týsdagur 18. november 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
vinnan
Nr. 222 - 18. november 2008
Hóast línuveiða sum
er hevur avmarkaða
útbreiðslu í Danmark,
so eru fyrimunirnir
við línuveiðu so nógv
ir, at til ber at sannføra
danskar fiskimenn.
Soleiðis ljóðar tað frá
Oilwind í Miðvági,
sum hesa vikuna fer í
holt við eitt átak, har
ið teirra nýmótans línu
skipan verður sýnd
fram til danskar fiski
menn
marknaðarføring
Edmund Jacobsen
edmund@pressecentrum.dk
Línuveiða er als ikki nakað,
ið danir hava áhuga fyri.
Hetta man verða niðurstøð
an hjá teimum flestu við
bert einum sindri av vitan
um danska fiskiveiðu.
Gamaní, ljóðar svarið frá
Oilwind í Miðvági. Kanska
er tíðin hóasat alt komin,
har ið danir aftur fara at
royna seg við húkaveiðu
nakað, ið fyrr plagdi at
verða vanligt millum dansk
ar fiskimenn.
Av somu orsøk byrjar Oil
wind í hesari vikuni eitt
átak, ið skal royna at vekja
áhugan
millum
danskar
fiskimenn fyri nýmótans,
sjálvvirkandi línureiðskapi
úr Føroyum.
Vit meta, at har er ein
marknaður. Fyrr áðrenn
gørn og trol tóku yvir var
lína og annar húkareiðskapur
vanligur í Danmark. Í mong
ár hevur tað uttan iva loyst
seg hjá dønum at royna við
gørnum,
men
hækkandi
kostnaðarstøðið og vaksandi
umhugsni mótvegis um
hvørvinum hava gjørt, at
gørnini ikki hava somu fyri
munir sum áður, sigur Jákup
S. Joensen, stjóri í Oilwind.
Eirindasamur
reiðskapur
Tað er ongin loyna, at bæði
danskir og ESmyndugleikar
í alt størri mun royna at
eggja fiskimonnum til at
royna veiðuhættir, ið ávirka
náttúruna minst møguligt.
Ein tann størsti trupuleikin
innan fiskiveiðu í ES, eru
teir minkandi fiskastovn
arnar. Ein syndarlig gongd,
íkomin av alt ov høgum
veiðutrýstið og ógvusligari
dálkin. Ei undur í, at mynd
ugleikar av øllum alvi royna
at eggja til eirindasaman
fiskiskap, samstundis sum
roynt verður at basa dálking
av havinum.
Her spælir veiðureiðskap
urin eisini ein stóran leiklut,
ljóðar tað frá Jákup S. Joen
sen:
Tak til dømis gørnini.
Um ein bátur missir gørn,
so halda tey áfram við at
fiska eftir at tey eru mist.
Hetta er ikki gott fyri hvørki
náttúruna ella fiskimenn,
sigur Jákup S. Joensen.
Ment í Føroyum
Tann skipanin, sum Oilwind
nú ætlar at bjóða donskum
fiskimonnum, er ein nýmót
ans, sjálvvirkandi skipan,
sum Oilwind hevur ment
saman við føroyskum fiski
monnum. Oilwind fer mill
um annað at peika á møgu
leikan fyri at spara uppá
lønarútreiðslurnar við at
nýta eina skipan, har ið egn
ingin og fleiri aðrar funk
tiónir er sjálvvirkandi.
Samstundis
er
skipanin
framleidd soleiðis, at hon
hóskar væl til smærri bátar,
har ið ein ella tveir mans
eru umborð.
Skipanin hjá Oilwind sá
dagsins ljós í 2002, og síð
ani hevur nógv orka verði
løgd í at betra um skipanina.
Seinasta útgávan var sýnd
fram í Norra fyrr í ár, og
tað er eisini henda útgávan,
sum danir sleppa at síggja.
At tað hevur eydnast
okkum at menna hesa skip
an, kemst í stóran mun av,
at tað ber til hjá okkum at
samstarva við okkara fiski
menn her á landi. Teirra
royndir við at nýta okkara
skipan hava stóran týdning,
meðan
menningararbeiði
fer fram. Tað er eisini ein
sannroynd,
at
línubátar
ynskja at fáa meira burturúr.
Tað kostar at hava egning á
landi, og hetta hevur elvt
til, at eisini smærri bátar
fremja íløgur í sjálvvirkandi
skipanir, sigur Jákup S.
Joensen.
Gongur væl í Norra
Hjá Oilwind dylja tey ikki
fyri, at fyritøkan ynskir at
útflyta meira. Átøk eru
framd í Norra, og hetta
hevur havt við sær, at
tríggjar skipanir eru seldar
síðani august í ár, og fleiri
tilboð eru úti hjá norskum
fiskimonnum.
Talan er um eina nýggja
skipan, so fleiri møguligir
keyparar vilja fegnir síggja
hvussu skipanin roynist,
áðrenn teir sjálvir fremja
eina íløgu, sigur Jákup S.
Joensen.
Hann leggur afturat, at
meðan útlitini fyri sølu til
norska marknaðin eru góð,
so skal munandi meira tíð
og orka leggjast í søluna til
danska marknaðin, har ið
húkaveiða ikki hevur somu
útbreiðslu.
Vit meta, at línan so líð
andi fer at vinna størri
frama í Danmark tey kom
andi árini. Okkara uppgáva
er at greiða frá fyrimununum
eitt nú at línuveiða hóskar
avbera væl til grótutar og
grýtutar fiskileiðir, har ið
trolið er óhóskandi. Vit
hava eisini góðar royndir
við at selja snellureiðskap
til onnur ES lond, har ið
fiskimenn verða stuðlaðir
fíggjarliga til at fremja
íløgu í reiðskap, sum er
eirindasamur
mótvegis
náttúruni, sigur Jákup S.
Joensen.
Fimm býir á skránni
Tilfar til framleiðslu av
línuskipanini verður tilgjørt
í Føroyum og í Danmark,
meðan sjálv framleiðslan
fer fram í Rumenia.
Skipanin
verður
sýnd
fram í dag í Rødvig, og síð
ani gongur leiðin til Bønne
rup tann 19. november,
Hanstholm 20. november,
Hvide Sande 21. november
og Thyborøn 22. november.
Vit fara neyvan at selja
skipanir í hópatal beinan
vegin. Hetta er ein íløga í
framtíðina. Nógvir danskir
fiskimenn hava ein abba
ella ein pápa, sum fiskaði
við línu, og tí er reiðskapurin
ikki ókendur fyri teir. Og
sum rákið er beint nú innan
fiskivinnupolitik og náttúru
vernd í Danmark og ES, so
er línan ein góður valmøgu
leiki mótvegis garna og
trolveiðu, sigur Jákup S.
Joensen.
Danir skulu
sannførast um
línuveiðu
Byggja stóra fiskagoymslu
Fyritøkan Bring Logistics Solutions AS skal byggja eina stóra,
nútímans køli og frystigoymslu á havnarlagnum í Oslo. Mett verður, at
tørvur er á goymsluni, tí á hvørjum ári fara umleið 100.000 tons av
frystum fiskavørum, klippfiski og saltfiski út um bryggjukantin í Oslo.
Nógv tað mesta kemur til Oslo eftir landi í bingjum, haðani tað fer
víðari við skipi. Norska matvørueftirlitið hevur leingi kært seg um, at
goymslumøguleikarnir á havnarlagnum í Oslo eru ikki nóg góðir, men
tann nýggja goymslan fer at loysa trupulleikarnar, skrivar bygg.no
Tætt samstarv við
føroyskar fiskimenn
hevur stóran týdning fyri
Oilwind, tá ið nýggjur
reiðskapur skal mennast.
Á myndunum sæst tann
línuskipan, sum Oilwind
byrjar at sýna fram til
danskar fiskimenn í
hesari vikuni
Myndir: Oilwind