hósdagur 6. september 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 171 - 6. september 2001
Nr. 171 - 6. september 2001
3
Bókadeild Føroya
Lærarafelags gevur í
hesum døgum út
bókina Lær teg at
spæla fótbólt, sum
kendi fótbóltsspæl-
arin, Gary Lineker,
hevur skrivað
ÚTGÁVA
Turið Kjølbro
Nú er lagamanni at læra at
spæla fótbólt, antin tú ert
barn ella vaksin, nýbyrjari
ella royndur spælari. Bóka-
deild Føroya Lærarafelags
gevur í hesum døgum út
bókina Lær teg at spæla
fótbólt, sum kendi enski
fyrrverandi fótbóltsspælar-
in, Gary Lineker, hevur
skrivað. Petur Páll Mikkel-
sen hevur týtt til føroyskt.
Við hesi bókini vil Gary
Lineker vísa børnum og
ungum, hvussu fótbólts-
spælið er. Við stuttum
teksti og nógvum foto-
myndum sæst stig fyri stig,
hvussu tú eigur at læra teg
alt tað grundleggjandi í
heimsins
best
umtókta
spæli: reglur, at sparka,
skalla, verja málið og
ymiskar liðskipanir. Eisini
ber til at lesa um útgerð,
vøll og leikreglur, og brot
úr fótbóltsøguni er eisini
við.
Gary Lineker, sum var
framherði á enska landslið-
num í nógv ár, sigur
sjálvur: »Fótbóltur er eitt
framúrskarandi spæl, og eg
eri so heppin at hava verið
við á hægsta stigi. Eg havi
nógv góð minni frá tíðini,
eg spældi við ensku liðun-
um Everton og Tottenham.
Uttanlands var tað ein
spennandi avbjóðing at
spæla við spanska stórlið-
num Barcelona. Eg havi
lært í fótbólti, at tú bert
fært tað burturúr, ið tú
sjálvur leggur í. Bestu ráð-
ini, eg kann geva, eru at
vísa góðan ítróttaanda og
njóta spælið. Eg vóni, at tit
fáa gleði av at lesa bókina
og fáa eins stóran stuttleika
í fótbólti, sum eg.«
Lær teg at spæla fótbólt
er 45 síður við nógvum
litmyndum. Bókin er inn-
bundin og kostar kr. 100 í
bókahandlunum. Hestprent
hevur staðið fyri prent-
gerðini.
Barnabók um
hagamýs, sum liva
vanligt nútíðar
gerandislív
ÚTGÁVA
Turið Kjølbro
Bókadeild Føroya Lær-
arafelags gevur í hesum
døgum út myndabókina
Bollin og taskan eftir
Ulf Sindt og Mati Lepp.
Bókin snýr seg um
hagamýs, sum liva van-
ligt nútíðar gerandislív. Í
bókini lesa við um eitt
húski: mammu og pápa
og tvey børn: Bartal og
lítlusystir, Bollan. Á veg
heim frá arbeiði ein
dagin keypir pápin eina
stóra, fína tasku. »Hesa
kanst tú saktans hava í
nógv ár,« sigur mamm-
an. Men lítladiddan,
Bollin, ætlar sær nakað
heilt annað við taskuni.
Hvat gert tú, tá ið
barnið vil tað, som tyk-
ist órímuligt? Ja, ikki er
lætt at gera av, tað á-
sanna bæði mamman og
pápin og Bartal.
Ebba Hentze týddi
bókina úr svenskum.
Bollin og taskan er 28
bls. í litum, innbundin
og kostar kr. 90.
Hestprent hevur stað-
ið fyri prentgerðini.
Nú ber til at upp-
liva nýggj ævintýr
við ælabogafisk-
inum
ÚTGÁVA
Turið Kjølbro
Teimum, ið dámar væl
kendu søguna um æla-
bogafiskin hjá Marcus
Pfister, sleppa nú at
spæla við ælabogafisk-
inum og uppliva nýggj
ævintýr
saman
við
honum og vinum hans-
ara. Bókadeild Føroya
Lærarafelags gevur í
hesum døgum út bókina
Ælabogafiskurin, sum
er klistri- og søgubók. Í
bókini eru fleiri enn 50
klistrimerki, sum kunnu
nýtast umaftur og um-
aftur, og fleiri eru úr
glitrandi, almyndandi
silvurpappíri.
Meðan søgan verður
lisin, kunnu børnini
sjálvi klistra myndirnar
á blaðsíðurnar, og so-
leiðis hava tey ein av-
gerandi leiklut í søgu-
gongdini.
Ein bók, sum heilt
víst gevur børnum, ið
eru 3 ár og eldri spenn-
andi tímar og stimbrar
skapandi evnini hjá
børnunum.
Ælabogafiskurin
-
Klistri- og søgubók er
20 bls. og kostar kr. 49.
Eyðna Magnussen hev-
ur týtt. Hestprent hevur
staðið fyri prentgerðini.
Lær teg at spæla fótbólt
Á síðu 19 ber til at lesa um, hvussu tú temur bóltin
Bollin og taskan
Nýtt um ælabogafiskin
Ì sambandi við farna
summarið, so skipar
3´arin fyri einari
myndakapping, har
fólk hava møguleikan
at senda teirra
summarmyndir inn.
Endamálið er, at fólk
skulu fáa meira
burturúr myndunum
hjá teimum, sigur
Svanna Nørspang,
fyrireikari
MYNDAKAPPING
Heri á Rógvi
Summarið er tann tíðini av
árinum, tá flestar myndar
verða tiknar. Tað er kanska
tað góða veðrið, sum ger, at
peikifingurin ferð eftir ferð
trýstir á knøttin, soleiðis at
enn ein summarmynd kann
leggjast afturat savninum,
og oftani eru tað børnini,
sum eru í andgletti.
Tað er 3´arin í SMS, sum
skipar fyri kappingini sam-
an við Atlantic Airways og
Sosialinum.
Tað er Svanna Nørspang,
starvsfólk hjá 3´aranum, ið
stílar fyri kappingini. Hon
er sjálv útlærd kramba-
kvinna við sergrein í foto
og framkalling. Sjálv var
hon í læru hjá SMS-FOTO,
sum seinni gjørdist ein
partur av samstakinum
3´arin. Eftir nøkur ár
uttanlands, hevur vent nøs-
ina heimaftur, og hon valdi
at skipa fyri einari tílíkari
kapping,
tá
royndirnar
søgdu henni, at hetta var
eitt gott hugskot. Ì sam-
bandi við kappingina fær
hon eisini góða hjálp frá
Sáru Svabo Sørensen, sum
lærur til krambakvinnu hjá
3´aranum.
Svanna sigur, at enda-
málið við kappingini er, at
fólk kunnu fáa meira burt-
urúr myndunum hjá teim-
um sjálvum. Samstundis
sum tað kundi verið stutt-
ligt at skapt eitt sindur av á-
huga, og eisini heldur
Svanna, at okkurt spenn-
andi manglar innan øki.
Ikki bara børn
Hetta er tann tíðin, tá
myndirnar frá summarfrí-
tíðini verða framkallaðar,
tískil valdu tey at skipa fyri
kappingini nú. Undirtøkan
til kappingina hevur eisini
verið góð, sigur Svanna.
- Tað eru fyrst og fremst
barnamyndir, sum vit hava
fingið, og ætlanin var ikki,
at hetta skuldi vera ein
barnakapping
burturav,
sigur Svanna.
Hon sigur, at summar-
myndir sjalvandi er eitt vítt
begrep, men myndirnar
eiga á onkran hátt at vísa
summarið. Eitt nú heldur
hon, at tað so avgjørt er
saknur á náttúrumyndum til
kappingina hesaferð.
Sjálvandi er tað ein fyri-
munur, um myndirnar eru
»klárar«
í
staðin
fyri
»kornutar«, men tað er ikki
tað besta myndatólið, sum
vinnur kappingina, hóast
tað altíð er fyrimunur at
hava eitt gott tól, um tú
altso dugir at brúka tað.
Eisini heitur hon á fólk,
sum senda myndir inn til
kappinga, at viðleggja ein
brævbjálva við fríðmerki,
fyri at fólk skulu fáa
myndirnar aftur.
Finala
Freistin at lata myndir inn
til
kappingina
er
13.
oktober. Útvaldar myndir
hava og vera eisini at síggja
í Sosialinum mikudagar.
Vinnararnir verða kunn-
gjørdir hin 20. oktober.
Tá allar myndirnar eru
komnar inn, so fara dóm-
ararnir at avgera, hvør tær
tríggjar bestu myndirnar
eru.
- Dómararnir hava allir
servitan innanfyri foto, og
teir fara at hyggja eftir ym-
iskum, tá teir skulu gera av,
hvør hinar bestu myndirnar
eru.
Ì sambandi við mynda-
kappingina, verða allar
myndirnar hongdar upp á
Torginum í SMS, har fólk
eisini fáa høvi at síggja tær.
Tað vera eisini fólk frá
Minolta í Danmark, sum
koma at handa vinnarunum
vinningarnar. Talan er um
Minolta
myndatól
frá
3´aranum til nr. 2 og 3.
Vinnarin kann hinvegin
leggja leiðina til Dan-
markar við Atlantic Air-
ways.
Svanna Nørspang og Sára
Svabo Sørensen hava fingið
nógvar myndir sendandi í
sambandi við myndakappi-
ngina. Tó er pláss fyri enn
fleiri, siga tær.
Mynd: Heri á Rógvi
Kappast um at mynda summarið
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá góði beiggi
mín, mammubeiggi og ommubeiggi okkara
Regin Bjørgheim Joensen
Tvøroyri
doyði og varð jarðaður.
Takk til øll, sum hjálptu til og fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Ása,Torben, Lene, Lauge og Thøger
DÁLKING
Stefan í Skorini
Í gjár kom fram, at olju-
felagið Statoil hevði havt
ein leka í einum røri á
Viðarnesi. Nakað av olju er
runnið á sjógv og hevur
elvt til dálking á Havnar-
vág.
Boði Haraldson, býar-
verkfrøðingur, sigur, at
Statoil kann vænta sær eina
rokning fyri uppruddingar-
arbeiðið, sum skal til fyri at
beina oljuna av vegnum.
Hetta er vanlig manna-
gongd, og um haldgóð
prógv eru til at vísa á dálk-
ingarkelduna, so kann á-
byrgdarhavandi vænta sær
eina rokning.
Nógv hevur verið tosað
um oljudálking á Havnar-
vág seinastu tíðina, og nú
skal Statoil gjalda fyri ein
part av henni. Hvussu stór
rokningin verður er ikki
Statoil fær rokning
fyri dálking
Týskvøldið í Fugla-
firði var seinasta kon-
sertin við heims-
kenda violinsnilling-
inum Alberto Lysy,
sum hevur spælt í
øllum teimum kendu
konserthølunum í
heiminum. Heims-
kendi Alberto og
føroyski listamaðurin
Eyvindur Mohr eru
gamlir vinmenn
TÓNLEIKUR
Stefan í Skorini
Hóast Alberto Lysy er ein
tann fremsti tónleikarin í
heiminum á sínum øki, so
hevur hann eisini vinar-
bond í Føroyum. Alberto
Lysy og Eyvindur Mohr
hava verið vinmenn síðan
1972.
Eyvindur Mohr var í
italska
høvuðsstaðnum
Róm í 1972, har hann gekk
á listaskúla. Tá fór hann
saman við vinmonnum á
konsert
hjá
bólkinum
Camerata Lysy, og eftir
konsertina komu Alberto
Lysy og Eyvindur í prát.
Hetta førdi til vinarlagið
teirra millum.
Síðani hevur bólkurin hjá
Alberto verið í Føroyum
tvær ferðir og havt konsert-
ir. Seinast var í 1978. Tað er
eisini Eyvindur Mohr, sum
saman við Norðurlanda-
húsinum hevur fingið bólk-
in hjá Alberto til Føroyar.
Spælt víða hvar
Alberto Lysy hevur verið
víða um við violin sínari.
Hann hevur spælt í Royal
Festival Hall og Albert Hall
í London, í Paris, Berlin og
New York. Hetta ber boð
um ein tónleikara, sum er
høgt í metum kring allan
heimin. Hann hevur eisini
havt solospælið í so stórum
orkestrum sum London
Symphony orchestra. Og
hann hevur avjørt livað upp
til heitið sum heimskendur
á ferðini í Føroyum.
Alberto Lysy hevur búð í
Sveis síðan 1977, tá hann
gjørdist næmingur hjá Ye-
hudi Menuhin, sum hevði
fingið eyga á tey serstøku
evnini hjá Alberto. Menu-
hin setti á stovn ein skúla
fyri tónleikarar, og her
blómaði Alberto.
Í dag er Alberto lærari á
hesum skúlanum í Sveis,
sum hann saman við Menu-
hin hevur bygt upp. Harum-
framt spælir hann í bólk-
inum Camerata Lysy. Ein
partur av hesum bólkinum
er í Føroyum í hesum døg-
um.
Bólkurin hevur 16-20
strúkarar, men hann er ikki
fullmannaður, nú hann er í
Føroyum, tí hetta lat seg
ikki hesuferð.
Á frímerki
Argentinarar hava eisini
Alberto frammalaga í hug-
anum, hóast hann ikki býr
har longur. Hann hevur
nevniliga fingið andlit sítt á
eitt frímerki í Argentina, og
eitt slíkt frímerki hevur
Eyvindur Mohr fingið frá
Alberto.
Vit í Føroyum eiga at
kenna okkum heppin at
hava fingið ein so kendan
violinist til Føroyar, og
hann hevur givið fólki eina
uppliving fyri lívið.
Alberto og Eyvindur:
Hittust í Róm
Alberto Lysy hevur ríkað tónleikaáhugaðar føroyingar við
sínum violinspæli seinastu vikuna
C
M
Y
K
3
2