Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-18, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. november 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 222 - 18. november 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Misjøvn úrtøka Tá føroyingar luttaka í talv OL, er málið altíð at røkka 50 prosentum í úrtøku. Burtur úr fimm teimum fyrstu umførunum og harvið tjúgu talvunum hevur úrtøkan verið 9,5 stig ella 47,5 prosent. Úrslitini hava verið Før­ oyar­Sri Lanka 3,0 – 1,0, Føroyar­Pakistan 2,5 – 1,5, Føroyar­Armenia 0,0 – 4,0, Føroyar – Holland 1,5 – 2,5 og Føroyar – Bolivia 2,5 – 1,5. Tað er rættiliga ymiskt, sum tað hevur ligið fyri hjá teimum fimm, sum umboða Føroyar í Dres­ den: Helgi Dam Ziska hev­ ur burtur úr timum talvum vunnið 1,5 stig ella 50 prosent. Heini Olsen hevur burtur úr fimm talvum vunnið 3,0 stig ella 60 pro­ sent. John Rødgaard hevur burtur úr fimm talvum vunnið 1,0 ella 20 prosent, Jóan Hendrik Andreasen hevur burtur úr fýra talv­ um vunnið 2,0 stig ella 50 prosent, og Martin Poulsen hevur burtur úr trimum talvum vunnið 2,0 stig ella 66,34 prosent. Tað vil við øðrum orð­ um siga, at higartil hevur tað eydnast best hjá Heina og Martini, meðan tað ikki hevur hilnast so væl hjá vet­ eraninum John Rødgaard. Nú fæst at síggja, hvussu tað fer at hilnast ímóti Costa Rica, og hvussu føroyska liðið fer at verða mannað í morgin. Toppurin á støðutalvuni líkist sær sjálvum. Tað eru Russland og fleiri av gomlu republikkunum í Sovjetsamveldinum, ið eru fremst saman við Týsk­ landi og Onglandi. Eingin hevur fulla úrtøku, sum er 10,0 dystarstig. Fremst við 9,0 stigum eru Russ­ land, Armenia, Týskland, Azerbadjan, Ukreina og Ongland. Tað er munur á dystarstigunum. Russland hevur 13,0, Armenia 15,5, Týskland 14,5, Azerbadjan 15,5, Ukreina 12,0 og Ongland hevur 14 stig. Í morgin hittast Russland og Ongland, Armenia og Azerbadjan og Týskland og Ukreina. Svøríki skal telva ímóti Ísrael, Noreg ímóti Finnlandi og Dan­ mark skal telva ímóti Mongolia. -mørk Nýggi uppgerðarhátt­ urin ber við sær, at Føroyar í løtuni eru hægri á talvuni, enn gamli hátturin hevði borið við sær TALV OL Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyri 19. ferð luttaka Føroyar í talv OL. Hesa ferð var ferðatíðin ikki so long, sum hon onkra ferðirnar hevur verið. OL er í Dresden í Týsklandi. Fimm umfør eru avgreidd. Í dag var frídagur, og tað er greitt, at tá ið før­ oyska liðið í morgin aftur sessast við talvborðini verð­ ur mjótstøðuliðið Costa Rica. Higartil hevur Costa Rica vunnið tríggjar ferðir og tapt tvær ferðir. Tað vil siga, at dystarstigini eru 6,0 ella tey somu, sum tey eru hjá føroyska liðnum. Samlaða stigaúrtøkan burtur úr teim­ um tjúgu talvunum er hjá Costa Rica 11,5. Føroying­ arnir hava higartil vunnið 9,5 stig. At Costa Rica hev­ ur vunnið fleiri stig burtur úr talvunum, enn føroying­ arnir hava gjørt, er væl í samsvari við styrkismeting­ ina. Undan OL kappingini vórðu Føroyar styrkismettar at vera nr. 72, meðan Costa Rica varð styrkismett at vera nr. 66. Miðalstyrkistalið hjá teimum fimm Costa Rica telvarunum er 2403. Hjá føroyingunum er miðal styrkistalið 2364. Tí má tað roknast við, at Costa Rica verður lítil favorittur í morg­ in. Men avbjóðingin tykist ikki vera ræðandi. Serliga tá ið havt verður í huga, at tað eydnaðist føroyska liðn­ um í fjórða umfari at vinna 1,5 stig frá Hollandi. Miðal styrkistalið hjá hollending­ unum er 2609! Á liðnum hjá Costa Rica er ein stórmeistari, Alej­ andro Ramirez, sum hevur styrkistalið 2533, tríggir altjóða meistarar og so ein, sum hvørki er stórmeistari ella altjóða meistari. Øðrvísi uppgerð Á øllum teimum átjan und­ anfarnu OL, sum Føroyar hava luttikið í, hevur upp­ gerðin verið eftir samlaða stigatalinum, sum er upp­ nátt. Soleiðis er tað ikki hesa ferð. Nú verður upp­ gjørt eftir, hvussu nógvar dystir tað hevur eydnast at vinna og spæla javnt. Tvey stig verða latin fyri at vinna, og eitt stig verður latið fyri javnleik. Føroyar hava vunnið tríggjar ferðir og tapt tvær ferðir. Tað vil siga, at Før­ oyar eftir fimm umfør hava vunnið 6,0 stig. Føroyar eru nummar 57, men tað kann verða skjótt hvønn vegin. Allar tjóðirnar frá nr. 32 og til nr. 62 hava 6,0 stig. Millum hesar er eitt nú Danmark, sum er nr. 45. Samlaða stigatalið hjá døn­ um er 10,5 ella 1,0 hægri, enn tað er hjá føroyingunum. 154 talvtjóðir – 762 mann­ fólk og 563 konufólk ­ eru í hesum døgum í Dresden í gamla Eysturtýsklandi. Allar tjóðirnar eru umboð­ aðar í mannfólkakappingini, og 114 luttaka í kvinnukapp­ ingini. Um gamli uppgerðarhátt­ urin hevði verið nýttur, so høvdu Føroyar verið eitt sindur niðanfyri miðjuna ella kanska á umleið 70. plássi Svøríki er eftir fimm umfør fremst av Norður­ londum. Sviar eru nr. 9 við 89,0 stigum. Sviar hava hig­ artil vunnið 13,5 stig burtur úr 20 talvum. Noreg er nr. 19 við 7,0 stigum. Tað vil siga, at norðmenn hava vunnið tríggjar ferðir og eina ferð spælt javnt. Saml­ aða stigatalið hjá norðmonn­ um er 11,5. Íslendingar hava 7,0 dystarstig, og íslendingar eru á 27. plássi. Íslendingar hava – á sama hátt sum sviar – vunnið 13,5 stig í úrtøku burtur úr tjúgu talvum. At hetta ikki hevur borið meiri enn 7,0 dystarstig við sær kemst av, at íslendingar hava tapt tep­ urt 1,5 – 2,5 ímóti USA og spælt javnt ímóti Moldova. Í báðum førum er talan um fín úrslit, men í nýggja upp­ gerðarháttinum hevur hetta ikki higartil borið so stóra úrtøku við sær. Lítil iva man tó vera um, at íslend­ ingar fara at toga seg upp­ eftir støðutalvuni. Í morgin verður mótstøð­ an tó ivaleysa stór. Íslend­ ingar, sum eru styrkismettir sum nr. 45, skulu í 6. Umfari telva ímóti Vietnam, ið er styrkismett sum nr. 37. Úrtøkan ríður um 50 prosent Tað hevur hilnast væl hjá Heina Olsen, sum fyri tað nógva hevur verið á øðrum borði hjá Føroyum Mynd: www.faroechess.com