Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-18, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. november 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 222 - 18. november 2008 33 tíðindi Bill Justinussen, New York ST-aðalfundurin í New York fekk eina øðrvísi vend miku- dagin, tá ríkisleiðarar úr øllum heiminum við stuttari freist komu á fund at skifta orð um ”Culture of Peace”, sum Saudi Arabia serskilt hevur ynskt at seta á dags- skrá. Í hesum partinum av aðalfundinum hevur verið vanligt at viðgera framløgd mál í teimum seks stóru nevndunum, fyri síðani at atkvøða um málini so hvørt, sum tey eru avgreidd úr nevndunum. Og tí eru 12. og 13. novembur serligir. Samrøða við tolsemi Mikumorgunin hoyrdi eg m.a. kong Abdullah II bin Al Hussein av Jordan, finska forsetan Tarju Halon- en, libanesiska forsetan Michel Sleiman, afghanska forsetan Hamid Karzai og forsætismálaráðharran í Qatar sheik Hamad bin Jas- sim bin Jabr Al-Thani. Hesi røddu øll eldhugað um týdn- ingin av grundleggjandi frælsi fyri øll, herundir ser- liga trúar- og talufrælsi utt- an mun til húðalit, kyn, mál ella trúgv. Høvuðsevnið hes- ar tveir dagarnar er opin samrøða millum trúgvir og religiónir undir áðurnevnda heitinum Culture of Peace. Týdningurin av, at ymsu religiónirnar samskifta á tol- samum grundarlagi, gerst alsamt størri, sum dømini um ótolsemi, diskrimina- tión, haturs-talu og ágang móti religiøsum minnilutum úr øllum religiónum økjast. Endamálið hjá Saudi Arabiu er at undirstrika týdningin av tolsamari samrøðu mill- um øll fólkasløg, eins væl og virðing fyri øllum teirra ymsu religiónum, trúgvum og mentanum. Lond og rík- isleiðarar eru í orðaskiftinum samd um at fordøma tey, sum brúka religión sum orsøk at drepa ósek, at fremja terrorismu og harð- skap, og at hetta er í bein- leiðis stríði við andan í religión, sum er friður, rættvísi og javnrættur. Serliga festi eg meg við taluna hjá afghanska forset- anum Hamid Karzai, sum vísti á tað grundleggjandi skeiva í, at nakrir terroristar kalla seg islamiskar funda- mentalistar, tí islam vendir sær beinleiðis móti terror- ismu og ágangi sum heild. Hann vardi islam sum eina friðarelvandi religión á sama hátt sum vit í okkara parti av heiminum eru samd um, at kristna trúgvin ikki elvir til harðskap, men heldur til frið. Framstig fyri heimin Verða verk sett aftanfyri føgru orðini og stóru talur- nar, er talan um eitt greitt framstig fyri heimsfriðin. Serliga tykist tað hava verið trupult millum kristna og islamiska partin av heim- inum at samrøða og hava sínamillum virðing. Men at ríkisleiðarar úr øllum heim- inum eftir so stuttari freist skúgva annað til viks fyri at møtast tveir dagar í New York og geva sítt íkast til hetta orðaskiftið er týðuligt tekin um, at heimurin er troyttur av áhaldandi kríggi, krígsbrotsverkum, terror- ismu og síðst, men ikki minst, forfylging av øðrvísi trúgvandi. Vit í Føroyum hoyra dagliga um kristin, sum verða forfylgd í musl- imskum londum, eitt nú Indonesia. At Saudi Arabia - eitt muslimskt land - nú tekur hetta evnið upp á hápolitiskum støði er undr- unarvert og uttan iva góð tíðindi fyri tey, sum verða forfylgd. Í dag, hósdagin 13. nov- embur er aftur toppfundur í New York har m.a. George Bush fer at røða um Culture of Peace. Culture of Peace