Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-18, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. november 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 vinnan Nr. 222 - 18. november 2008 Seta met við sild og makreli Norðmenn útfluttu í síðsta mánað sild og sildavørur fyri 665 milliónir norskar krónur. Tað er 31 prosent meiri enn í oktober í fjør, og so stórt hevur útflutningsvirðið ongantíð verið í einum mánað fyrr. Men tað er ikki bara sildin, sum setir met í norsku útflutningstølunum. Útflutningsráðið sigur, at í oktober útflutti Noreg makrel fyri 875 milliónir krónur, og tað er heili 57 prosent meiri enn í sama mánað í fjør og samstundis tað mesta í einum oktober síðani 2001. Tølini fyri árið í ár eru eisini óvanliga stór. Virðið á útfluttu sildini higartil í ár er 2,6 mia. krónur og tað mesta nakrantíð, og útflutningsvirðið á makreli er 1,5 mia. krónur og 40 prosent meiri enn somu tíð í fjør. Nú fleiri skip, ið fiska undir Føroyum fara av knóranum, vísir Kári Petersen, búskaparfrøðingur, á, at hetta hevur verið væntandi leingi. Hann metir eisini, at hóast tað verður svárt fyri tey økini, sum missa beint nú, verður tað í longdini ein vinningur fyri landið. Tá skipini verða færri, so fiska tey, sum vera eftir, meira og vinna meira pening yvir tíð Fiskivinna Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Kári Petersen metir ikki, at tað er ein missur fyri landið at nøkur skip fara undir hamaran, tí sambært honum er tað prógva, at vit hava ov stórt veiðutrýst, og at hetta ikki fer at minka. - Vit sóu í 80unum, og vit síggja tað aftur nú, at tá stórur floti er, so minkar veiðan, við tí úrslitið, at skipini fara av knóranum. Hinvegin verða partrolar- arnir, ið fóru undir hamaran, heilt víst keypt aftur av før- oyingum, so veiðutrýstið minkar ikki, sigur Kári Petersen. Hann leggur aftur- at, at skipini helst verða keypt fyri dagarnar og ikki fyri sjálvi skipini, og tí kundi tað meira enn so hent seg, at veiðutrýstið veksur enn meira við tað, at kom- andi eigarin kann nýta dag- arnar til størri betri útgjørd før. Ov illa stýrt Um orsøkina til støðuna, sum hon er í dag, sigur Kári Petersen, at høvuðsábyrgdin liggur hjá politikarunum, ið als ikki hava gjørt nakað fyri at halda veiðutrýstinum har tað er skynsamast. - Loysingarsamgongan lat bara alt ganga, tá nógv nýggj skip komu við nógv størri veiðuorku, har daga- talið var tað sama, men skipini gjørdust betri. Men mann kann ikki bara geva teimum skuldina, tí ABC- samgongan hevur latið óskilið hildið fram. Soleiðis, at vit í dag hava ein alt ov stóran flota og tískil oyða stovnarnar. Tá onki er at fiska, sigur tað seg sjálvt at ongin vinningur er. Ætlanin við eini høvuðsvinnu, er, at hon skal geva yvirskot, so hon kann gjalda skatt, sigur Kári Petersen, ið leggur aft- urat, at skipanin er innrætta á ein tílíkan hátt, at tað loysir seg at fiska, hóast tað ikki gevur yvirskot, tí minstalønin er so høg og sjómannafrádrátturin so høgur. - Vit mugu eisini hugsa um, at politikararnir mugu traðka í karakter og taka nakrar avgerðir, tí mann fær ongantíð teir, sum veiða fiskin at góðtaka, at ein minni floti er betri enn ein ov stórur, men tað er helst nakað mann finnur útav, tá mann veruliga hevur roynt tað, sigur Kári Petersen, sum eisini metir fiskidaga- skipanina vera góða í sær sjálvum, men nyttuleysa utt- an røttu stýringina. Búskaparliga forsvarlig Kári Petersen metir, at vit hava fleiri prógv fyri, at tað loysir seg, at hava ein minni flota og tí skulu vit velja hesa loysnina - Vit sóu í 93, at flotin minkaði við einum triðingi. Tað vildi so siga, at stovn- arnir kundu koma fyri seg, og við einum minni flota megnaðu vit at fiska meira enn nøkur ár fyrr við einum størri flota. Vit fara helst at síggja tað sama nú, og tí burdi mann syrgt fyri at hava eina búskaparliga for- svarliga vinnu við færri skipum og einari javnari veiðu, metir Kári Petersen. Hann leggur afturat, at vit í framtíðini fara at síggja eitt sindur av arbeiðsloysi og halli, men tað er nakað vit mugu góðtaka, fyri síðani endiliga at gera tingini rætt. Ov seint Kári Petersen metir eisini, at gongdin – sum nú er – kundi veri at sloppið undan, um mann, tá tíðirnar vóru góðar, syrgdi fyri, at veiðu- orkan ikki vaks meira, so vit kundu fingið fleiri sjó- menn upp á land, at byggja hús, og havt færri á sjó- num. - Høvdu vit, tá fiskiskap- urin minkaði, minka tali av fólkið á sjónum, og fleiri at byggja hús. So høvdu vit ongantíð veri komin í støð- una, sum hon er nú. So hevði flotin verði minni enn hann er nú. Stovnurin størri og tískil betri fiskarí, men tað er fari, og tí mugu vit gera sum frægast við núve- randi fyritreytum, greiðir Kári Petersen frá. Gott við minni fiskiflota Eitt lítið KT-virki er blivið 1 ár Vit hava loyst uppgávur innan Microsoft SharePoint fyri smáar kundar við 10 starvsfólkum og fyri stórar kundar við 1.6 mió brúkarum á teirra ekstraneti. Hava eisini verið ráðgevar og undirveitarar í sambandi við verkætlanir á 1.3 mia krónur. Stutt sagt, so elska vit at loysa uppgávur í SharePoint! SkráSettur MicroSoft Partnari Grafikmaster tel 227000 Intra er leiðandi innan Microsoft SharePoint við kundum á privata og almenna økinum, bæði í føroyum og í Danmark. Vit hava hollar royndir innan Microsoft, .net, SharePoint og office 2007. Kári Petersen, búskaparfrøðingur, metir, at tað verður ein vinningur fyri landið í longdini, um fiskiskipini minka í tali