týsdagur 18. november 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 18. november 2008
31
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Hillary Clinton er ein skilagóð kvinna, sum hevur
prógvað, at hon stríðist fyri at røkka sínum málum
(Henry Kissinger)
útlond
Republikanararnir
halda
tað vera eitt gott hugskot, at
Hillary Clinton verður uttan
ríkisráðharri
Barrack Obama hevur
sett ein bólk av løgfrøðing
um at kanna tey persónligu
og tey fíggjarligu viðurskift
ini hjá Bill og Hillary Clin
ton, tí tey skulu vera í lagi,
fyri at Hillary kann taka við
sum amerikanskur uttan
ríkisráðharri.
The Times skrivar, at løg
frøðingarnir hava millum
annað kannað viðurskiftini
hjá stovninum Clinton Glo
bal Initiative, sum stríðist
ímóti AIDS, malaria og
fátækradømi í Afrika og
Asia. Samstundis hava løg
frøðingarnir kannað, hvat
samband Bill Clinton hevur
við ymisk lond og fyritøkur,
sum framleiða heilivág.
Hetta kann vera tann
fyrsta forðingin. Hann ger
eitt gott arbeiði, og eingin
vil forða honum í at gera
tað. Men vit mugu tryggja
okkum, at hansara virksemi
ikki kann elva til trupulleik
ar, sigur ein av ráðgevunum
hjá Obama við The Times.
Teir løgfrøðingarnir, sum
hava kannað tey fíggjarligu
viðurskiftini hjá Clinton
hjúnunum, hava sambært
The Times kært seg um vant
andi
samstarvsvilja
frá
hjúnunum, men hetta sigst
vera betur nú, skrivar blaðið.
Góð viðmæli
Bill Clinton hevur sagt, at
eftir hansara tykki fær USA
ein góðan uttanríkisráð
harra, um Barrack Obama
ger av at velja Hillary
Clinton til tað embætið.
Republikanararnir halda
eisini, at hon er eitt væl
egnað boð upp á uttanríkisr
áðharrastarvið.
Hon er ein sera skilagóð
kvinna, og hon hevur prógv
að, at hon er til reiðar at
stríðast fyri at røkka sínum
málum. Hon hevði verið eitt
sera gott val, sigur fyrr
verandi republikanski uttan
ríkisráðharrin Henry Kiss
inger við Bloomberg News.
Jon Kyl fra Arizona, sum
er næstformaður í republik
anska tingbólkinum í Senat
inum, sigur við Fox News,
at Hillary Clinton er væl
egnað sum uttanríkisráð
harri. Hann vísir millum
annað á, at hon hevur drúgv
ar royndir.
Ein annar kendur republ
ikanari, guvernørurin Arn
old Schwarzenegger sigur,
at
Obama
tekur
eina
skilagóða avgerð, um hann
fær sær Hillary Clinton til
uttanríkisráðharra.
Vápnahvíldin har
eysturi í tí borgara
krígsherjaða DL
Kongo helt ikki leingi,
og Frakland vil hava
fleiri SThermenn til
landið
Harðir bardagar eru brostnir
á har eysturi í Dermokratiska
Lýðveldinum Kongo, hóast
uppreistrarleiðarin, Laurent
Nkunda, hevði givið ST
lyfti um at halda avtaluna
um vápnahvíld.
Sambært
tíðindastovuni
AP eru bardagar millum
kongolesiska stjórnarherin
og uppreistrarmenn góðar
100 kilometrar norðan fyri
landspartahøvuðsstaðin
Goma. Ein talsmaður hjá
ST segði í morgun, at part
arnir royna eftir øllum at
døma at reka hvør annan eitt
sindur eftir hæli, áðrenn ein
møgulig vápnahvíld kann
fáast í lag.
Laurent Nkunda hevur
boðið stjórnini samráðingar
um eina friðarliga loysn á
kreppuni, men higartil hev
ur stjórnin víst tilboði hans
ara aftur.
Uppreistrarmenninir siga,
at teir tóku bardagarnar upp
aftur fyri at verja tutsiminni
lutan har eysturi í Kongo
ímóti ágangi frá hutuherlið
um, sum vóru við í hópdráp
inum í Rwanda í 1994, og
sum síðani flýddu til Kongo.
ST sigur, at bardagarnir mill
um
uppreistrarherin
og
stjórnarherin
hava
rikið
fleiri hundraðtúsund fólk frá
húsi og heimi, og at mong
flóttafólk líða illa av sjúkum
og vantandi mati.
Fleiri hermenn
Frakland hevur lagt eitt upp
skot fyri STtrygdarráðið
um at senda næstan 3.000
SThermenn og løgreglu
menn afturat til Demokrat
iska Lýðveldið Kongo, har
teirra høvuðsuppgáva skal
vera at verja sivilfólkið.
ST hevur 17.000 hermenn
í DL Kongo, men teir hava
ikki verið førir fyri at steðga
bardøgunum. Heimildin hjá
teimum verandi SThermonn
unum rennur út á nýggjárin
um, men ætlanin er at leingja
hana. Franska uppskotið er
so, at tann heimildin skal um
fata næstan 3.000 hermenn
og løgreglumenn afturat.
Bert Bill kann forða Hillary í
at gerast uttanríkisráðharri
Aftur bardagar í DL Kongo
Laurent Nkunda, generalur og uppreistrarleiðari
Mynd: AP
Barrack Obama
og Hillary Clinton
dystaðust um
uppstillingina hjá
demokratunum. Nú
verður hon kanska
ráðharri hjá honum
Mynd: Polfoto