- anum. Dygd í hásæti Stjórin ásannar, at ein orsøk til framgongdina hjá El- Service er eisini, at fyri- tøkan alla tíðina hevur lagt dent á dygdina í sínum arbeiði. - Vit leggja stóran dent á, at alt verður gjørt so dygd- argott sum gjørligt - og at alt verður væl og virðiliga frágingið, sum hann tekur til. Á deildini á Skála verða ymiskar el-talvur teknaðar og bygdar, og vanliga er tað so, at tað eru hesar, sum eru hjartað í víðari arbeiðnum. - Tað ræður tí um, at góður botnur verður lagdur í tað arbeiði, sum verður gjørt her heima, sigur John Eli. El-Service fekk ISO- 9001 góðkenning á sumri í 1999, og síðani er góðkenn- ingin dagførd tvær ferðir. Arbeitt verður fram ímóti, at øll virkisøki hjá fyritøkuni skulu hava hesa góðkenn- ing. – Nú vit eisini hava roynt okkum innan frálandavinnu- økið, hava slíkar góðkenn- ingar havt nógv at siga, ásannar stjórin. Nýggj virkisøki Á El-Service leita tey alla tíðina eftir nýggjum virkis- økjum, har fyritøkan kann verða við. – Sjálvt um vit enn ikki vita, hvussu verður við olju- framleiðslu undir Føroyum, hava vit brúkt hetta høvi til egna menning, so vit í øll- um førum hava ein førleika, sum vit kunnu brúka aðra- staðni. John Eli vísir á, at fyritøkan er ment øll árini síðan byrjan, og eitt innan- hýsis menningararbeiði er í gongd alla tíðina. - Arbeiðsfólk hjá okkum eru javnan á ymiskum skeið- um, so fakligi førleikin verður hildin við líka. Hetta er eisini eitt krav, um tú skalt gera teg galdandi – her heima eins væl og uttanfyri landoddarnar, sigur hann. Ymiskar verkætlanir Av verkætlanum, sum El- Service seinastu árini hevur fingist við, kunnu úr rúgv- uni nevnast el-arbeiðið umborð á báðum nýbygn- ingunum hjá Thor í Hósvík, Thor Alpha og Thor Omega. - Vit hava eisini verið við í eini verkætlan á Karsten- sens Skipasmiðju í Skagen, har nótaskip er smíðað til Thyberøn, sum ætlandi verður liðugt nú í november – og næsta stóra verkætlanin í Skagen verður nýbygning- urin hjá P/F Vinnuni í Gøtu. Stjórin á El-Service vísir á, at fyritøkan heldur ikki smæðist burtur, tá ræður um arbeiði uppi á landi. - Millum tær størru verk- ætlaninar á landi kann nevn- ast byggingin av stóra og nýggja skúlanum í Runavík, har vit gera el-arbeiði. Hetta arbeiði verður gjørt í trimum byggistigum, har fyrsti parturin varð tikin í nýtslu í januar 2008 og triði og seinasti partur ætlandi í januar 2009. Sjálvvirkandi tunnil Stjórin sigur, at fyritøkan á Skála eisini hevur gjørt inn- leggingararbeiði og hevur latið teknisku útgerðina til Norðskálatunnilin. - Saman við fólki hjá Landsverki hava vit ment alarmskipan, stýringar og yvirvakingarskipanina (SRO) í Norðskálatunlin- um. John Eli vísir á, at hesar skipanir eru sera framkom- nar og verða øll signalir leidd gjøgnum ljósleiðara- kaðlar. - Hesin samskiftirháttur er tryggastur á marknaðinum í løtuni. Umvegis skerm- skipanina fær brúkarin allar neyðugar upplýsingar um støður hjá útgerðini sum er installerað. Ljós, bummar, ventilatión og gøtuljós kunnu fjarstýrast frá teldu – og eisini kann tunnilin nú latast aftur og uppaftur á teldu, sigur hann. El-Service skal eisini levera og seta upp eldsløkki- skipan og eldávaringarskip- an til millumbylgjusendar- an í Akrabyrgi fyri FT-Net. - Við atliti til trygdina hevur FT-Net valt at brúka eldsløkkiskipanina Argo- nite, og vit skulu eisini leve- ra eina Argonite-eldsløkki- skipan til Kringluna hjá Før- oya Tele og Landssjúkra- húsið, sigur John Eli Olsen. Her gera teir eina sonevnda »talvutest« í Norðskálatunlinum Menn hjá El- Service eru í holt við at innstilla instrumentir og annað í eini høvuðstalvu